30.06.2010
Ger kroppin summarbúnan
Eftir langan og strangan vetur í tjúkkum frakkum og styvlum, tørvar kroppinum ljós og luft. Fyrstu sólstrálurnar gera undurverk fyri kropp og sál, og við einum umfari av eftirlæti fyri húð og føtir, er tú summarbúgvin til strond og sandalir.

Tað loysir seg at fara væl við húðini. Í fyrsta lagi tí hon er kropsins størsta lívgagn, og verjir teg við at halda á vætu, saltum og týdningamiklum lívrunnum evnum. Men eisini tí at sunn húð er vøkur húð. Og nú, summarið er her og vit vónandi fáa gott summarveður, verður húðin ikki krógva handan tjúkk klæði. Apotekið hevur hópin av røktarvørum, sum geva tær nátúrligan vakuleika alt summarið.

LÍV TIL TROYTTA HÚÐ
Tá vit vakna úr vetrardvala, er tað ofta við troyttari og grári húð, sum tørvar lív, vætu og lit. Vøkur húð byrjar av botni. Húðin skal vera rein, og tað snýr seg ikki bara um vatn og sápu. Tað ger nevniliga at húðin tornar, so tað er gott hugskot at vera sparin við sápuni. Til andliti kanst tú brúka eina reinsilosjón, sum bæði kann taka burtur smyrsl og reinsa húðina, umframt eina 'skitonic', sum letur aftur poknurnar. Til at taka burtur deyðar húðarkyknur er gott hugskot at nýta skrubbu krem, og á kroppinum kanst tú nýta ein skrubbuvøtt. Tá so húðin er rein, er hon av álvar til reiðar at taka ímóti einum góðum kremi. At veita húðini vætu er alfa-omega um summarið, tá sólin er við til at uppturka húðina. Húðarrøktarøðin inniheldur bæði feitt, vatn og eit evni, sum bindur bæði tingini saman. Feitti leggur eina hind á húðina, so hennara egna væta ikki dampar burtur. Vatn ger tað lættari at smyrja kremið á, og hevur eisini týdning fyri kosmetisku eginleikarnar. Tá húðin er rein og lekkur, er síðsta stig at leggja summarsligan roða á. Tað kann ein saktans fáa, uttan skaðiligar sólargeislan. Nú á døgum er hópin av góðum sjálvbrúnkandi kremum at fáa, bæði til andlit og kropp. Týdningarmikið er at velja krem, sum hóskar til títt húðaslag, og apotekið kann hjálpa tær at finna røttu røktarvørurnar, sum hóska til øll í familjuni.