Bróstsviði og súrur magi

Mong menniskju hava ampa av ov nógvari magasýru. Hesin trupulleiki er ikki neyðturviliga tað sama sum at hava ov nógva magasýru. Onnur viðurskifti gera seg galdandi, t.d. hvussu viðkvæmur magin er fyri magasýruni. Sjáldan er talan um eina álvarsliga sjúku, men hetta er til ampa, um hetta javnan stingur seg upp. Magasýru trupulleikar kunnu elva til tríggjar ymiskar sjúkur: Bróstsviða (refluks), súran maga (dyspepsi) og magasár (ulcus).

Bróstsviði
Bróstsviði er ein pínufull, brennandi ella svíðandi kensla í maganum, aftan fyri bringubeinið ella í hálsinum. Vanliga eru eyðkennini mild og ikki drúgv. Við hvørt, men sjáldan kann bruni koma í vælindinum.

Orsøk
Bróstsviði kemur av, at tað súra innihaldið í maganum rennur uppaftur í vælindið ella í munnin. Fólk siga, at tað rennur uppaftur ella refluks. Niðast í vælindinum er ein lokavøddi, sum skal forða hesum. Um lokavøddin ikki arbeiðir, sum hann eigur, so rennur magasýran uppaftur í vælindið. Av tí at slímhinnan í vælindinum ikki tolir tað súra úr maganum, so elvir hetta til pínu, tí slímhinnan verður skødd. Hendir hetta í longri tíð, so kunnu koma bruni og sár í slímhinnuna.

Vandin fyri, at tað rennur uppaftur, verður størri, um nógv magasevja er, ella um tú hevur etið ríkiligt. Og eisini um eitt hvørt trýstir á  magan. Fólk fáa bróstsviða ofta eftir eina búrmáltíð, ella um tey benda seg framá. Barnakonur kunnu hava bróstsviða og súr rop, tí barnið tekur pláss og trýstir á lokavøddan. Barnakonuhormonið progesteron kann gera, at lokavøddin ikki virkar fullvæl, hann verður ov kraftaveikur. Lokavøddin viknar við aldrinum. Tí hava fleiri eldri fólk bróstsviðatrupulleikar.

Nøkur tjúkk fólk líða av ov nógvari sýru í vælindinum, tí trýstið á lokavøddan er ov stórt. Eisini kann royking elva til bróstsviða og súr rop.

Bróstsviði er ein ógvuliga vanligur ampi. Flest fólk hava upplivað hetta av og á. 

Súrur magi
Tað, ið eyðkennir súran maga, er pína og ampi ovast í maganum. Súrur magi kann benda á, at talan er um bróstsviða, magasár ella krabbamein. Tí er av týdningi, at farið verður til lækna, fyri at útiloka aðra sjúku, um ein javnan hevur hesi sjúkueyðkenni, og ein ikki kennir seg væl. Eisini skulu fólk yvir 45 ár, sum hava sjúkueyðkennini, men sum áður vóru teim ókend,  fara til lækna.

Sjúkueyðkennini koma ofta, tá ið tey eru svong ella hava etið í meira lagi ella hava drukkið alkohol ella hava tikið NSAID, t.d. ibuprofen. 

Orsøk
Orsøkin er ikki kend, men ymisk viðurskifti kunnu vera galdandi. Hildið verður m.a., at orsøkirnar kunnu vera ávikavist, at sodningarlagið verður overvað, ovurviðkvæmi og stúran. 

At viðgera bróstsviða og súran maga
Fleiri av teim, ið hava bróstsviða og súran maga, kunnu vinna á sjúkunum við at broyta lívsførslu. ”Tað tú kanst gera” stendur niðast. 

Mild og tilvildarlig eyðkenni kunnu viðgerast við ávikavist sýruneutraliserandi heilivági (antacida), heilivági, sum „leggur lok“ á magasýruna, ella heilivági, sum minkar um sýruframleiðsluna (H2-blokkarar ella sýrupumputarnarar), samstundis sum at roynt verður at halda seg burtur frá tí, sum kann elva til bróstsviða og súran maga. Um viðgerð við heilivági úr handkeypi ikki hjálpir, eigur tú at fara til lækna og at verða kannað/-ur.

Um sjúkurnar eru ringar og afturvendandi, so eigur ein at seta seg í samband við læknan. Læknin kann byrja viðgerð við sýrupumputarnara - vanliga 1 ferð um dagin í 4 vikur. Sjúkueyðkennini hvørva ofta skjótt, men týðandi er at halda fram í 4 vikur, tí at møguligir sýruskaðar í vælindinum verða grøddir í longri tíð.

Høvuðsendamálið við viðgerðini er at linna sjúkueyðkennini, at kunna um støðuna og at sissa, at hetta ikki er ein álvarsom sjúka, um aðrar sjúkur ikki eru til staðar.

Magasár
Magasár er eitt sár í slímhinnuni í maganum (ventrikkulin) ella í ovara parti í buggørnunum (tólvfingratarmunum).

Orsøk
Vanliga eru slímhinnurnar í maganum mótstøðuførar fyri magasýru. Men viknar magaveggurin, so kann magasýran tæra slímhinnuna, og av hesum kemur sár.

