10. mars 2023
Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági? 9 lærupláss, sum farmakonomur, eru leys at søkja hjá Apoteksverkinum!
9 lærupláss sum farmakonomur hjá Apoteksverkinum leys at søkja:
Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Um læruplássini
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.
Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Landssjúkrahúsinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.
Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:
Lærutíðin byrjar 1. september 2023. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1.mai ella eftir avtalu.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:
Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta her í seinasta lagi hósdagin 16. mars 2023.
Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Eysturoyar Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.
Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film um tað at vera næmingur.