21. juni 2019

Bílegg diabetes útgerð á apotek.fo.

Nú kunnu borgarar í Føroyum bíleggja diabetes útgerð á netinum. Talan er bæði um útgerð til diabetikarar og útgerð til tey, ið hava tørv á at halda eyga við blóðsukrinum.

Í samband við nýggju heimasíðuna hjá Apoteksverkinum, so bjóða vit nú kundum okkara at bíleggja diabetes útgerð á netinum.

Bílagda vøran kann antin heintast á tínum apoteki, ella verða koyrd heim til tín. Ymiskar tíðarfreistir eru á avgreiðslu. Tíðarfreistin er tengt at, um vøran skal heintast, ella um hon skal sendast, og á hvørjum apoteki vøran verður avgreidd. Vøran verður goldin við móttøku. Sí handilstreytirnar á bíleggingarsíðuni fyri meira kunning.

Bílegg tína diabetes útgerð her, ella finn síðuna við at trýsta á leinkið á ovasta bjálkanum sum eitur "Bíleggingar".

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir