Eftirlitsfólk til medisinska útgerð

Í sambandi við at landsapotekarin er farin at varða av innflutningi av allari medisinskari útgerð í Føroyum, verður nú søkt eftir starvsfólki at hava eftirlit við hesum. 

Tað verður sóknast eftir einum, sum kann tryggja, at medisinska útgerðin, sum kemur til landið, lýkur allar treytir og lógir. Menning av tøkni er tað, sum eyðkennir hesa vinnuna, og fara tað tí allatíð at koma nýggjar vørur á marknaðin. Júst tí er týdningarmikið við einum persóni sum tær, so at vit á tann hátt kunnu økja um trygdina hjá sjúklingunum. 

 

Um starvið 

Tú kemur at fáast við eftirlit av medisinskari útgerð umframt at eftirmeta váðametingar. Hetta fer fram við at fyrireika skjøl og frágreiðingar til myndugleikar og fyritøkur. Her hevur tað stóran týdning, at samskiftið er greitt og fyrikomandi, og at tú javnan dagførir teg um reglugerðir innan økið og leiðbeiningar við útgerðini. 

Vit kunnu bjóða tær eina kappingarføra løn og eitt spennandi arbeiðspláss, har tú fært møguleika fyri persónligari og fakligari menning. 

 

Um teg 

Vit vóna fyrst og fremst, at tú hevur royndir á økinum og eina akademiska útbúgving sum farmaseutur, verkfrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving. Medisinsk útgerð krevur, at tú hevur sans fyri detaljum, tú dugir og dámar at hugsavna teg, og tú veitst, hvat góðska er og ikki. Tú mást harnæst duga væl at samskifta og samstarva við onnur, og so er tað eisini fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu. 

 

Umsókn og CV

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast í seinasta lagi mánadagin 12. juni 2023.

Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á hjalti@apotek.fo.

Søk nú

Upplatingartíðir