Høvuðpína

Næstan øll hava havt høvuðpínu. Gjøgnum lívið hava 3 út av 4 upplivað at hava høvuðpínu eina ella fleiri ferðir. 8 út av 10 hava havt høvuðpínu tað seinasta árið. Umleið 4-5 % sigast at hava høvuðpínu eina ella fleiri ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið.

Hjá børnum hava 40 % havt høvuðpínu, áðrenn tey eru 7 ára gomul og 70 %, áðrenn tey eru 15 ára gomul.

 

Hvat er høvuðpína?

Høvuðpínu er pína í høvdinum og ovasta partinum av nakkanum. Hon kann kennast ógvuliga ymisk frá persóni til persón. Man kann bæði hava ilt í bara aðrari síðuni av høvdinum ella í øllum høvdinum. Tað kann kennast sum ein dunkandi, nívandi pína ella sum ein ringur, ið verður spentur um høvdið.

Tað eru serliga tvey sløg av høvuðpínu, sum er orsøk til nógv tann størsta partin av ringum tilburðum.  Tað er spenningshøvuðpína og migrena.

 

Hví fær ein høvuðpínu?

Í teimum flestu tilburðunum kennir man ikki orsøkina til høvuðpínuna. Men tað er nógv ymiskt, ið kann vera orsøk til høvuðpínu.

Lufttrýst: Summi eru serliga viðkvom fyri lág- og hátrýstskifti.

Árstíðirnar: Hiti, kuldi, sólarljós ella harður vindur.

Matvanar: Óregluligar máltíðir ella vætutrot. Ávísar matvørur kunnu eisini vera orsøk til høvuðpínu.

Heilivágur: Ovurnýtsla av høvuðpínuheilivági kann geva høvuðpínu, um hann verður tikin yvir longri tíð ella ávísur heilivágur kann geva høvuðpínu, sum eitt hjáárin.

Lívsstílur: Strongd av arbeiðsorsøkum ella persónligum orsøkum. Ov lítil svøvnur ella keðiligir svøvnvanar.

Kvinnur og hormonir: Kvinnur kunnu uppliva at fáa høvuðpinu, tá broytingar í hormonjavnvágini  henda.

Arbeiðsstøða: Er ein vanlig orsøk til høvuðpínu, t.d. um ein situr skeivt við sítt skriviborð.

 

Spenningshøvuðpína

Spenningshøvuðpína er vanligasta høvuðpína. Orsøkirnar til spenningshøvuðpínu kunnu vera nógvar, t.d. strongd, svøvnloysi, vætutrot, tonn- og munnbittrupulleikar ella kanska fingið eitt slag í høvdið.

Spenningshøvuðpína følist, sum tað trýstir og spennir í øllum høvdinum. Ofta følist tað sum ein ringur verður spentur um høvdið. Hon kann vara alt frá 30 minuttum og heilt upp til 7 dagar. Høvuðpínan gerst vanliga ikki verri við at íðka ítrótt ella annað ítriv.

 

Góð ráð

Finn orsøkina til høvuðpínuna og royn at lætta um hana við t.d. at broyta arbeiðsstøðu ella arbeiðslag og minka um orsøkirnar til tað, ið kann strongja.

Liva eitt sunt lív. Sov væl – hvørki ov nógv ella ov lítið. Et regluligt og drekk í minsta lagi 1,5 litrar av vætu um dagin. Íðka motión javnan og gjarna í frískari luft. Um neyðugt ber til at fara til fysioterapeut.

 

Heilivágur

Fyrsta val til at viðgerða spenningshøvuðpínu er (ífylgi www.irf.dk) paracetamol (t.d. Pinex®, Panodil®). Tað vísir seg, at paracetamol ofta hevur líka góðan virkna sum ibuprofen (t.d. Ipren®, Brufen®). Ibuprofen verður frámælt vegna tey keðuligu hjáárini, sum ibuprofen kann hava. Her er serliga talan um tey hjáárini viðvíkjandi maganum. Tað skal líka viðmerkjast, at hjáárini við ibuprofen sær man serliga, um man tekur ibuprofen fast í eitt longri tíðarskeið. Men tað kann vera ymiskt frá persóni til persón, tá summi kunnu vera meira viðkvom enn onnur.

Tvørturímóti hevur paracetamol ongi vanlig hjáárin, bert nøkur sjáldsom hjáárin, sum kunnu koma fyri hjá 0,01 - 0,1 % av teimum, sum taka tað. Hetta er sjálvandi við tí atliti, at tann viðmælta skamtanin verður hildin.

