
Bløðrubruni
Vanligastu eyðkennini av bløðrubruna er sviði, tá vatnið skal latast ella kenslan av at vilja pissa alla tíðina, uttan at trongdin er so stór. Eisini kann landið fáa ein annan lukt.
Bløðrubruni er bruni í bløðruslímhinnuni, sum oftast kemst av tarmbakterium – E-coli.
Sum oftast eru tað kvinnur, sum fáa bløðrubruna. Hetta tí landræsið hjá kvinnum er styttri enn hjá monnum, og tí sleppa bakteriurnar frá tarmunum lættari til bløðruna. Bløðrubruni er vanligur hjá barnakonum, og av tí at komplikatiónir kunnu standast av hesum, so verður landið javnan kannað hjá barnakonum.
Kvinnur í skiftisárunum eru eisini í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Trotið viðførir turrar rovur í skeiðini. Hetta betrar um lívskorini hjá bakteriunum, sum kunnu flyta seg longri upp í bløðruna.
Menn fáa sjáldan bløðrubruna, og sum oftast eru tað menn, sum hava trupulleikar frammanundan, sum t.d. við prostata, sum fáa bløðrubruna. Eldri menn fáa oftari bløðrubruna vegna minkandi evni at tøma bløðruna heilt.
Børn hava sjáldan bløðrubruna. Sjúkueyðkennini hjá børnum eru ofta minni ítøkilig - eitt nú veikleiki, tey tola ikki nógv av, hava ikki matarlyst og spýggja.
Bløðrubruni varar som oftast ikki longur enn nakrar dagar. Hendingaferð kann sjúkan spreiða seg upp í nýruni og geva nýrnakokubruna og møguliga eisini blóðeitran.
Hetta kanst tú sjálv/ur gera
- Hevur ein illgruna um bløðrubruna, hjálpir tað at drekka nógmikið. Hinvegin kann ein ikki fyribyrgja bløðrubruna við at drekka nógmikið
- Tøm bløðruna ofta og heilt, serliga fyri songartíð og eftir samlegu
- Tranaber hava víst seg í ein vissan mun at verja fyri bløðrubruna, men skjalprógvanin er ikki mikil og skillig. Ein kann fáa tranaber hylki á apotekinum
- Tað er umráðandi at hava eitt gott reinføri og nýta sápu við einum lágum pH virði, so tær bakteriur, sum eiga at verða í neðra ikki verða týndar. Tað kann júst verða við til, at ein lættligari fær bløðrubruna
- Ansa eftir kuldaávirkan
Tosa við læknan
- Um tú hevur illgruna um bløðrubruna, t.d. um blóð sæst í landinum
Tosa við læknan beinanvegin
- Um tú hevur fepur og møguliga pínu í nýrunum
Viðgerð fyri bløðrubruna
Metir læknin, at ein skal viðgerast, eru tað ymisk sløg av antibiotika, ið kunnu nýtast. Tað vanligasta, ið verður nýtt er sulfonamid (eitt nú Lucosil), pivmecillinam (Selexid – kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin mongdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L), eitt breiðspektrað penisillin (ávirka fleiri bakteriur) ella nitrofurantoin. Viðgerð í 3 dagar fyri bløðrubruna er vanligvís nokk til kvinnur, meðan menn skulu viðgerast í eina viku.
Neyðugt kann eisini verða at fáa fyribyrgjandi viðgerð í longri tíð, um ein hevur afturvendandi bløðrubruna.
Sí eisini https://min.medicin.dk