Ring húð og pirrur (akne)

Felagsheiti fyri ringa húð og pirrur er í hesum føri akne. Her er talan um fleiri serlig húðareyðkenni, ið stava frá bruna í og rundan um fitikertlar, og tað elvir til pirrur og ringa húð.

 

Títtleiki
Ring húð (akne vulgaris) eru ein sera vanlig húðilska. Í roynd og veru fáa 80 % av øllum ungum hana. Tey flestu fáa bara nakrar fáar pirrur, og tá er ikki tørvur á viðgerð, men onnur hava stóran trupulleika av ilskuni og kunnu tí fáa stórt gagn av viðgerð við heilivági.

Ilskan byrjar vanliga um kynbúningaraldur og er vanligast hjá 14-18 ára gomlum, men síðan svinnur hon so líðandi. Í flestu førum hvørvur ilskan innan 25 ára aldur. Tó sæst hon hjá 1% av monnum og 5% av kvinnum á 40 ára aldri.

 

Orsøk
Á kynbúningaraldri økist nøgdin av kynshormonum í blóðinum, m.a.  kallkynshormonið testosteron. Hetta hormonið broytist av kveikum (enzymum) í fitikertlunum til eitt virknari hormon, sum síðan elvir til størri fitikertlar og økta fitinøgd. Úrslitið er, at gongdin úr fitikertlunum tippist av deyðum húðkyknum (keratin). Tað er atvoldin til pirrurnar.

Pirrurnar kunnu vera opnar við svørtum keratintøppi ella afturlatnar og hvítar á at líta. Bakteriugróðurin í fitini broytist, og aknebakterian (proprionbacterium acnes) nørist.
Vanliga kemur bruni í pirrurnar og rundan um tær, og húðin kennist tjúkkari enn vanligt. Bløðrur við bruna og kanska eisini størri bløðrur (cystur) koma fram.


Ring húð kann koma av:

  • Ættarbregði
  • Hormonólagi, t.d. sjúku í eggjastokkum, hjánýrum ella av strongd
  • Ávirkan útvortis, t.d. av feitum kremum/hárvoksi, sveitta og/ella av slavnari luft.
  • Ymiskum heilivági, t.d. steroidum (nýrakolsbørkshormon og anabolskum steroidum), lithiumkarbonati og antiepileptika.

 

Sjúkueyðkenni
Vanliga fáa fólk ringa húð í andlitið, á ryggin og á bringuna. Orsøkin er, at vit hava størri og fleiri fitikertlar her enn aðrastaðni á kroppinum.


Vanligastu sløgini av ringari húð eru:

  • Útvortis ikki-brunakendar pirrur. Her síggjast myrkar, opnar og ljósar, lokaðar pirrur. Bruni kemur skjótari í tær lokaðu pirrurnar.
  • Útvortis brunakendar pirrur. Hetta eru opnar pirrur; eisini síggjast reyðir blettir og smáar brunabløðrur.
  • Djúpar pirrur. Her síggjast umframt tey omanfyri nevndu eyðkennini, eisini brunafongdar, stórar, tjúkkar, knyklakendar bløðrur. Í bløðrunum er vágur. Bløðrurnar kunnu lekjast sjálvar og geva arr.
  • Ringar, djúpar pirrur. Her er talan um stórar, samanhangandi bløðrur og stórar knyklakendar pirrur. Hetta er oftast orsøkin til arrvevnað – serliga hjá mannfólki.

 

Hvat kann eg sjálv/ur gera?
Eru tygum ikki so ring/ur, kann bøtast um støðuna:

  • Kom inn á apotekið og fá vegleiðing um vøru til tína húð
  • Nýtið ikki ov feitt krem á andlitið
  • Nýtið ikki hárvoks
  • Vaskið holdið hvønn dag við mildari sápu

 

Viðgerð
Pirrur kunnu skapa bæði menniskjuligar og sálarligar trupulleikar. Men pirrur kunnu viðgerast, og tú eigur at fara til lækna, serliga um tað er av tí ringara slagnum, fyri ikki at fáa arrvevnað.
Heilivágsviðgerðin byrjar vanliga at hjálpa eftir 4-8 vikum.

Viðgerðin kann býtast upp í:

  • Húðkrem í handkeypssølu
  • Heilivágur til útvortis viðgerð
  • Tablettviðgerð
  • Tað er ikki óvanligt at blanda viðgerðina.

 

Húðkrem í handkeypssølu
Apoteksstarvsfólk hava holla vitan um húðkrem fyri ringa húð, her er bara at koma inn á apotekið og fáa ráðgeving og ta røttu vøruna til tín. Eisini gera vit húðkanning, so vit kunnu finna fram til, hvar trupulleikin liggur. (Les um húðmáting her)

 

Heilivágur til útvortis viðgerð:
Heilivágur við benzoylperioxidi  drepur bakteriur og upploysir pirrurnar. Benzoylperoxid kann mislita klæðini.

Heilivágur við adapalen og isotretinoin bæði upploysir og linkar brunan. Má ikki brúkast av barnakonum. Tey gera húðina eyka viðbrekna fyri sól.

Heilivágur við azalainsýru linkar brunan og upploysir pirrurnar.

Heilivágur við clindamycin virkar mest brunatálmandi. Viðmælt verður altíð at samskipa Clindamycin við onnur evni, so bakteriurnar ikki gerast mótstøðuførar.

Ein skal geva gætur, at hjá mongum gerst húðin turr og viðbrekin. Ein skal seta seg í samband við lækna, um hetta gevur ov nógvan ampa og í samráð við lækna finna eina loysn, sum eitt nú kann vera, at viðgerðirnar fækka. 


Tablettviðgerð
Tetracyklin verður vanliga tikið í fleiri mánaðir, tó ikki til børn undir 12 ár ella til barnakonur.

Fyri at heilivágurin skal upptakast so væl sum gjørligt, eigur tú ikki at eta mjólkarúrdráttir 3 tímar fyri og eftir, at heilivágurin er tikin. Tað verður tó viðmælt at taka tað saman við einari lítlari máltíð. Heilivágurin ger húðina ljósviðkvæma, og tískil eigur ein at halda seg frá sól og solarium (Sí Sólin og heilivágur).

Erythromycin kann verða tikið, har tetracyklin ikki kann nýtast ella orsakað av hjáárini.

Hormonir – kvinnur, ið verða illa plágaðar av ringari húð og møguliga øðrum hormonellum trupulleikum kunnu viðgerast við samansettum p-bollum, sum darva fitinøgdina. Her verða nýttir p-bollar við gestageninum cyproteronacetat og onkuntíð drospirenon.

Isotretinoin verður brúkt til bløðrutar pirrur ella har onnur viðgerð ikki hevur verið nøktandi. Hetta er eitt A-vitaminlíkt evni, sum bæði tálmar fitinøgdini og grøðir fitikertlarnar. Viðgerðin varir í 4-6 mánaðir.
Má ikki brúkast av barnakonum, og hon, sum er í viðgerð, eigur at nýta góða fyribyrging í upp til 1 mánað eftir, at viðgerðin er liðug.
Eigur ikki at verða tikið saman við tetracyklini!

NB!! Serlækni í húðsjúkum skal standa fyri viðgerðini

Galdandi er fyri flestu viðgerðirnar, at bati sæst ikki fyrr enn eftir 4 vikum, og besta úrslitið sæst eftir umleið 4 mánaðum.

Mælt verður altíð til at brúka eina staðbundna (lokala) viðgerð, tað merkir heilivág, sum verður smurdur á útvortis saman við tablettviðgerðini.

Les meira á:

http://huddoktor.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00