Kambfjaðrar

Kambfjaðrar, verruca vulgaris, er ein av okkara vanligastu virussmittum í húðini.

Tað er ein ígerð við "Humant Papillomavirus"(HPV), sum elvir ampa á húðina, ið er atvoldin til kambfjaðrar, millum annað, at rovan (ytsta húðarlagið) tjúknar.
Kamfjarðar eru ymiskar í stødd frá 1 mm til 1 cm í diametur.

Mong sløg eru av kambfjaðrum

Á hondum taka kambfjaðrar seg ofta upp við neglirnar og á fingrunum. Við hvørt eru tær átøkar smáum blómkáli.

Vanligt er at skilja millum tvey sløg av kambfjaðrum. Tær eyðkendu kambfjaðrarnar, sum vaksa uppeftir, verða nevndar exofytiskar. So eru eisini kambfjarðar, ið vaksa inneftir, endofytiskar.

Ytru blóðæðrar

Kambfjaðrar á hondum eru tær eyðkendu upphorvandi (vaksa uppeftir), meðan tær, ið koma á føturnar, eru flatari.

Á fótunum taka tær seg aloftast upp, har skógvar mangan eru í so trongir undir iljunum. Tað er sárt, tá tær koma undir stigið (tá fóturin verður settur júst á tað eyma staðið).

Verður hugt gjøllari at kambfjaðrum á fótum, síggjast ofta smáir svartir blettir (ella prikkar), ið stava frá tunnum blóðæðrum undir húðini.

Atvoldin til, at kambfjaðravirusið kann festa seg í húðina, er, at húðin er stokkin. Virusinum tørvar eitt op, tískil taka kambfjarðar seg mangan upp á støðum, har húðin oftast støkkur sundur.

Tað eru ymisk sløg av "Humant Papillomavirus" (HPV), og líkjast tey ikki hvørt øðrum, men avgerandi er, hvar á kroppinum tey bróta út.

Ein kambfjøður á hondini kann síggja øðrvísi út enn ein kambfjøður undir ilini, hóast hon stavar frá sama virusslagi. Ein kambfjøður í naglarótini kann til dømis ávirka sjálva neglina.

Í andlitið kemur tað, ið vanliga verður kallað flatar kambfjaðrar. Atvoldin er eitt annað slag av virusi enn tað, ið elvir til kambfjaðrar á hondum og fótum.

Hvussu smitta kambfjaðrar?

Kambfjaðrar smitta við beinleiðis húðarsambandi - húð móti húð, men eisini óbeinleiðis, eitt nú av gólvi og kanska eisini av handklæði. Kambfjaðravirusið kann yvirliva uttanfyri kroppin heilt leingi.

Ein tann eyðkendasta smittuleiðin er gólvið í svimjihøllum og skiftingarklivum.
Kambfjaðrar á fótum breiða virusbitlar við húðfløkum kring um á gólvinum. Ofta eru smáar rivur í teirri vátu húðini, ið eru viðkvæmar fyri smittu. Ein verður sostatt smittaður annaðhvørt við beinleiðis sambandi ella av kambfjaðra virusbitlum í húðfløkum á gólvinum.

Fyri at sleppa undan at smitta onnur, eiga tey, ið hava kambfjarðar á fótunum, ikki at ganga skóleys og skola væl og virðiliga eftir at hava verið í bað.
Roynt hevur verið at minka um smittuvandan við at smyrja glært neglalakk á kambfjaðrarnar, men tað munar ikki stórvegis.

Hvussu long tíð gongur eftir, at ein er smittaður, til kambfjaðrarnar koma fram?

Tilgerðartíðin er ymisk og kann verða drúgv. Virusið kann liggja í dvala eina tíð, áðrenn kambfjaðrarnar koma fram, frá vikum upp í mánaðir, so tað er ringt at siga, nær ein er vorðin smittaður.

Summi kunnu renna runt skóleys í fimleikahøllum, svimjihøllum og baðstovum, har ørgrynna av kambfjaðravirusi er uttan at fáa eina kambfjøður.

Hví fáa summi kambfjaðrar og summi ikki?

Tey flestu eru helst fyri smittuvanda onkuntíð - ella fleiri ferðir - í lívinum, tað er bara ógjørligt at sleppa undan. Men summi hava eina sterka immunverju, ið basir virusinum. Ein fær bara eina dulda, lina ígerð. Onnur tykjast ikki at hava eins sterka verju.