Vanligasta orsøkin til bruna í slímhinnuni er bakterian Helicobacter pylori, sum fólk eru vorðin smittað av sum børn. Henda bakteria kann trívast í maganum, hóast magasýran er sterk. Mong hava helicobacter-bakteriuna í maganum alt lívið, uttan at tey merkja nakað til tað. Tað eru bert o.u. 15% av teim, sum hava bakteriuna í maganum, sum fáa magasár.

Tú kanst eisini fáa magasár av at taka ávísan heilivág fyri liða- og vøddapínu, t.d. giktheilivág av NSAID-týpuni – eitt nú ibuprofen (t.d. Ipren®) og acetylsalicylsýru (t.d. Kodimagnyl® og Treo®), tí hesin heilivágur ávirkar slímhinnuna í maganum.

Um tú roykir, so verður vandin fyri at fáa magasár størri, men onki bendir á, at ein ávísur kostur ella alkohol kunnu elva til magasár. Heldur ikki bendir nakað á, at strongd elvir til magasár.

Sjúkueyðkenni
Vanligastu sjúkueyðkennini eru pína í ovara parti av maganum, sum ofta linkar, tá ið ein etur, tí magurin neutraliserar magasýruna, ella tá ið ein tekur sýruneutraliserandi heilivág (antacida). Men máltíðin ger samstundis, at meira sýra verður gjørd, og tí er pínan ofta ringast ein tíma eftir, at tú hevur etið. Pína um náttina er eisini eitt eyðkent sjúkueyðkenni.

Vaml og spýggjan eru heldur ikki ókend. Summi hava bróstsviða og súr rop. Bløðir magasárið, so verður skarnið svart, og fólk kunnu spýggja blóð, sum líkist kaffigruggi.

Viðgerð
At viðgera magasár er treytað av, um sjúklingurin er smittaður av Helicobacter pylori bakteriuni ella ikki. Hóast eyðkennið kann tykjast greitt magasár, so kann læknin ikki avgjørt avgera tað, uttan fyrst at kanna magan. Við einum gastroskopi flytur læknin ein magakikara (gastroskop) niður gjøgnum vælindið. Við tólinum sær læknin týðiliga slímhinnuna í maganum. Samstundis kann læknin taka eitt sindur av vevnaði til nærri kanningar. 

Um talan er um Helicobacter, so verður viðgerðin ein sonevnd eradikatiónsviðgerð (viðgerð, ið týnir bakteriuna). Nevnda viðgerð er ein sýrupumputarnari og tvey sløg av antibiotika. Viðgerðin varir 7-14 dagar.

Er sjúklingurin ikki smittaður av Helicobacter pylori, og magasárið er komið av acetylsalicylsýru ella NSAID viðgerð, so er týdningarmikið at steðga viðgerðini og møguliga skifta til aðra pínustillandi viðgerð t.d. paracetamol. 

Á ymsan hátt kann sýruframleiðslan í maganum minkast. At viðgera magasár verður oftast ein sýrupumputarnari ella ein H2-blokkari valdur. Í báðum førum verður sýruframleiðslan minkað. Læknin kann seta viðgerðina til 4 vikur. Viðgerartíðin verður longd, um sjúklingurin ikki er sloppin undan sjúkueyðkennunum, ella um sárið ikki er lekt.

Tað tú kanst gera
Hesi ráð eru ætlað teim, ið hava bróstsviða, men tey, sum hava súran maga, hava eisini gagn av teimum. 

  • Et ikki mat, sum tú av royndum veitst, ger støðuna verri, t.d. sterkt kryddaðan mat, feitan mat, royktan mat og súran mat, juice, kaffi
  • Et ikki nógv og seint um kvøldið – tað økir um náttligu sýruframleiðsluna
  • Et ikki í 3 teim seinastu tímunum, áðrenn tú leggur teg
  • Drekk ikki ov nógv kaffi
  • Roykir tú – legg av
  • Lyft høvdalagið 15-20 cm, um tú hevur pínu um náttina
  • Vigar tú ov nógv, so royn at lætna
  • Ver ikki í ov trongum klæðum – tað kann linka bróstsviða
  • Hart lív verður viðgjørt
  • Royn at sleppa undan arbeiðsstøðum, sum gera, at tú bendir teg ov nógv framá í longri tíð
  • Minka um ella royn at sleppa undan heilivági sum NSAID/ASA - eitt nú Ipren® og Kodimagnyl®  (serliga tey, ið hava súran maga), tí heilivágurin hevur hjáárin, sum kann gera verjuna í slímhinnuni í maganum veikari

Nær skalt tú fara til lækna? 

  • Um tú í meira enn 2 vikur hevur havt ilt við at svølgja ella pínu, tá ið tú svølgir
  • Um tú áhaldandi spýrt ella spýrt blóð
  • Um tú ert bleik/-ur, móð/-ur ella svimbul
  • Um tú óskiljandi ert lætnað/-ur meira enn 3 kg
  • Um tú ert yvir 45 ár og ikki hevur havt sjúkueyðkenni áður
  • Um tú ert yvir 45 ár og áhaldandi hevur sjúkueyðkenni
  • Um tú framvegis hevur sjúkueyðkenni eftir viðgerð í 2-4 vikur.

 

Leinkjur: 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00