Fótasoppur

Fótasoppur er ein tann mest vanliga soppaígerðin. Umleið 15% av íbúgvunum hava fótasopp, tó flest ung og vaksin.

Fótasoppur trívist best í hita, og har tað er ráligt. Trupulleikin er vanliga størstur hjá teimum

  • sum ganga í ov tøttum gummiskóm
  • sum ikki turka føturnar nøktandi eftir bað
  • ella sum ganga nógv til svimjing, ítrótt ella fimleik/fitness

Soppasmittan kemur ofta av sambandi við handklæði, skógvar ella gólv. Soppur kann eisini spreiða seg til aðrar partar av kroppinum. Tað er tí av størsta týdningi at viðgera fyri fótsopp sum skjótast.

Tekin um fótasopp

  • Fótasoppur sæst oftast millum 4. og 5. tá, og sæst sum skriðandi og flusut útbrot millum tærnar
  • Húðin verður reyð, og kanska síggjast smáar vætufyltar bløðrur 

Gott at vita um fótasopp

  • Vaska tær um føturnar dagliga og turka tær væl, áðrenn tú letur teg í hosur og skógvar
  • Nýt sandálur í umklæðingar- og baðirúmum
  • Um tú hevur fótasopp, skal tú turka føturnar til seinast
  • Um handklæðið hevur verið í samband við fótasopp, skal tað vaskast í minsta lagi 60 hitastigum
  • Nýt bummuls- ella ullintar hosur ella sokkar og skift dagliga ella oftari, um føturnir eru vátir
  • Latið vera við at nýta skógvar úr eftirgjørdum tilfari - brúka leður ella sandálir, soleiðis at hiti og væta sleppa burtur
  • Til ber eisini at nýta deodorant, sum fæst á apotekinum 

Viðgerð fyri fótasopp

Fótasoppur kann sum oftast viðgerast við lokalvirkandi handkeypsheilivági, sum er at finna bæði sum krem, gele og flótandi væta. Tað, sum er umráðandi, tá ein skal viðgerast við hesum heilivági, er, at man setir seg væl inní, hvussu hetta skal nýtast. Til dømis er umráðandi at seta seg inní, hvussu ofta og hvussu leingi ein skal brúka heilivágin, alt eftir hvat slag ein velur. Um ein ikki nýtir heilivágin rætt, er stórur vandi fyri, at soppurin kyknar upp aftur. 

Á apotekinum fæst hjálp og vegleiðing um, hvat slag hóskar best til tín, og hvussu hetta skal nýtast.

Sí meira kunning um heilivágin á http://min.medicin.dk

Tosa við læknan:

  • Um hetta er fyrstu ferð, tú upplivir hesi eyðkennini
  • Um tú ert í iva um eyðkennini
  • Um tú hevur diabetes
  • Um tú hevur sopp í neglunum

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00