Trupulleikarnir kunnu draga út í langa tíð. Tað er sera ymiskt frá einum til annan, hvussu smittuviðkvæmur ein er. Enn vita vísindini ikki alt um hetta, men dúgliga verður granskað.

Hvussu verða kambfjaðrar viðgjørdar?

Best er at bíða og vita, um ein megnar at standa ímóti. Tað merkir, at immunverja kropsins fer í hernað ímóti kambfjaðravirusinum. Umleið helvtina av kamfjaðrum hjá børnum hvørva innan 1-2 ár uttan viðgerð. Tí er tað kanska tað frægasta at bíða, tá talan er um børn, av tí at viðgerðin mangan er pínufullari enn sjálvar kambfjaðrarnar. Annars eru eingi serstøk ráð, sum kunnu hjálpa børnum undir 6 ára aldri, men ein møguleiki er at royna plástrið (Compeed líktorn plástrið) við ongari salicylsýru, tí sýran er ov sterk fyri húðina hjá børnum undir 6 ár. Eru trupulleikar ella roynt verður at skunda undir grøðingina, eru ráð fyri kambfjaðrum á hondum og fótum, sum kunnu roynast á børnum yvir 6 ár.

Hetta kann ein sjálv(ur) gera!

Eingin háttur at grøða kambfjaðrar er til, men plágast ein av teimum, ber til at royna eini ráð móti kambfjaðrum.

Smyrjið eitt nú Verucid-liniment á tær, ið eru ringar at basa og koma aftur á hendur og føtur.
Ein annar møguleiki er "Compeed plástur". Bæði hesi kunnu keypast í handkeypi á apotekinum.
Í hesum tveimum ráðum er salicylsýra í, ið virkar bloytandi og upploysandi.Ansið tí eftir húðini uttanum kambfjaðrarnar, tá hetta evnið verður smurt uppá. Ein kann smyrja vaselin og/ella seta ein filtring rundan um kambfjaðrarnar.

Neyðugt er at bloyta kambfjaðrarnar í sápubaði, hereftir verður tann deyði vevnaðurin tikin burtur við at skava/skera burtur av teimum (sí leiðbeiningina á hylkinum/kunningarlepanum.)

Spyr eisini á apotekinum.

Í longsta lagi tríggjar mánaðir

Drúgv tíð gongur at viðgera kambfjaðrar, og viðgerðin skal halda fram, til kambfjaðrarnar eru horvnar. Gevist kortini við viðgerðini, eru kambfjaðrarnar ikki horvnar eftir trimum mánaðum.
Hesi ráð fyri kambfjaðrum mugu, sum sagt áður, ikki nýtast til børn undir 6 ár.

Eisini kann ein brúka filtringar, sum kunnu lætta trýstið á fótkambfjaðrunum. 

Nær skal so farast til lækna?

  • Tá ein er avtakin við kambfjaðrum. Tað kann eisini vera gott at fáa staðfest, at tað veruliga er ein kambfjøður, ein í langa tíð hevur roynt at viðgera á ymsan hátt, men til fánýtis. 
  • Við hvørt kann ein fáa ilt av kambfjaðrum. Tá skal viðkomandi ikki halda fram at viðgera tær sjálvur. Tá eigur at verða farið til lækna. 
  • Ein eigur ikki sjálvur at viðgera kambfjaðrar í andlitinum. Tær eru í einum so viðkvæmum ella eymum øki.
  • Ein diabetikari skal leita sær læknahjálp, av tí at vandi er fyri illa grøðandi sárum.
  • Fyrr var vanligt at brenna kambfjaðrar við laser, men tað eru tey varnari við í dag. Tað fer í so djúpt, og greflig arr kunnu standa eftir.
    Í einstøkum førum verður tað framvegis roynt, men undir iljunum verður farið varliga fram. Tann, ið fer til lækna nú á døgum fyri kambfjaðrar, fær í staðin frystiviðgerð, sum kann verða pínufull.
    Kambfjaðrarnar verða frystar við flótandi kølievni í 5-15 sekund, 2.-3.- hvørja viku hjá lækna  Hetta hevur við sær, at tær detta av.
    Mangan er neyðugt við fleiri viðgerðum, áðrenn kambfjaðrarnar hvørva. Men at enda hjálpir tað sjálvt fyri kamfjaðrar, ið eru ringar at fáa burtur, og sum tað ikki hevur eydnast við sjálvsviðgerð.
    Kortini er eingin viðgerð í dag, sum við vissu kann beina fyri kambfjaðrum.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00