Viðkvom tarmeyðkenni, leyst lív og trekur magi

Frá 11. novembur til 8. desembur setur apotekið fokus á viðkvom tarmeyðkenni, leyst lív og trekan maga.

Viðkvom tarmeyðkenni

Viðkvom tarmeyðkenni standast av órógvi í rørslunum, ið føra til flutning í tarmunum. Hetta er vanligt ein vandaleys, men lítið hugalig, støða. Árinini eru magapína, í skiftum leyst lív og trekur magi, uppblástur magi og luft í maganum. Nágreiniliga orsøkin til viðkvom tarmeyðkenni er ókend.

Hjá summum eru viðkvom tarmeyðkenni ein varandi støða, men tó kunnu eisini vera lang tíðarskeið uttan árin. Okkurt bendir á, at strongd, tunglyndi og angist kunnu hava keðiliga ávirkan á viðkvom tarmeyðkenni. Hjá summum kunnu ávísar matvørur eisini gera, at árinini versna.

Um ein hevur viðkvom tarmeyðkenni, er umráðandi at fara væl við tarmunum. Hvíld, rørsla, væta og góðir vesivanar kunnu linna um árinini. Um ein skrivar føðsludagbók, kann ein lættari síggja sambandið millum ávísar matvørur og viðkvom tarmeyðkenni. Eitt skjal til føðsludagbók finst her.

Leyst lív

Les meira um leyst lív á síðuni hjá Apoteksverkinum her.

Trekur magi

Les meira um trekan maga á síðuni hjá Apoteksverkinum her.

Hvat kann eg gera?

Tað finst eingin heilivágur til viðgerð av viðkvomum tarmeyðkenni, men árin sum trekur magi og leyst lív kunnu viðgerast. Á apotekinum vegleiða vit fegin í viðgerð av hesum árinum.

Tú kanst eisini lesa meira um viðkvom tarmeyðkenni, trekan maga og leyst lív á síðuni hjá apoteket.dk her.

Upplatingartíðir