Vit sóknast eftir farmakonomi at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsi og framleiðsluapoteki

 

Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomi til starv, sum er tvíbýtt millum Kliniska stápin hjá Landsapotekaranum og Framleiðsluapotekið. Viðkomandi verður partur av kliniska toyminum, sum tekur sær av uppgávum innan kliniska farmasi og logistik í Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum verður viðkomandi partur av framleiðslutoyminum, ið tekur sær av framleiðslu av kemoviðgerðum, heilivági og merkivørum eftir altjóða GMP reglum.

Talan er um fulltíðar starv at byrja skjótast gjørligt, og sum fyribils er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar í kliniska toyminum koma í høvuðsheitum at umfata heilivágstænastu á deildunum og at loysa logistiskar uppgávur, sum knýta seg til økið. Harumframt kemur tann, ið settur verður, at vera við til at undirvísa og ráðgeva sjúkrahússtarvsfólki um heilivág og heilivágsnýtslu. Sum starvsfólk í kliniska stápinum ert tú við at tryggja eina skynsama heilivágsnýtslu á sjúkrahúsinum.

Á Framleiðsluapotekinum verður høvuðsarbeiðsøkið at vera við í toyminum, sum ger kemoblandingar og aðrar blandingar til sjúkrahúsini. Harumframt kemur tann, ið settur verður, at vera við til at loysa aðrar fyrifallandi uppgávur, ið knýta seg til heilivágsframleiðslu sum heild. Sum starvsfólk á Framleiðsluapotekinum skalt tú vera við til at tryggja at arbeitt verður eftir galdandi lóggávu.

Tínir førleikar

Umframt at tú ert útbúgvin farmakonomur, hevur tú áhuga fyri kliniskari farmasi og heilvágsframleiðslu. Royndir innan sjúkrahúsfarmasi, heilivágstænastu ella heilivágsframleiðslu kann vera ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt.

Dentur verður lagdur á, at tú ert ágrýtin, álítandi og sært týdningin í at arbeiða góðskutilvitað. Tað er eisini týdningarmikið, at tú megnar at hava fjøltáttaðar uppgávur og samstundis hava ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.

Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni til at samstarva við ymsar yrkisbólkar. Tú dugir væl at arbeiða í toymi, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at geva títt íkast til, at arbeiðsplássið mennist og at starvsfólkini trívast.

Setanarviðurskifti

Talan er um starv, sum fyribils er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan. Starvið er ásett at vera 40 tímar um vikuna, har helvtin er á Landssjúkrahúsinum og hin helvtin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. apríl 2021. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju https://starv.apotek.fo/Application/Index/4

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090. Tú kanst eisini senda ein teldupost til nielsj@apotek.fo ella ejn@apotek.fo

Les meira um okkum á apotek.fo  

Upplatingartíðir