
HúðrøktTá tú skal keypa okkur til húðina hjá barninum, eigur tú at hugsa um, at børn hava viðkvæmari húð enn vaksin.
Húð teirra er turr og følin, og kemst hetta av, at húðin hjá børnum er ikki ment sum hjá vaksnum. Hetta verður ikki fyrr enn barnið er um 5-6 ára aldur.
Tað er av týdningi at brúka sápu, ið holdið tolir væl ( pH virði 5 - 7. pH) hetta er eitt mát fyri hvussu súrt eitt evni ella vøra er.
Er húðin serliga følin, ber eisini til at brúka baðolju.
Brúkið ikki sápu saman við baðolju, tí sápan oyðileggur virknaðin av oljuni.
Tá húðin er rein, kunnu tygum smyrja eitt veikt húðarkrem ella lótion á.
Barnahold (vetur)
Á vetri missir luftin nakað av vætu, og tað ávirkan eisini holdið. Tá luftin er turr, gerst húðin eisini turrari og støkkur skjótari enn annars.
Vanliga virkar holdið sum ein byrging, ið ger, at vætan setur ikki úr kroppinum og verjir fyri at sjúkuelvandi bakteriur koma inn í kroppin. Tann turra húðin, ið er farin at støkka sundur, veitir ikki somu verju; tí er tað av týdningi at hjúkla um tað turra holdið fyri at byrgja fyri, at vernd okkara móti vætumissi og bakteriuálopi verður skadd.
Eini góð ráð fyri holdið eru at smyrja tað við feitum smyrsli hvønn dag. Ymisk evni eru til taks, m.a. Locobase, Danatekt ella Decubal.
Ceridal lipogel er vatnfrítt og heldur eisini vætujavnvágina, við at tað leggur seg sum ein tunnan film á húðina. Smyr lipogel í minsta lagi ½ tíma, áðenn barni skal út.
Barnahold (summar)
Um summari nýtist húðin ikki so nógv feitt. Um barni ikki hevur turt hold, er ikki neyðugt at nýta krem ella lotión.
Um tørvur er, kann smyrjast við Apotekets Babylotion, Decubal Clinic ella Danatect lotion.
Sóltilbúningar
Børn undir 6 mánaðir skulu helst ikki nýta sólkrem. Hetta kemst av at húðin hjá børnum er ikki fullstyrknað. Best er um barni hevur eina tunna troyggju við longum ermum og ein sólhat. Um neyðugt, ber til at smyrja eitt tunt lag av sólkrem á kjálkarnar, nøsina og handabakið. Sólkrem til børn yvir 6 mánaðir skal hava høgan sólfaktor, hetta avhongur av hvussu húðin er.
Um barni hevur ovurviðkvæmi ella viðkvæmt hold, eigur sólkrem við fysiskum sólfiltri at verða brúkt til børn undir 1 ár.
Cliniderm sólkrem inniheldur liposomir, og nýtist bert at smyrjast 8. hvønn tíma, sjálvt um barni blívur vátt ella verður turkað.
Um barni blívur eitt sindur sólbrent, ber til at brúka Cosmea after-sun, ella Zink-liniment, sum kølir. Um børn yvir 2 ár verða illa sólbrend, ber til at smyrja Hydrokortison krem tunt uppá.
Um økið er stórt, ella barnið er undir 2 ár – farið til lækna!
Um barni hevur skriða, ber til at smyrja doyvandi krem uppá, t.d. Xylocain. Hetta skal tó ikki smyrjast áðrenn farið verur út í sólina, tí vandi er fyri at ein ikki merkir at húðin verður brend.
|