Óviljað vatnlát (inkontinensur)

Um so er, at ein ikki kann halda vatninum og pissar í buks, kann hetta vanliga undir einum kallast urininkontinensur. Tað finnast ymisk sløg, og mest vanligu eru:

  • Stress inkontinensur
  • Trongdar inkontinensur
  • Ella ein blandingur av báðum

Stress-inkontinensur er tann vanligasti. Hetta slagið av inkontinensi kemur fyri, tá lokavøddurin í bløðruni er viknaður og kann tí ikki steðga landinum at renna úr, tá trýstið í maganum økist, t.d. við at hosta, hoppa, renna ella njósa. Tað kann vera óhøgligt og tarnandi, serliga tá ein er í umstøðum, har ein skal røra seg nógv, sum t.d. tá ein íðkar ymiskan ítrótt.

Meginparturin av teimum við stress-inkontinensi eru kvinnur. Trupulleikin við at halda sær kemur sum oftast av, at kokubotnurin og bindivevnaðurin ikki eru nóg sterk til at halda bløðru og landræsi upp á pláss. Hetta kemst oftast av m.a.:

  • Í samband við føðing (og kanska serliga fyrstu føðing) er vandin til staðar
  • Áhaldandi hosta ella yvirvekt
  • Ávísur heilivágur kann gera, at lokavøddin í landræsinum viknar
  • Trupulleikar kunnu eisini koma, um bløðran ikki verður tømd nøktandi ella um man gongur ov leingi, áðrenn farið verður á vesi

Trongdar inkontinensur  er ein brádlig trongd at kasta sær av vatninum, ikki at kunna halda sær. Oftast er so, at ein ikki fær tíð at renna á vesið, men pissar í buks.

Eyðkennini kunnu vera av og á ella dagliga og elva stórar trupulleikar. Tað týdningarmesta er at finna orsøkina og útfrá henni finna bestu viðgerð. 

Hví fær ein óviljað vatnlát?

Óviljað vatnlát er eitt árin, ið kann koma av sær sjálvum ella í samband við sjúku.

Til dømis sjúka í bløðru, landræsi, kokubotni ella nervaskipanini geva óviljað vatnlát. Men árinini kunnu eisini koma av øðrum, sum t.d.: Drukkið ov ríviligt, pissar ov sjáldan, fiti og hosta.

Tí er tað sera umráðandi at verða kannaður fyri at fáa bestu og rættastu viðgerðina.

Hvørji eyðkenni eru við ávikavist trongdar- og stress-inkontinensi?

Trongdar-inkontinensur

  • Ein vil brádliga pissa
  • Landmongdin er ofta stór, tá ein ‘lekur’
  • Ein vil ofta pissa, eisni um náttina
     

Stress-inkontinensur

  • ‘Lekur’ við kropsliga íðkan
  • Landmongdin er ofta lítil, tá ein ‘lekur’

Vansar, ið kunnu standast av hesum, eru húðartrupulleikar: Skriði og eymt hold - eisini kunnu bind og blæur volda trupulleikar.

Fyri tað næsta kann tað vera við til, at ein ikki kennir seg væl í gerandisdegnum. Heldur kanska, at onnur lukta trupulleikan.

I mongum førum kann óviljað vatnlát ávirka ta góðu lívsgóðskuna, um tú ert til handils, ferðast o.a. Árinini kunnu eisini ávirka sambandið, ein hevur við onnur og minkar um hugin at vera saman við øðrum menniskjum. Ein kan verða rættuliga einsamallur. 

Hvussu sundurgreinar læknin eyðkennini?

Eyðkennini verða grundað á:
 

  • Nágreiniliga samrøðu
  • Vanliga kanning saman við undirlívskanning
  • Land-kanning fyri bakteriur, blóð v.m.
  • Umframt við støði í vatnlátingardagbók, har ein gjøgnum nakrar dagar skrivar upp, hvussu nógv drukkið verður, og hvussu stórar nøgdir av vatni vera latnar

Í serligum førum kann vera neyðugt at vísa til serlækna til aðrar kanningar. Tað kann t.d. vera kikarakanning av bløðruni ella talan kann vera um eina ultraljóðskanning v.m. 

