Í 90-unum kom ein nýggj sexsjúka undan kavi á okkara leiðum, nevniliga klamydia, sum í dag er ein hin vanligasta sexsjúkan. Hvørt ár fáa umleið 30.000 danir - í høvuðsheitum ung – staðfest sjúkuna. Tað svarar til umleið 300 føroyingar. Og hildið verður, at umleið eins nógv hava sjúkuna uttan at vita tað.
'Ein kann siga, at HIV og klamydia síggjast innanfyri ymsar bólkar. HIV rakar serliga menn, sum hava sex við øðrum monnum, ella menn og kvinnur, sum verða smitta á ferð í útlandinum. Eisini eru tað nøkur dømi um fólk, sum koma higar at búseta seg, úr londum har HIV er sera vanligt', sigur Jeppe Hald, og heldur áfram 'Klamydia rakar harafturímóti serliga tey heilt ungu, sum enn ikki hava nógvar sex-royndir, og sum ikki enn hava lært at brúka hít, samstundis sum tey renna úr parlagi í parlag.'
Ein onnur sexsjúka um okkara leiðir er herpes, sum eisini er kent sum 'krímsár'. Herpes er ein av sexsjúkunum, ein kann fáa uttan at hava sex. Herpes kann smitta við at kyssast, umframt at møður, ið hava herpes, kunnu smitta barnið undir barnsburðinum.
Afturfyri er ein sexsjúka sum flatlús næstan ikki til í Europa longur, tí at rættiliga nógv klippa, ella heilt taka burtur, síni kynshár.
SJÚKUEYÐKENNI ELLA IKKI
Sexsjúkur smitta, sum áður nevnt, í høvuðsheitum við slímhinnusambandi. Eyðkennini kunnu vera útflot, bløðrubruni, knubbar á kynsgøgnunum ella kenslan av at 'pissa glas'. Men tú kann lættliga vera smittaður uttan at vita tað. HIV hevur t.d. eingi eyðkenni í byrjanini, eins og minst helvtin av teimum, sum hava klamydia, ikki merkja nøkur eyðkenni til sjúkuna. Afturfyri kunnu fylgjurnar av at hava eina sexsjúku vera alt frá mildum ampa til ófruktbæri, lívshóttandi sjúkum og deyða.
'Tí er tað eitt sera gott hugskot altíð at nýta hít, tá ein hevur sex við einum nýggjum partnara, og at fara til læknan at verða kannaður, um ein hevur havt sex uttan fyribyrging, ella hevur illgruna um smittu. Soleiðis kann ein uppfata kroppin eins og ein bil, sum regluliga skal til sýn. Eisini er tað eitt gott hugskot at læra seg sum mest um ymsu sexsjúkurnar, soleiðis at ein kennur eyðkennini, ella veit hvussu slepst undan smittu', sigur Jeppe Hald, sum meinar, at sexsjúkur fyrst og fremst hanga saman við sexvanum.
'Hesi tingini hanga saman. Hevur ein t.d. mangar partnarar, og hevur sex uttan fyrbyrging, økist vandin fyri at fáa eina sexsjúku. Men hinvegin er tað ein myta, at ein ikki kann fáa eina sexsjúku, fyrstu ferð ein hevur sex. Tað kann saktans lata seg gera, eins og tú eisini kann gerast við barn', sigur Jeppe Hald alfaðirliga.
Tú kann fáa meira at vita um sexsjúkur á www.sexsygdomme.dk og www.praeventionsguide.dk, ella við at venda tær til sexualráðgevingina Sexlinien for unge á
www.sexlinien.dk
les meira...