Kodein FAP 8 mg/ml sterkur oralur loysingur R05DA04

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Kodein. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Kodein sterkur oralur loysingur er forskriftaheilivágur.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Læknin hevur fyriskipað Kodein FAP persónliga til tín og tískil skalt tú ikki geva øðrum heilivágin. Heilivágurin kann vera til skaða fyri onnur.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kodein
  3. Soleiðis skalt tú taka Kodein
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Kodein
  6. Aðrar upplýsingar

1. Kodein sterkur oralur loysingur - virknaður og nýtsla

  • Kodein sterkur oralur loysingur (hereftir kallað Kodein) er heilivágur, ið virkar hostastillandi og pínustillandi og kann nýtast fyri hosta ella fyri at linna veika pínu. Kodein kann nýtast til stutta viðgerð av moderatari pínu hjá børnum yvir 12, sum ikki kann linnast við øðrum pínustillandi, t.d. paracetamol ella ibuprofen.
  • Kodein inniheldur pínustillandiandi heilivágin kodein. Kodien hoyrir til bólkin av heilivági, ið verður kallaður opioid-heilivágur, sum verður nýttur fyri pínu. Heilivágurin kann verða tikin einsamallur ella saman við øðrum pínustillandi heilivági, t.d. paracetamol.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kodein

Tak ikki Kodein, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri kodein ella einum ella fleiri av hinum evnunum, sum eru í.
  • gevur bróst.
  • veitst, at tú umskapar kodein til morfin, skjótari enn vanligt.

Tosa við lækna, áðrenn tú tekur Kodein, um tú hevur:

  • niðursett lungnavirki
  • astma
  • bronkitis við ráka
  • hosta við slími
  • livrasjúku
  • livra- ella nýrasvíkjan
  • epilepsi

Í livrini verður kodein umskapað til morfin av einum kveika. Morfin er tað evnið, sum hevur tann pínustillandi og hostastillandi virknaðin. Summi hava ein variant av hesum kveika, ið ikki kann umskapa kodein til morfin og onnur hava ein variant, ið 3 bert kann umskapa í smáum mongdum, sum ikki gevur pínulinna ella stillar hostan. Onnur kunnu harafturímóti hava ein variant, ið umskapar kodein til morfin í størri mun enn vanligt, og hesi hava tí eisini størri møguleika fyri at fáa álvarsom hjáárin. Um tú upplivir hesi álvarsomu hjáárin, set seg so beinanvegin í samband við lækna: Seinan ella grunnan andadrátt, fjáltur, lítið sjónop, vaml, spýggja, harðan maga og minkaðan matarlyst.

Verður Kodein tikið í longri tíð, so kann ein gerast bundin av heilivágnum og merkja, at virknaðurin ikki er tann sami, og at ein skal hava meira heilivág fyri at merkja virknaðin. Tá viðgerðin steðgar, so kann ein merkja uppiseturseyðkenni.

Tekur tú meira heilivág, enn fyriskipað, kanst tú fáa lívshættisliga eitran. Hevur tú illgruna um, at tú hevur tikið ov nógvan heilivág, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við lækna.

Børn og ung: Børn yngri enn 12 ár, skulu ikki taka Kodein.

Børn og ung undir 18 ár, sum hava tikið burtur mandlur ella leggvøkstur, vegna overvaðan andadrátt undir svøvni, skulu ikki taka Kodein.

Ung yvir 12 ár, sum hava trupulleikar við andadráttinum, eiga ikki at fáa heilivág, ið inniheldur kodein. Orsøkin er, at eyðkennini fyri morfineitran kunnu gerast verri.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági ella fyri stuttum hevur brúkt annan heilivág. Tað kann vera neyðugt at broyta heilivágsskamtin ella skifta til aðra viðgerð. Tað er galdandi fyri:

  • svøvnheilivág ella stillandi heilivág
  • heilivág fyri hjartað (kinidin, betablokkara)
  • heilivág fyri sálarsjúku
  • heilivág fyri tunglyndi (MAO-tarnara, SSRI, venlafaxin)
  • heilivág fyri Parkinson sjúku (MAO-tarnara)
  • pínustillandi heilivág (opioidir)
  • heilivág fyri bløðruna (tolterodin)
  • antibiotika (rifampicin)
  • doyvandi heilivág (anæstetika)
  • heilivág fyri magasár (cimetidin)
  • antabus og metronidazol (vegna innihaldi av alkoholi í Kodein)

Um Kodein verður tikið saman við stillandi heilivági, so sum benzodiazepinum ella líknandi heilivági, so økist vandin fyri dølskni, andadráttstrupulleikum og óviti. Tí skal hesin heilivágur ikki verða tikin samstundis, uttan so, at tað ikki eru aðrir viðgerðarmøguleikar. Um viðgerð verður mett at vera neyðug, so eigur læknin at avmarka skamtin og viðgerðarlongdina. Tað er týdningarmikið, at læknin kennir allan heilivág, sum tú tekur, og at tú fylgir viðgerðarvegleiðingini neyvt. Tað kann vera hent at boða vinum ella familju frá teimum nevndu eyðkenninum, soleiðis at tey eisini kunnu varnast tey.

Matur, drekka og alkohol: Tú kanst taka Kodein saman við mati, men tað er ikki neyðugt. Tú skalt sleppa tær undan alkoholi, tá tú ert í viðgerð við Kodein. Verður Kodein tikið saman við alkoholi, so verða ávís hjáárin styrkt, serliga dølskni.

