Hjartablaktran og Hjartamagnyl

Danska heilsustýrið hevur givið nýtt tilfar út um hjartablaktran og samansetingina av Hjartamagnyl (acetylsalicylsýru) og Marevan (warfarin).

 

Tilfar er gjørt bæði til almenning  og til læknar.

Orsøkin til hetta er, at samansetingin av Marevan og Hjartamagnyl ikki vísir seg at hava betri árin, men heldur fleiri hjáárin.

 

Kanningar vísa, at uml. 100.000 danir líða av hjartablaktran, og hvørt ár verða 15.000-20.000 nýggir tilburðir staðfestir. Vandin fyri at fáa hjartablaktran økist við aldrinum, og uml.10 % av fólki eldri enn 75 ár líða av hesum.

 

Ein við hjartablaktran er í størri vanda fyri at fáa blóðtøpp ymsastaðni í kroppinum. Um blóðið ikki verður pumpað nóg væl ímillum hjartakømurini, kann hetta elva til, at blóðið stadnar. Tá tað síðan ferðast gjøgnum kroppin, kann tað seta seg sum ein tøpp í tær smærru æðrarnar

Tá hugsað verður um blóðtøpp í heilanum, er orsøkin í 5.hvørjum føri hjartablaktran.

Viðgerðin fyri hjartablaktran er blóðtynnandi heilivágur, og oftast verður viðgjørt við Marevan.  

 

Tann blóðtynnandi heilivágurin fyribyrgir, at blóðið lættliga stadnar. Hetta virkar sostatt til, at blóðið ikki klumpast og verður til ein tøpp, sum síðan kann seta seg fastan í æðrarnar.

Tað er av stórum týdningi, at viðgerðin verður væl fylgd, tá ov stór nøgd av blóðtynnandi heilivági kann geva álvarsligar bløðingar. Hinvegin, um nøgdin er ov lítil, er vandin fyri blóðtøppi størri.

Tekin, um at ein kann hava ov tunt blóð, kunnu t.d. vera bløðingar í tannkjøtinum ella úr nøsini. Álvarsligari bløðingar kunnu taka seg upp í maga-tarm rásini ella í heilanum.

 

Fleiri fólk, sum fáa viðgerð við Marevan fyri hjartablaktran, fáa samstundis  hjartamagnyl. Henda samanseting er ikki heppin, tá vandin fyri at fáa álvarsligar bløðingar økist, samansetingin hevur heldur ikki betri árin.

Tí verður viðmælt, altíð at siga læknanum ,við hvørjum heilivági ein verður viðgjørdur , eisini hondkeypsheilivági.

Tó skal ein tosa við læknan, áðrenn steðga verður at taka Hjartamagnyl, tí í undantaksførum kann vera neyðugt at fáa viðgerð bæði við Marevan og Hjartamagnyl.

 

Kelda:

http://sundhedsstyrelsen.dk/da/nyheder/2014/pas-paa-hjertet,-naar-det-flimrer

 

Leinki til faldarar um evni: 

http://www.irf.dk/download/ak_filer/patientfolder_apotek.pdf

http://www.irf.dk/download/ak_filer/irf_2014_patientfolder_laege.pdf

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00