Stress-inkontinens hjá kvinnum (Óvilja vatnlát í samband við kropsliga íðkan)
Mest vanligt er at stress-inkontinens rakar kvinnur. Tað er sum oftast í samband við at kvinnan skal gera kropsliga íðkan at hon hevur ringt við at ‘halda’ sær. Tað er serliga kropsligt virkni, sum t.d. fimileikur, renning og dansur.

Hví fáa serliga kvinnur stress-inkontinens?
Trupuleikin við at halda sær, kemur sum oftast av at kokubotnurin og bindivevnaður ikki eru sterk nokk til at halda bløru og urinrøri upp á pláss.
  • Í samband við føðing (og kanska serliga fyrstu føðing) er vandin til staðar.
  • Áhaldandi hosti ella yvirvekt kunnu eisini geva stress-inkontinens/óvilja vatnlát.
  • Ávísur heilivágur kann gera at lokavøddin í urinrørinum gerst veikur.
  • Trupuleikar kunnu eisini koma um blørðran ikki verður tømd nøktandi, ella um man gongur ov leingi áðrenn man fer á vesi.
Hvat kann ein gera sjálvur?
  • Venja vøddarnar í kokubotninum. Í hesum sambandi er gott at fara til fysioterapeut, sum er áhugaður í slíkum venjingum. Tað er av týðningi at læra seg at ‘klemma’ rætt.
  • Tað av týðningi at gera venjingar dagliga í nakrar minuttir.
  • Ein kann minka um trupuleikar við inkontinens við at minka um kropsligar íðkanir, men er hetta ikki at tilmæla. Fyri tað fyrsta kann hetta ganga út yvir lívsvirðini hjká kvinnum, síðan er tað av týðningi fyri heilsuna at vera kropsliga virkin.
  • Ganga javnan á vesi og tøma bløðruna umleið triðja ella fjóra hvønn tíma.
  • Minka um vektina um hon er ein trupuleiki.
  • Um tú hevur dagligan hosta vegna royking, kanst tú minka um inkontinenstrupuleikan við at halda uppat við at roykja ella minka um nýtsluna.
Hvussu verður sjúkuavgerðin tikin?
Sjúkuavgerðin er vanliga løtt at gera við tað at trupuleikin vanliga er ísamband við kropsliga íðkan. Eisini eru aðrir møguleikar fyri kanning hja lækna.

Útlit fyri framtíðina?
Fólk flest kunnu fáa hjálp, og nógv kunnu eisini lekjast fyri árinini.

Hjálpitól?
At seta upp í móðurskeiðina (til dømis Contrelle). Kann møguliga brúkast ísamband við kropsliga íðkan.

Skurðviðgerð
Um úrslitið ikki hevur verið nøktandi við øðrum tiltøkum.

Heilivágsviðgerð
Møguleiki er fyri heilivágsviðgerð. Hjá eldri kvinnum, ið hava hormontrot, er møguligt at geva østrogen sum vagitoriur 2-3 ferðir um vikuna.