Kodein sterkur oralur loysingur inniheldur alkohol.

Heilivágurin inniheldur 6,8 % V/V alkohol, svarandi til upp til 0,27 g í einum skamti (5 ml). Kann vera skaðiligt fyri alkoholikarar.

Barnakonur, bróstageving og gitnaðarføri: Ráðfør teg við lækna ella apotekið, áðrenn tú tekur Kodein. Barnakonur: Tú mást ikki taka Kodein, ert tú við barn í 7. – 9. mánaði. Teir fyrstu 6 mánaðirnar, tú ert við barn, kanst tú taka Kodein, minst møguligan skamt, men bert í samráð við lækna.

Bróstageving: Tak ikki Kodein, meðan tú gevur bróst. Kodein og morfin verða útskild í móðurmjólkini.

Ferðsla og arbeiðstrygd: Fløskan er útgjørd við reyðum ávaringartríhyrningi. Hetta merkir, at Kodein ávirkar arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni. Tí skalt tú ikki 5 koyra bil ella motorsúkklu, tá tú ert í viðgerð. Eisini verður mælt frá at súkkla, og at arbeiða við amboðum og maskinum.

Kodein inniheldur saccharosu: Tosa við læknan, áðrenn tú tekur heilivágin, um tú ert ovurviðkvæmur fyri ávísum sukursløgum.

3. Soleiðis skalt tú taka Kodein

Tak altíð Kodein eftir leiðbeining frá lækna. Ert tú í iva, set teg so í samband við lækna ella apotek.

Vaksin:

  • Hosti: 5 ml 3 ferðir um dagin, í minsta lagi 6 tímar millum skamtan.
  • Bráðfeingis pína: 5 ml 6. hvønn tíma, í mesta lagi 240 mg (30 ml) um samdøgrið. Tak ikki Kodein fyri pínu longri enn 3 dagar. Um pínan ikki lætnar innan 3 dagar, skalt tú ráðføra teg við lækna.

Børn 12-18 ár:

  • Hosti: 5 ml 2-3 ferðir dagliga eftir tørvi.
  • Bráðfeingis pína: 5 ml 6. hvønn tíma, eftir tørvi, og í mesta lagi 240 mg (30 ml) um samdøgrið. Skamtur verður roknaður út frá kropsvekt (0,5-1 mg/kg). Gev ikki børnum undir 12 ár Kodein vegna vanda fyri álvarsligum og lívshættisligum trupulleikum.

Eldri: Lægri byrjunarskamtur verður viðmældur til eldri.

Livurin og nýruni starva ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin. Set teg í samband við læknan.

Hevur tú tikið ov nógv Kodein: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið meira Kodein, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Kodein, kunnu vera fjáltur, høvuðpína, óró, ávirkað vit, óvit, andadráttstrupulleikar, andasteðgur, andlit og fingrar verða blá vegna súrevnistrot, lágt blóðtrýst, lítið sjónop og magatrupulleikar.

Við álvarsamari yvirskamtan kunnu tekini eisini vera sjokk, lungnaskaði, ávirkað hjartarútma, vøddapína, vøddaveikleiki, landið verður brúnt orsakað av, at vøddarnir verða brotnir niður.

Hevur tú gloymt at taka Kodein: Tak gloymda skamtin skjótast gjørligt. Ert tú tætt uppá tíðspunktið fyri næsta skamtin, so skalt tú leypa gloymda skamtin um. Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt.

Um tú steðgar at taka Kodein: Set teg í samband við læknan ella apotekið, um okkurt er, sum tú ivast í

4. Hjáárin

Kodein, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin.

Vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 – 10 av 100, sum eru í viðgerð): Svimbul, dølskni, vaml, spýggja, harðan maga.

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Brádligt útbrot á húðina, ilt við at anda og fella í óvit vegna ógvusliga ovurviðkvæma reaktión (kann vera lívshættisligt), viknaðan andadrátt, varrar og negl gerast bláar, krampi, kæti, lágt blóðtrýst, notufepur.

Ógvuliga sjáldsom hjáárin (fáa færri enn 1 av 10.000, sum eru í viðgerð): Ógvuslig pína í maganum og tarmunum og fepur orsakað av bráðkomnum bruna í brisinum, nýraeitran, ovurviðkvæmi, vandi fyri at gerast bundin av heilivágnum.

Hjáárin, har títtleikin ikki er kendur: Fjáltur, høgur ella seinur pulsur, hjartabankan, svimbul við skifti frá liggjandi støðu til sitandi/standandi (ortostatisk hypertensión), turran munn.

Eru álvarsom sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til lækna ella á skaðastovu.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at hjáárini kunnu verða fráboðað danska Heilivágsstýrinum, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi og/ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin

5. Soleiðis skalt tú goyma Kodein

Krógvið Kodein fyri børnum.

Kodein skal goymast kaldari enn 25 °C. Tak ikki Kodein eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining

6. Aðrar upplýsingar

Kodein FAP sterkur oralur loysingur hevur í sær hetta virkna evnið: 6,35 mg/ml kodein monohydrat (svarandi til 8 mg/ml kodeinphosphathemihydrat)

Hini evnini eru: ethanol (6,8 vol %), reinsað vatn, saccarosa.

Útsjónd og stødd á ílati: Kodein FAP sterkur oralur loysingur er litleysur til gulbrúnur klárur loysingur, ið luktar av spritti. Kodein FAP sterkur oralur loysingur fæst í fløskum á 200 ml.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir