10. mars 2023

Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági? 9 lærupláss, sum farmakonomur, eru leys at søkja hjá Apoteksverkinum!

Dicillin 500 mg frá Sandoz

9 lærupláss sum farmakonomur hjá Apoteksverkinum leys at søkja:

  • 4 á Tjaldurs Apoteki
  • 1 á Suðuroyar Apoteki
  • 2 á Norðoya Apoteki og
  • 2 á Eysturoyar Apoteki, harav annað læruplássið er sum kombi-næmingur, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum.

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

 

Um læruplássini

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Landssjúkrahúsinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

 

Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:

  • hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
  • hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
  • ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
  • dámar nýggjar avbjóðingar
  • ert búgvin og tekur ábyrgd
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
  • hevur góð samstarvsevni

Lærutíðin byrjar 1. september 2023. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1.mai ella eftir avtalu.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

 

Nærri kunning

Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:

  • Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á kristina.ejdesgaard@apotek.fo
  • Fríða Jensen, apotekara á Suðuroyar Apoteki, á fridi.jensen@apotek.fo   
  • Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki, á nanna@apotek.fo  
  • Ingun Hansen, apotekara á Eysturoyar Apoteki, á ingun.hansen@apotek.fo
  • Elisabeth Joensen-Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo

 

Umsóknir

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta her í seinasta lagi hósdagin 16. mars 2023.

Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Eysturoyar Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film um tað at vera næmingur.

Søk um starv her!

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir