Krímsár (herpes)

Tað er heilt vanligt at fáa krímsár. Størsti parturin av okkum eru smittað við hesum virussi, sum er orsøkin til trupulleikan. Tað er tó bara 5. hvør smittaði, sum aftur og aftur fær krímsár. Tey flestu, sum fáa krímsár, fáa tey umleið 2-3 ferðir um árið. Nøkur færri, meðan onnur hava oftari. Krímsár sita oftast á varrunum.

Orsøk
Krímsár kemur av virusígerð. Talan er um eitt virus, sum eitur Herpes simplex. Nærum øll børn verða smittað av hesum virussi rættiliga tíðliga í lívinum. Krímsár smitta við tøttum sambandi við spýtti við virussi í. Tað er ikki altíð, ein varnast, at ein er smittaður.

Hevur ein fingið herpes, verður tað verðandi í kroppinum . Virus liggur í dvala í kroppinum. Seinni kann tað gerast virkið aftur og skapa nýggj útbrot.

Eyðkenni
Krímsár (herpes) eru smáar bløðrur, sum lættliga bresta. Av hesum kemur ein skorpa, sum seinni dettur av. Eitt munnsár hevur eina livitíð uppá uml. 8-10 dagar. Vanliga sæst ikki arvev aftaná krímsár. Krímsár kunnu svíða og skriða.

Tað eru nøkur, sum ikki fáa krímsár á varranar, men aðra staðni í andlitinum t.d. á kjálkanum ella á kroppinum.

Ávaringartekin
Meginparturin av teimum, sum hava krímsár, kunnu merkja ávaringartekin frammanundan eitt nýtt útbrot er á veg. Hetta kann vera ein prikkandi kensla. Eftir stutta tíð gerst tað til smáar vætufyltar bløðrur. Tað er av týdningi at byrja viðgerðina so skjótt, ein merkir ’ávarðingina’, so útbrotið gerst so lítið sum møguligt.

Um ein hevur varandi eksem í andliti ella kroppi, er tað av týdningi at vera varðugur við um eksemi knappliga versnar, hetta kann vera tekin um herpesbruna. 

Um ein hevur astmaeksem ella barnaeksem, er vandi fyri at fáa størri útbrot av herpes, sum spreiðir seg til størri øki á andlitið og hálsi.

Nøkur ting kunnu elva ella provokera til herpes útbrot

Tað kann t.d. verða: 

  • Náttúrlig sjúka sum t.d. krím ella aðrar sjúkur, ið minkað um órinsverjuna (immunforsvar) hjá kroppinum 
  • Sterk sólgeislan í samband við summarfrítíð ella skifrítíð. Solarium kann eisini verða ein orsøk 
  • Strongd. Ein strongdur gerandisdagur kann eisini verða ein frágreiðing til krímsár. 
  • Mánasjúkan. Nakrar kvinnur fáa krímsár í samband við mánasjúku 

Flest øll útbrot av krímsár á varrunum koma tó uttan nakra ávísa orsøk. 

Hvat kann eg sjálvur gera?

  • Vaska hendur eftir at hava nortið við varrarnar
  • Ikki nerta við krímsárið, tí man kann smitta onnur øki á kroppinum.
  • Vanligur sunnur lívsstílur vil styrka immunverjuna, og tí minka um útbrotini av krímsári. So sum at eta fjølbroyttan kost, íðka ítrótt og fáa nokk av svøvni.
  • Um tú hoyrir til tann bólkin, sum fær krímsár, tá tú ert í sólini, er tað eitt gott hugskot at brúka feittstift við høgum sólfaktor. Hetta kann fyribyrgja útbroti.
  • Um útbrotini eru afturvendandi, er tað ein ábending um at leggja gerandisdagin um, so hann verður minni strongdur.

Smitta
Verið varðug við, at virus, sum finnast í krímsárinum, kunnu smitta onnur. Serliga við samlegu ella munn-sex er møguleikin stórur fyri at smitta makan, og kann tað elva til herpes útbrot á kynslutunum (genital herpes).

Nýfødda barnið er eisini serliga útsett fyri herpes-smittu.

Gongd
Bæði børn og vaksin kunnu fáa krímsár. Kroppurin verður ongantíð immunur fyri hesum útbrotum. Herpes virussin verur verðandi í kroppinum og kann bróta út gjøgnum alt lívið.

Viðgerð
Flestu fólk læra at kenna útbrotini av krímsári. Tey venda sær ofta til apotekið, har tey royna seg fyrst við hondkeypsheilivági, um talan er um varrarnar.

Virusígerð kann ikki viðgerðast við antibiotika, men við serligum evnum, sum virka á eitt ella fleiri sløg av virusum. Herpesvirus kann viðgerðast við aciclovir, valaciclovir og penciclovir,

Krem við ávikavist aciclovir ella penciclovir fæst sum krem í handkeyp á apotekinum. Tey skulu smyrjast á við einum tunnum lagi 5 ferðir um samdøgrið (aciclovir) ella 2. hvønn tíma (penciclovir). Hetta kann lindra um tað óbehag í stendst av útbrotinum.

Viðgerðin skal sum sagt í gongd skjótast møguligt, og í seinasta lagi 24 tímar eftir, at útbrot er. 

Tað nýggjast til at viðgerða krímsár við, eru serlig plástir frá eitt nú Compeed, hesi síggjast ikki og gera, at væta ikki rennur úr sárinum. Plástrini skulu sita á til tey byrja at loysna sjálvi.

Um útbrotini eru stór ella ofta afturvendand, kann viðgerðast við tablettum, men hesar eru ikki í hondkeyp.

Far til lækna 

  • Um talan er um herpes genitalis, er best at tosa við læknan.
  • Um krímsárini á varrunum breiða seg til nøs ella eygu. Herpes í eygunum kann ávirka sjónina.  

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00