Heilsukanning

Hendan tænasta verður veitt aftur skjótast gjørligt!

Um tú gongur við ov høgum blóðtrýsti ella kolesteroltali, slítur tað óforsvarliga nógv heilsuna. Eisini um tú hevur ov høgt ella lágt blóðsukur. Hesi nevndu eyðkenni kunnu óviðgjørd hava við sær álvarsligar fylgisjúkur. Jú fyrr hetta verður staðfest, tess fyrr kann læknin seta í verk viðgerð, soleiðis at heilsan verður varðveitt.

Hesar kanningar verða gjørdar til heilsukanningina, sum apotekið bjóðar:

  • Blóðtrýst
    Er blóðtrýstið ov høgt, økist vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum. Vandin fleirfaldast, um tú eisini roykir, hevur ov høgt kolesteroltal og diabetes. Ov høgt blóðtrýst í sjálvur sær gevur sjáldan nøkur eyðkenni.
  • Kolesterol
    Hevur tú ov nógv kolesterol í blóðinum, økist vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum t.d. blóðtøppum. Tú merkir ikki sjálv/ur, um kolesteroltalið er ov høgt.
  • Blóðsukur
    Tú varnast ofta ikki sjúkueyðkennini fyri diabetes (týpu 2). Óviðgjørt ella illa viðgjørt diabetes kann, sum frá líður, føra til álvarsligar fylgisjúkur.
  • BMI (Body Mass Index) og miðjumát
    Yvirvekt og fiti økja um vandan fyri diabetes 2 og hjarta- og æðrasjúkum, serliga um fitin situr um miðjuna.
  • Lungnavirkni
    Verður kannað hjá astmasjúklingum og roykjarum og vísir, hvussu statt er við lungunum. Kanningin bleiv upprunaliga gjørd fyri at staðfesta astma, men hevur víst seg at vera eitt týdningarmikið amboð til at staðfesta KOL (Kronisk Obstruktiv Lungelidelse) tíðliga.

 

Bílegging

Ring ella skriva og bið um tíð til heilsukanning

Tjaldurs Apotek 
Tlf. +298 404040

 

Upplatingartíðir