Krím

Krímsjúka, beinkrím ella influensa er tann vanligasta av øllum sjúkum. 

Sjúkan kann geva:

  • Eymar vøddar og eym lið
  • Høvuðpínu
  • Fepur millum 38 og 40 stig
  • Ringan matarlyst
  • Nasablóð
  • Eyman háls 
  • Turran hosta 

Sjúkan smittar illa sum dropasmitta við hosta ella njósa og varir sjáldan longri enn eina viku. Krím er vanligt seint um heystið og út á veturin.

Krím kemur av influensu- ella krímvirusi, sum setir seg í munn, nøs, háls ella lungu. Av tí at krím skyldast einum virusi, kann penisillin ikki lekja krím. 

 

Hvat kann ein gera:

  • Drekka ríkiligt, av tí ein fær vætutrot av fepuri
  • Liggja í songini
  • Sova nógv
  • Ikki roykja ella drekka alkohol, tí tað kann leinga sjúkutíðarskeiðið
  • Taka heilivág fyri hosta, so ein svevur betur
  • Tak um neyðugt Paracetamol fyri at linna fepur og pínu.

Fyri tipta nøs fæst ávikavist nasapístr ella dropar, ið gera tað lættari at anda longu eftir fáum minuttum. Pístrið og droparnir virka í 10-12 tímar. Tú kanst nýta nasapístr/dropar fyri tipta nøs 3 ferðir um dagin í mesta lagi 10 dagar í senn.

Børn undir 2 ár eiga ikki at nýta hetta, men kunnu ístaðin fáa saltvatn, sum eisini fæst til keyps á apotekinum. Saltvatn tynnir snorið, soleiðis at tað rennur betur úr nøsini.

Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka ávikavist staðdoyvandi, pínustillandi og/ella sóttreinsandi í hálsinum.

Fyri høvuðpínu kann ein taka pínutablettir, ið innihalda Paracetamol. Børn kunnu eisini fáa Paracetamol, men best er at tosa við lækna um tað. Pínustillandi til børn fæst í tablettum, smeltitablettum, upploysiligum tablettum, sevju ella stikkpillarum.

Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja. Eisini fæst hostasevja, brúsutablettir og vanligar tablettir fyri at loysa slím.

Summi fylgja ymiskum ráðum, sum t.d. at drekka kamillute, eta C-vitaminir, Echinamindropar og hvítleyk og halda tað hjálpa. Tó væntar ávikavist skjalprógvan fyri okkurt av hesum ella er tað ikki eintýðugt skjalaprógvað.

Á apotekinum geva vit ráð um, hvør heilivágur hóskar best til tín.

 

Koppseting
Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi er sjúkan ofta ódrúgv.

Men hjá eldri fólki yvir 65 ár og fólki í vanda fyri at fáa eftirsjúku av beinkríminum, eitt nú tey, ið hava sukur-, hjarta-, lungna- ella nýrasjúku, kann krímsjúka verða lívshættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabólkum at fara til lækna at verða koppsett fyri krím hvørt heyst, umleið í oktober, áðrenn krímárstíðin byrjar.

Koppseting fyri krím kann fyribyrgja, og um fólk kortini fáa krím, lættir koppsetingin munandi um sjúkueyðkennini. Koppsetingin virkar í umleið 6-12 mánaðir og byrjar at virka umleið 2-3 vikur eftir koppsetingina. 

 

Krím smittar illa, tak tí hesi fyrivarni:

  • Snýs tær við pappírsklútum og bein teir burtur beinanvegin 
  • Hosta í ein pappírsklút ella í handarkrikan 
  • Vaska hendur ofta 
  • Tak ikki í hondina á øðrum. 
  • Nýt sóttreinsandi evni, so sum Alcogel®


Far til lækna
Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast eftir einari viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku, og um ein fær fepur, ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at fara til lækna at verða kannað/ur nærri.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00