30.06.2010
Slepp undan magatrega
Er tað nakað, sum er keðiligari enn at fáa frítíðina oyðilagda av leysum lívi? 10% av teimum ferðandi í meðalhavsøkinum og upp móti 70% av teimum, sum ferðast í Asia, gerast sjúk í maganum. Fremmandar bakteriur illneita tarmfloruna, men nøkur einføld reinførisráð kunnu hindra lívsýki.
Tey fýra hyggjuráðini
- Drekk ongantíð vatnið úr krananum
- Brúka ikki ísterningar, sum er gjørdir úr vatninum á staðnum
- Et bara kókaða og gjøgnumstoktan mat
- Et bara flusta frukt
Lívsýki, diaré, er vanligasta ferðasjúkan. Oftast er tað vatnið, matur og drekka, sum bera smittuna. Eisini handreinføri er týdningarmikið. Sjúkan byrjar við krampum í maganum og vanligum vamli og stikni. Síðani koma túrarnir á vesið, tí at kroppurin roynir at sleppa sær av við vánaligu bakteriurnar. Í flestu førum heldur hetta á nakrar dagar, men lívsýki kan menna seg til álvarsligt vætutrot og nógvan fepur. Fært tú lívsýki skalt tú minnast til at fáa ríkiligt av salti, sukuri og, ikki minst, vætu niðurum. Vætujavnvágin er avgerandi fyri kropsliga vælveru. Er skaðin hendur, er gott at hava fyrireika seg heimanifrá við steðgandi evnum, sum eittnú Imodium Plus ella Imolope.
FYRIBYRGING ER BETRI ENN VIÐGERÐ
Tíbetur eru evni at fáa, sum skjótt kunnu ger enda á lívsýki. Men, enn sum áður, er betur at fyribyrgja. Tað kanst tú longu gera har heima við at eta eitt evni við mjólkarsýrubakterium, sum styrkir og fær javnvág í tarmfloruna, soleiðis at maga fær betri mótstøðuføri. Halt eisini hendurnar so reinar og bakteriufríar sum gjørligt, til dømis við at brúka sóttreinsandi sjele ella serviettar, sum tú lættliga kann hava í taskuni.
Imodium Plus
Tablet til akut lívsýki hjá vaksnum og børnum yvir 12 ár, tá samstundis eru trupulleikar av luft og magakrampum. Virkar steðgandi við at minka um vætumissin, og við at doyva tarmrørslurnar.
Apoteksins Alcogel og Sóttreinsingarserviettar
Eyka verja móti virus og bakterium, sum ger tað lætt og einfalt at sóttreinsa hendur og flatur. Eisini tá langt er til vatn og sápu. Turkar ikki húðina, men letur hana reina og bakteriufría eftir seg.