
HeilivágurHeilivágur er evnir, sum kunnu fyribyrgja, lætta um, grøða ella staðfesta sjúku, sjúkueyðkenni ella pínu eins og ávirka likamsfunktiónir.
Heilivágur kann koma frá náttúruni ella verða framleiddur.
Í heilivági eru evnir, sum fyribyrgja sjúku ella ávirka sjúku ella symptomir av sjúku á ein gagnligan hátt.
Bert apotek hava loyvi at innflyta og selja heilivág.
Á hesi heimasíðu fæst ymiskt at vita um heilivág. Starvsfólk á apotekunum kunnu eisini svara fyrispurningum um heilivág.
Les meira:
- Á heimasíðuni apoteket.dk kanst tú fáa at vita meira um tín heilivág.
|
|
|
|