25. mars 2020

Flótandi paracetamol krevur nú resept frá lækna

Fyribils er útflýggjanar ásetanin av flótandi paracetamol broytt. Paracetamol er at fáa sum Panodil, Pinex og Pamol.

Børn, sum viga meira enn 15 kg, kunnu fáa paracetamol sum tablett, í staðin fyri paracetamol sum stikkpillara ella flótandi heilivág.

Fyri at tryggja veitingina av heilivági við paracetamol til smábørn, so hevur danska Lægemiddelstyrelsen avgjørt, at tað frá 24. mars 2020 bert ber til at fáa flótandi heilivág við paracetamol á forskrift frá lækna, og at paracetamol sum stikkpillari til børn bert kann útvegast á apotekunum, og ikki í handkeypssølum, sum áður.

Sundhedsstyrelsen hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur, har tað verður lýst, at paracetamol sum tablett, ið vanliga verður nýtt av vaksnum, trygt kann verða nýtt til børn sum viga millum 15 og 40 kg. Skamturin skal tó broytast soleiðis, at tað svarar til vektina á barninum. 

Niðast á síðuni er eitt leinki til vegleiðingina, ið Sundhedsstyrelsen hevur gjørt.

Yvirlækni Marie Louise Schougaard Christiansen greiðir m.a. soleiðis frá: "Tá tað kemur pínuviðgerð av børnum, so er rættur skamtur og rættur títtleiki av alstórum týdningi. Av hesi orsøk hava vit gjørt eina tabell, sum útfrá vektini á barninum vísur, hvussu stóran skamt barnið skal hava og hvussu ofta barnið skal hava heilivágin. Í vegleiðingini er eisini lýst, hvussu tablettin kann knúsast, um tørvur er á tí."

Nær skal foreldur seta teg í samband við apotekið ella lækna?

  • Um barnið vigar minni enn 10 kg og hevur pínu, skalt tú seta teg í samband við lækna. Læknin metir síðani, um barnið hevur tørv á paracetamol, og kann í hesum førum útskriva heilivágin á forskrift, um barnið skal hava flótandi heilivág.
  • Um barnið vigar millum 10 og 15 kg, og hevur tørv á viðgerð við paracetamol, so kanst tú keypa barninum paracetamol sum stikkpillara á apotekinum.
  • Børn sum viga yvir 15 kg, og ikki kunnu taka paracetamol sum tablettir, ella knústar tablettir, kunnu eisini nýta paracetamol sum stikkpillara.
  • Um barnið hevur tørv á viðgerð við paracetamol í hægst viðmælta samdøgurskamti í meira enn 1-2 dagar, skalt tú eisini seta teg í samband við lækna.

Børn undir 2 ár eiga bert at fáa heilivágin í samráð við lækna.

Les meira her:

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir