1. apríl koma nýggjar reglur um tilskot til heilivág í gildi! .
Tá ið tygum keypa heilivág á apotekinum, kunnu tygum fáa tilskot frá Heilsutrygd. Ein tilskotsnevnd avger, hvønn heilivág Heilsutrygd veitir tilskot til.
Hvussu stórt tilskotið verður, veldst um, hvussu stórar árligu útreiðslurnar til heilivág eru. Tað merkir, at tilskotið hækkar í samsvari við tygara heildarútreiðslur, sum árið líður. Jú størri útreiðslur til heilivág í einum tíðarskeiði á eitt ár, jú størri verður tilskotið. Børn yngri enn 18 og persónar eldri enn 67 ár gjalda ongantíð meira enn 1.195 krónur árliga fyri tilskotsheilivág. Hini gjalda í mesta lagi 1.600 krónur árliga.
Tilskotsárið er 1 ár. Fyrsta tilskotsárið byrjar tann dagin, ið tygum eftir 1. apríl 2010 keypa tilskotsheilivág fyrstu ferð. Næsta tilskotsárið byrjar tann dagin, ið tygum keypa tilskotsheilivág, eftir at fyrsta tilskotsárið er runnið. Síðan halda tilskotsárini fram á sama hátt.
Heilsutrygd veitir vanligt tilskot til fleiri sløg av heilivági; men tilskot kann eisini verða veitt í serligum førum. Tað kann vera til heilivág til pensjónist ella til viðgerð fyri ávísa sjúku. Harumframt ber eisini til hjá læknanum at søkja tilskotsnevndina um einstaklingstilskot.
Gevið gætur: Tað er sera umráðandi at fylgja við, nær tilskotsárið rennur út. Fyrst í nýggjum tilskotsári er heilivágurin upp á seg dýrur, tí egingjaldið er 100% av kostnaðinum upp til 500 kr. Síðan økist tilskotið í mun til útreiðslurnar, eins og víst á næstu síðu. Kunning um tilskotsárið sæst á kassaseðlinum, og snýr tað seg um sending, verður tilsvarandi kunning viðløgd.
Tak niður sum.pdf(1,62 MB)
Les meira...