 

Migrena

Man kennir ikki við vissu orsøkina, hví man fær migrenu, men tað kann t.d. koma av strongd, reyðvíni, alkoholi, osti, sjokolátu, menstruatión, svongd ella ov lítið av svøvni.

Migrena kann koma í øllum aldursbólkum, og eru tað 16 %, sum uppliva eini ella fleiri migrenuherðindi gjøgnum lívi og gott 5 % meira enn eini herðindi um mánaðin. Migrenan byrjar ofta áðrenn 40 ára aldurin. Tað er óvist, men møguliga vegna hormonjavnvágina hjá kvinnum, eru tað tríggjar ferðir so nógvar kvinnur, ið fáa migrenu enn menn.

Migrena er ein dunkandi pína, ofta í takt við pulsin. Ofta ein ring pína í aðrari helvtini av høvdinum. Migrena gerst verri við kropsligum arbeiði.

 

Migrena við aura og uttan aura

Migrena uttan aura kann vara leingi, heilt frá 4 til 72 tímar. Man fær ring herðindi av høvuðpínu við fylgjandi sjúkueyðkennum, sum t.d. vaml og spýggjan, harumframt viðkvæmi fyri ljósi og ljóði. Eftirfylgjandi kemur ofta møði og máttloysi.

Migrena við aura fær man sjúkueyðkenni 5-30 minuttir, áðrenn høvuðpínan kemur. Tað er tó ikki altíð, at høvuðpínu kemur eftir aura sjúkueyðkennini. Tey eru ofta sjónórógvan t.d. bleiktrandi ljósglampi. Man kann uppliva “føli”ólag ella lyndi at sløðra . Tað eru 20 - 30 % av øllum við migrenu, ið hava aura.

 

Góð ráð

Fyrst og fremst er tað umráðandi at sleppa undan teimum tingum, ið kunnu elva til migrenu. Altíð umráðandi at vera væl kunnaður um sjúkuna.

Undir migrenu herðindunum hjálpir ofta at liggja í einum myrkum, stillum og køldum rúmi við einum køldum lappa á pannuni.

 

Heilivágur

Herðindisheilivágur

Fyrsta val til viðgerð av migrenu er Paracetamol (t.d. Pinex®, Panodil®). Annað val er triptanir (t.d. Sumatriptan (Imigran®), Eletriptan (Relpax®)).

Triptanir skulu helst takast tíðliga í herðindunum, men ikki undir aura eyðkennunum, tí heilivágurin riggar ikki væl tá. Man tekur 1 skamt við migrenuherðindi, og virkar fyrsti skamtur ikki, vinnur man einki við at taka skamt afturat. Men um fyrsti skamtur virkar, og sjúkueyðkennini koma aftur, kann man taka 1 skamt afturat innanfyri 24 tímar og skal tað í minsta lagi vera 2 tímar millum báðar skamtirnar. Triptanir mugu ikki brúkast meira enn 9 dagar um mánaðin, tí við ovurnýtslu kann man fáa ”heilivágs-ovurnýtsluhøvuðpínu.”

 

Fyribyrjandi heilivágur

Fyribyrgjandi heilivágur fyri migrenu kann minka talið av herðindum og ringastu pínu av teimum.

Tað er altíð í samráð við lækna, at man byrjar við fyribyrgjandi heilivági.

Viðmælt er at umhugsa fyribyrgjandi heilivág, um man hevur meira enn 2 ring migrenuherðindi um mánaðin. Um herðindi gerast longri og verri, um herðindi minka um lívsgóðskuna, og um herðindisheilivágurin ikki virkar nøktandi. (sí fyribyrgjandi viðgerð á pro.medicin.dk)

 

Spenningshøvuðpínu ella migrenu?

Umráðandi er at kenna munin millum hesi bæði sløgini av høvuðpínu, so man kann fáa ta røttu viðgerðina og sleppa undan, at høvuðpínan gerst verri.

Spenningshøvuðpína

Migrena

 

Pína er støðug. Trýstir og spennir í øllum høvdinum. Ofta følist tað, sum ein ringur verður spentur um høvdið

 

 

Pínan er í aðrari helvtini av høvdinum og er dunkandi. Ofta í takt við pulsin

 

Kemur í skiftum, 1 – 14 dagar per mánað

 

 

Kemur ofta fyri 1 – 2 ferðir um mánaðin

 

Pínan er ikki serliga ring/eitt sindur ring

 

 

Fylgjan er ofta vaml og spýggjan

 

Møguliga eymur í nakka og munnbittrupuleikar  

 

 

Hjálpir at liggja í einum myrkum, stillum og køldum rúmi

 

 

Leinkir:

www.sundhed.dk

www.pro.medicin.dk

www.netdoktor.dk

www.netpatient.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00