Krím
Krímsjúka – ella influensa ella bara krím – er vanlig um veturin.
Krím er tann vanligasta av øllum sjúkum; hon smittar lættliga millum fólk við dropasmittu við hosta ella nýsan. Sjálvdan varir kímsjúka longur enn eina viku.

Krím er orsaka av influensa- ella krímvirus, sum setur seg í munn, nøs, háls ella lungu. Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi gongur sjúkan sum oftast skjótt yvir. Men hjá eldri fólki yvir 65 ár og fólki við sukur-, hjarta-, lungna- og nýrasjúkum kann krímsjúka verða lívshættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabókum at lata seg koppseta fyri krím á hvørjum heysti hjá lækna. Koppseting fyri krím kann fyribyrgja krími, og har fólk kortini fáa krím, vil koppsetingin lætta munandi um sjúkueyðkennini. Hjá børnum kunnu eftirsjúkur taka seg upp so sum miðoyrna- og hjáholubruni.

Hvat kann gerast?
Fært tú krím, fær so í song, drekk ríviligt av vætu, og tak um neyðugt parasetamol fyri at linna fepur og pínu.

Fyri tipta nøs fæst nasapístr ella -dropar, ið geva heilt góðan lætta aftaná fáar minuttir, og virknaðurin heldur fram í uml. 8 tímar. Tú kanst nýta næsapístr fyri tipta nøs 3 ferðir um dagin í hægst eina viku í senn.
Børn undir 2 ár eiga ikki at nýta hesar dropar, men kunnu ístaðin fáa saltvatn, sum eisini fæst til keyps á apotekinum. Saltvatn tynnir snorið, soleiðis at tað betur rennir úr nøsini.

Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka lokaldoyvandi í hálsinum.

Fyri høvuðpínu kann ein taka pínutablettir, ið innihalda paracetamol. Børn kunnu eisini fáa paracetamol, men best er at tosa við lækna um hetta. Pínustillandi til børn fæst í tablettum, súgvitablettum, sevju ella stikpillarum.

Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja. Eisini fæst hostasevja, brúsutablettir og vanligar tablettir fyri at loysa slím.

Heimaráð, sum t.d. at drekka Kamillute, eta C-vitaminir, Echinamindropar og hvítleyk vísir seg at hjálpa fyri krím hjá nøkrum. Tað er tó ikki dokumenterað at hesi hjálpa.

Á apotekinum ráðgeva vit um hvør heilivágur hóskar best til tín.

Góð ráð
Tá ein hevur krím, eigur ein ikki at verða ov strongdur, tí tað kann versna um krím.
Roykur frá tubbakki kann leingja um krím og serliga hjá børnum.
Drekkið altíð nógv, tá ið tygum hava krím, t.d. heita mjólk við húnangi, juice, vatn o.a.

Krím smittar illa, tak tí hesi fyrivarni:
  • Snýs tær við pappírsklútum og bein teir burtur beinanvegin
  • Halt fyri munnin tá tú hostar ella nýsu
  • Vaska tær ofta um hendurnar
  • Lat vera við at rætta hond.
Far til lækna
Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast aftaná eina viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku og um ein fær fepur ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at fara til lækna, at vera kannaður nærri.