Leyst lív

Hvat er leyst lív?
Talan er um leyst lív, tá ið ein noyðist ofta á vesi við tunnum opningi í stórari nøgd (meira enn 200 gramm um samdøgrið)

Stutt tíðarskeið við leysum lívi, bráðkomið leyst lív, er vanligt. Varar henda støða longur enn eina viku ella har á leið, er neyðugt at tosa við lækna.

Orsøk
Hjá okkum man vanligasta orsøkin til leyst lív vera virus og bakteriur. Smitta kann berast millum menniskju, og tí er sjálvandi neyðugt við góðum reinføri og eitt nú at vaska sær um hendurnar, tá ið ein hevur verið á vesi. Tað kunnu vera aðrar orsøkir til bráðkomið ella áhaldandi leyst lív. Hesar orsøkir kunnu m.a. vera:

  • Antibiotikaviðgerð
  • Strongd og órógv
  • Viðkvæmur langi (tjúkktarmur)
  • Ovurviðkvæmi fyri ymiskum mati
  • Varandi langabruni
  • Mjólkarsukurótolsemi (laktosu intolerans)
  • Ovurnýtsla av evnum fyri trekan maga
  • Evnaskiftissjúka
  • Krabbameinssjúka
  • Ovurnýtsla av rúsdrekka
  • Ovurviðkvæmi fyri gluten

Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini kunnu vera, at ein skal ofta á vesi við tunnum opningi. Eisini kann matarlysturin vera vánaligur. Í sambandi við ígerð í maganum kann ein fáa búkkrampa (kolikk), vaml og spýggju og kanska fepur.

Um tú hevur álvarsligt vætutrot, kunnu hesi eyðkenni vísa seg: 

  • Myrkt land í lítlari nøgd
  • Tosti
  • Dølskni
  • Illa fyri yvirhøvur
  • Høvuðpína

Um ein hevur blóð í opninginum, kann tað vera tekin um álvarsligan tarmbruna ella krabbamein í tarminum.

Vandatekin
Far til læknan, um tú hevur ógvusligt leyst lív í meira enn eina viku, ella um tú hevur trupulleikar við opninginum í meira enn 1 mánað. 

Er blóð í skarninum, eigur tú beinanvegin at fara til lækna. Eru onnur sjúkutekin, eitt nú lætnan og áhaldandi møði, skalt tú eisini fara til lækna. 

Hvat kann eg sjálv/sjálvur gera?
Drekk ríviligt, tí tað er umráðandi at drekka nógv, tá ið ein hevur leyst lív. Blanda 1 teskeið av sukri og ½ teskeið av salti fyri hvønn litur fyri at bøta um salt- og sukurmissin. Eisini fæst á apotekinum eitt nú Revolyt®. Tað er liðugtblandað sukur og salt, ið verður loyst í vatni. Vaska hendurnar ofta, og sjálvandi tá ið tú hevur verið á vesi og eisini fyri matgerð.

Kanningar
Í flest øllum førum javnar bráðkomið leyst lív seg eftir stuttari tíð, og kanningar verða tí vanliga bara gjørdar í sambandi við leyst lív í longri tíð.

Kanningar fyri krabbamein ella stelkvøkstur (polyppur) í baktarminum og í langanum verða gjørdar við kikarakanning.

Viðgerð
Um eitt hvørt bendir á bruna (eitt nú salmonella, shigella, campylobacter, kolera ella líknandi) við nógvum fepri, blóði í opninginum og vánaligari almennari heilsustøðu kann viðgerast við antibiotika oftast ciprofloxacin).

Annað, ið kann nýtast: 

  • Evni, ið darva rørslurnar í tarmunum
  • Evni, ið ávirka tarmgróðrinum
  • Virkið kol

Evni, ið darva rørslurnar í tarmunum:

Dømi um handkeypstilbúnað: 

  • Loperamid
  • Loperamid við simethicon

Dømi um forskriftarlatin evni: 

  • Morfin (opium)

Ávirkan: Tilbúnaðurin darvar tarmrørslurnar og tarnar tí opninginum munandi. Hesin tilbúnaður ávirkar bara sjúkueyðkennini og beinir tí ikki fyri orsøkini til leysa lívið.

Loperamid darvar eisini úrskiljingina í tarmunum og økir upptøkuna av vatni og søltum.

Loperamid verður tikið fyri bráðkomið leyst lív, t. d. í sambandi við flogferðir. Tað eigur bara at verða tikið stutta tíð og einans latið fólki, ið annars eru frísk. Tilbúnaðurin verður bara tikin, meðan fólk hava leyst lív og ikki fyribyrgjandi.

Vanligastu hjáárinini av loperamidbólkinum fevna um vaml, hart lív og búkilsku.

Morfin verður somuleiðis nýtt í sambandi við bráðkomið leyst lív, um læknin heldur tað vera neyðugt fram um handkeypstilbúnað.

Hjáárinini av morfini fevna m. a. um rúskenda vælveru, dølskni og vaml.

Evni, ið ávirka tarmgróðrinum:

Dømi um tilbúnað: 

  • Mjólkarsýrubakteriur

Virknaður: Mjólkarsýrubakteriur eru náttúrligar tarmbakteriur, ið gera tað torførari hjá fremmandum verum at smitta tarmin. Tilbúnaður við mjólkarsýrubakterium verður serliga tikin fyri at fyribyrgja leyst lív í sambandi við ferðing, ella um ein fær viðgerð við antibiotika. Mjólkarsýrubakteriur kunnu takast í sambandi við ein feril av bráðkomnum leysum lívi, men tá er virknaðurin avmarkaður.

Hjáárin: Tilbúnaðurin hevur eingi hjáárin, tí í honum eru somu bakteriur, ið vanliga halda til í tarminum.

Virkið kol
Virkið kol í hylkjumi kann roynast í sambandi við bráðkomið leyst lív. Veruligur virknaður er kortini ikki prógvaður, og óvist er, hvussu tilbúnaðurin virkar. Kortini  verður hildið, at eitt møguligt úrslit kann koma av, at virkið kol bindur nakað av vætuni í tarmunum, tí tað hevur so stóra yvirflatu, og á tann hátt steðgar tað leysum lívi. Harafturat heldur onkur, at tað kann upptaka eiturevni, sum eru í tarmunum í sambandi við leyst lív.

Hjáárin: Virkið kol kann elva til hart lív. Opningurin gerst svartur. Kol kann binda heilivág, ið verður tikin gjøgnum munnin, at sær í tarminum. Hetta er eisini galdandi fyri p-bollar. Tað merkir, at fyribyrgingin kann svíkja, og tí má annað fyribyrgingarevni takast, meðan viðgerðin við koli fer fram.

Spyr annars á apotekinum.

Onnur ráð 

  • Tú eigur skjótast gjørligt at fáa vanligan mat aftur eftir leyst lív
  • Matur við stívilsi í (rís, havri, gularøtur, mais osfr.) er góður fyri magan
  • Flestu tilburðir av leysum lívi eru vandaleysir – og halda uppat av sær sjálvum
  • Smábørn, ið hava týðiligt leyst lív og eru sjúk og illa fyri, eiga at verða kannað av lækna
  • Vaksin fólk við drúgvum ella ógvusligum leysum lívi, og sum eru ússalig, eiga at lata seg kanna av lækna
  • Varnast tú blóð í skarninum, hevur tú ring herðindi av búkilsku og/ella fepur, eigur tú at lata teg kanna av lækna.

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00