18. februar 2019

Fá heilivágin koyrdan til hurðina

Talan er um nýggja tænastu frá Tjaldurs Apoteki til borgarar í Tórshavn.

Um tú ikki hevur møguleika at heinta heilivágin á apotekinum, ber nú til at fáa hann bornan út við Posta.

Gjaldið fyri hesa tænastu er 50 kr. og gjaldast kann bæði við korti og reiðum peningi.

Ring á tlf. 341100 innan kl. 13 gerandisdagar, og fá heilivágin koyrdan til hurðina millum kl 16 og 19 sama dag. 

Tað er umráðandi, at tú ert heima í hesum tíðarskeiði.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir