Hvat er hjartakrampi?

Hjartað fær blóð frá sínum lívæðrum, sum veita  kyknunum í hjartavøddunum súrevni og føðsluevni. Um ólag kemur í hesa skipan, kann hjartakrampi koma fyri. Hjartakrampi verður eisini kallaður angina pectoris, ið merkir bróstpína, og, sum navnið eisini sipar til, kennist tað sum pína í bróstkassanum

Angina pectoris verður ofta lýst sum trýst, ið sum oftast byrjar aftan fyri bróstbeinið – ella sum ein ringur, ið spennir saman um bringuna. Pínan kann eisin seta út í armar, øksl, háls og í ryggin.

Angina pectoris er ikki ein sjúka í sjálvum sær, men pína í bringuni, orsakað av súrevnistroti til hjartað, er eitt tekin um treinging av hjartalívæðrini.

Sjúkueyðkenni sum hesi kunnu eisini koma fyri:

  • Andaneyð
  • Hjartabankan
  • Sveittatúrar
  • Svimbul
  • Vaml
  • Møði

Angina pectoris kemur av, at tørvurin á súrevni til hjartað er størri enn mongdin, sum hjartað fær. 

Orsøk

Serliga kemur pínan í sambandi við likamliga ella sálarliga overving, t.d gongd í trappum, í kulda ella í strongdum støðum heima ella til arbeiðis. Pínan hvørvur oftast eftir 2-10 minuttum, um hvílt verður.

Tær allarflestu orsøkirnar til hjartakrampa koma av æðrakálking, men kunnu eisini koma av øðrum hjartasjúkum, sum t.d. hjartaklaffasjúku ella ov høgum stoffskifti.

Æðrakálking, sum kann elva til hjartakrampa, kann koma av:

  • royking
  • tað at vera maður
  • arvaeginleikar
  • fiti
  • ov høgt kolesterol
  • sukursjúku
  • tvørrandi rørslu
  • ov høgum blóðtrýsti
  • aldri
  • strongd 

Varsemisráð

  • Tað er umráðandi at sleppa sær av við so nógvar av undannevndu orsøkum sum gjørligt.
  • Váðin fyri æðrakálking er lítil, um arvaeginleikin ikki liggur í, um vektin er hóskandi, um ein rørir seg nóg mikið, um ein ikki roykir og roynir at sleppa undan strongd.
  • Hevur ein sukursjúkuna, er umráðandi at ansa serliga væl eftir blóðtrýstinum og teknum um æðrakálking
  • Hevur ein fingið sjúkugreininga angina pectoris, er sera umráðandi at fylgja ráðum frá lækna um heilivág, mat og rørslu.  

Viðgerð

Viðgerð við heilivági hevur 2 endamál:

  1. At avmarka ella at fáa angina pectoris herðindini at hvørva.
  2. At fyribyrgja at æðrakálking í hjartanum versnar.

Nitroglycerin kann brúkast at viðgera pínuna av angina pectoris herðindum. Hesin heilivágur kann eisini brúkast til at fyribyrgja angina pectoris, t.d áðrenn likamliga overving. Tað víðkar blóðæðrarnar og økir á tann hátt blóðrenslið til hjartað, so at súrevnistrotið hvørvur.

Nitroglycerin fæst sum tablettir og pístr (spray), sum verður lagt ella pístrað undir tunguna. Pístr virkar innan ½-1 minutt og varir í 10-30 minuttir, meðan tablettirnar virka innan 1/2-5 minuttir og halda í 30-60 min.

Betablokkarar og Calciumantagonistar fyribyrgja angina pectoris, blóðtøpp í hjartað og óró á hjartalagnum. Tey lækka pulsin og blóðtrýstið, minka um arbeiði fyri hjartað og avmarka soleiðis súrevnistrotið til hjartað.

Nitratir eru langtíðarvirkandi nitroglycerin, tvs. nitroglycerin sum depottablett. Tað virkar á sama hátt sum nitroglycerin, men bara longur.

Statinir skerja nøgdina av kolesteroli í blóðinum og fyribyrgja á tann hátt, at æðrakálkingin versnar.

Hjartamagnyl fyri at fyribyrgja einum blóðtøppi í hjartanum. Hetta niðursetur virknaðin av blóðplátunum og tískil vandanum fyri einum blóðtøppi.

Skurðviðgerð

Endamálið við skurðviðgerð er at skerja ella fáa herðindini av bróstpínu at hvørva. Hetta kann gerast við at fáa økt blóðrenslið til hjartað. Tað verður gjørt við tí, ið kallast ballónvíðkan, PCI ella bypass-skurðviðgerð.

Ymisk sløg av angina pectoris

  • Støðug angina pectoris
    Við støðugari angina pectoris kemur bróstpínan, tá ið hjartað arbeiðir harðari enn vanligt, sum t.d við likamligari ovbyrjan.
    Pínan varir ofta undir 5 minuttir og hvørvur eftir hvíld ella við heilivági (nitroglycerin).
    Orsøkin er æðrakálking í einari av hjartalívæðrunum.
    Hetta kann viðgerast bæði við heilivági og við skurðviðgerð.

  • Óstøðug angina pectoris
    Við óstøðugari angina pectoris kemur pínan harafturímóti heldur óvæntað, meðan ein hvílur. Her er talan so at siga um ein blóðtøpp í hjartanum, men tó er æðrin ikki heilt tipt.  
    Tí minna sjúkueyðkennini um blóðtøpp í hjartanum. Her kemur pínan sum sagt, meðan tú hvílir, t.d. meðan ein svevur ella er eitt sindur ovbyrjaður. Hendan pínan varir ofta í meiri enn 5 minuttir og upp í fleiri tímar, og hvørvur ikki eftir hvíld ella við heilivági. 
    Óstøðug angina pectoris verður viðgjørd sum blóðtøppur - bæði við heilivági og við skurðviðgerð.

  • “Variant” angina pectoris
    Orsøkin til “variant” angina pectoris er krampi/spasmur í krúnulívæðrini. Kramparnir kunnu útloysast av td. kokain, tungari sálarligari strongd/pínu, men eisini av royking og eitt nú tilhald í ógvusligum kulda. Kann eisini koma uttan nakra kenda orsøk. Hetta er serliga hjá ungum.
    Viðgerðin er bert við heilivági og skal fyribyrgja krampum í krúnulívæðrini. 

Til lækna

  • Set teg altíð í samband við lækna, um talan er um hjartakrampa
  • Hvørvur pínan av hvíld, so set teg í samband við lækna ella ring 1-1-2

Les meira á http://www.hjerteforeningen.dk  

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00