Viðgerð

Viðgerð av óviljaðum vatnláti veldst um orsøk og slag. Tað kunnu vera:
 

  • smáar broytingar í gerandisdegnum
  • venjing av kokubotninum
  • heilivágsviðgerð
  • í summum førum er neyðugt við skurðviðgerð 

Smábroytingar í gerandisdegnum

  • Drekk ikki meiri enn neyðugt, 1-2 L um samdøgrið
  • Far javnan á vesið at tøma bløðruna - umleið triðja ella fjórða hvønn tíma – gott hugskot er kanska at tøma bløðruna, áðrenn eitthvørt tungt tak skal takast
  • Royn at lætna, um tað er ein trupulleiki
  • Um tú dagliga hevur tubbakshosta, so kanst tú minka inkontinenstrupulleikan við at leggja av ella at minka tubbaksnýtsluna. 

Venjing av kokubotninum

Týdningarmesta venjing at forða óviljaðum vatnláti er kokubotnsvenjing. Fyri at stimbra vøddar í bløðru og undirlívi eiga regluligar klípiíðkanir at gerast. Hetta verður gjørt við at klípa, sum um tú ætlar at steðga landstráluni, tá ið pissað verður. Ger hetta í uml. 5 minuttir. Endurtak hetta í minsta lagi tvær ferðir hvønn dag – t.d. 8-12 harðligar klípingar 3 ferðir hvønn dag. Hvør klíping eigur at vara í 5-10 sekund, men eftir hvørja klíping eigur líka so long hvíld at verða.

Um íðkanirnar verða rætt gjørdar, so er viðgerðin munagóð, einføld, uttan hjáárin og ókeypis. Tíð kann ganga, áðrenn kokubotnsvenjing munar, og júst tað stimbrar ikki hugin at halda á.

Venjingarnar kunnu gera, at tú kanst halda tær betur og longur.

Venjingarnar fyribyrgja eisini stressinkontinensi.

Heilivágsviðgerð

Møguleiki er fyri heilivágsviðgerð í samráð við lækna. Ofta er neyðugt at geva heilivág við trongdarinkontinens, sum fær bløðruna til at slappa av - eitt nú Detrusitol Retard®, Toviaz® ella Vesicare®, so at tú hevur tíð at renna á vesið. Úrslitið er ikki so munagott. Heilivágurin hevur ofta hjáárin, eitt nú at munnurin verður turrur. Heilivágurin Yentreve verður givin fyri stressinkontinens fyri at stimbra læsiorkuna í landræsinum. Úrslitið er ikki serliga munagott, og hjáárin kunnu standast av hesum, eitt nú vaml. 

Hjá eldri kvinnum, ið hava hormontrot, er møguligt at geva østrogen, sum vagitoriur, 2-3 ferðir um vikuna, galdandi bæði fyri trongdar- og stress-inkontinens. 

Skurviðgerð

Skurðviðgjørt verður, um úrslitini ikki hava verið nøktandi við øðrum tiltøkum. Skurðviðgerð er munadyggari, og úrslitið er longur varandi enn onnur viðgerð, men her kunnu trupulleikar stinga seg upp.

Hjálpitól

Á apotekinum eru vaginalvektir í hondkeypi. LadyVag Vaginalvægte® stimbra vøddarnar í kokuni, og samstundis tálma tær óviljaðum vatnláti, og eisini tálma tær, at gøgnini í undirlívinum sjúnka.

LadyVag Vaginalvægte® fáast í 4 ymiskum støddum á 20, 30, 40 og 60 g, og eru tær sniðgjørdar soleiðis, at tær eru góðar at handfara.

Eisini finst eitt, sum eitur Contrelle®, sum er fyri stressinkontinens. Er eins einfalt at seta á pláss sum at taka úr, sum ein tampon. Og er ómakaleyst at bera. Kann nýtast upp til 16 tímar um samdøgrið, og skal ikki takast úr, um farið verður á vesi. Er gjørt úr sniðstoyptum polyurethanskúm, sum verður bent, áðrenn sett í skeiðina. Hervið verður bløðruhálsurin styðjaður, og læsivøddarnir virknir.

Um tað ikki er møguligt at fáa neyðugu hjálpina við teimum vanligu viðgerðarháttunum, ber eisini til at lætta um árinini við at brúka ymisk sløg av bindum ella blæum, sum nú á døgum hava framúr sogevni.

Kom inn á apotekið, so kunnu vit saman finna røttu loysnina fyri teg.

Sí meira kunning á:

www.netdoktor.dk

www.sundhed.dk

http://min.medicin.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00