Sinadráttur

Hvat er sinadráttur?
Sinadráttur er, at vøddi brádliga kreppist óviljað. Hesar kreppingar eru pínufullar. Krepti vøddin sæst týðiliga undir húðini. Nemur tú við hann, so tykist hann harður, stívur og eymur. Ikki ber til við viljans megi at linka krepta vøddan. Kreppingarnar vara úr sekundum til fleiri minuttir, men so hæsar pínan av. Summi fáa verri sinadrátt enn onnur, og eisini er soleiðis, at tíðin, fólk hava sinadrátt, er ikki líka long fyri øll. Summi fáa eisini oftari sinadrátt enn onnur.

Tað er um náttina, at fólk fáa sinadrátt, men eisini um svomið verður í køldum vatni. Summi fáa hesi vøddaherðindi eftir strævið og/ella hart kropsligt arbeiði, tí at tá fáa vøddarnir ikki nóg mikið av ilt og sleppa ikki av við ótørvin, og tað er hetta, ið elvir til vøddakrampar.

Leggjasinadráttur er ógvuliga vanligur - kvinnur fáa tað oftari enn menn.

Øll kunnu fáa krampa. Í sjálvum sær er tað ikki álvarsamt, men fært tú javnan sinadrátt á nátt ella á gongutúrum, so eigur tú at seta teg í samband við lækna, tí at hetta kann vera eitt komandi sjúkueyðkenni. Krampapína í beininum á gongutúri kann vera tekin um æðrakálking.

Týðandi er skilja millum ”sinadrátt á nátt” og ”restless legs syndrom” (RLS), og báðar áðurnevndu líðingar ella plágur tykjast líkjast, so eru viðgerðarhættirnir ymiskir í kliniskari viðgerð. Ikki er ”restless legs” so vanligt sum ”sinadráttur á nátt”. Av teimum, ið fáa ”sinadrátt á nátt”, fær o.u. ¼ av hesum samstundis ”restless legs”. Báðar líðingarnar eru vanligari fyri kvinnur enn menn.

Ein gjøllari frágreiðing um ”Restless legs syndrome” verður seinni í tekstinum.

Hvør er orsøkin til leggjakrampar?
Grundin til leggjakrampar er ikki kunnug. At tala um eina sjúku er ikki heilt rímiligt, men nøkur fyribrigdi gera, at fólk fáa leggjakrampa t.d.:

  • At vera við barn
  • Renning
  • Jarntrot
  • Ymisk sløg av heilivági
  • Nervabruni
  • Æðraknútar
  • Æðrakálking
  • Diabetes
  • Evnabroytingarsjúka

Hvussu verða eyðkennini staðfest?
At greiða frá krampanum er staðfestingin, og umframt tað kunnu eitt nú blóðroyndir verða tiknar fyri at útiloka, at talan er um t.d. diabetes, evnabroytingar og jarntrot.

At fyribyrgja krampa
Týdningarmikið er at hita vøddarnar upp fyri ítróttarkapping. At renna, mýkja og toyggja. Fyri at sleppa undan krampa er eisini týðandi at drekka ríkiligt undan, at íðkað verður.

Hvussu verður leggjakrampi viðgjørdur?
Í krampaherðindum verður mælt til at strekkja og mýkja og gníggja leggjavøddarnar. Summi halda, at hjálp er at hava eitt nú eina pútu á fótalagnum, so at økulin ikki vendir niðureftir. Onnur siga, at tað hjálpir at hevja fótalagið á songini. Um íðkan (motión) er orsøkin til kramparnar, so hjálpir at drekka vatn, tí at vætutrot er ein av vanligastu orsøkunum til krampar.

Viðgerð við heilivági

Um tú ofta hevur krampar á nátt ella ”órógv” í leggjunum, og sum ikki koma av aðrari sjúku, so kann læknin fyriskipa ein tilbúning, ið eitur Kinin®. Hetta er eitt antimalaria evni, men sum í smáum skamtanum kann hjálpa fyri krampa. Tað verður tikið um songartíð og í einar 10 dagar. Um tú nú ikki hevur leggjakrampar fleiri fylgjandi nætur, so eigur viðgerðin at halda uppat, fyri at úrslitið kann eftirmetast. 

Hvat eru hvíldarleysir leggir?
Hetta verður eisini rópt ”restless legs", ella óróligir leggir. Navnið sigur alt um hesa støðu. Fólk uppliva hetta soleiðis, at ávísar tíðir fáa tey ógvusligan ófrið í leggjunum og kenna tørv at flyta beinini. Samstundis fáa tey eina lítið hugaliga, men ikki pínufulla, kenslu av skriða í leggjunum.

Nøkur fáa vøddapínu og vøddaspenning. Fólk fáa henda ampa oftast 15-30 minuttir eftir, at tey eru farin til songar, men eisini, um tey hvíla seg um dagin, oftast tó á kvøldi. Ampin hvørvur næstan beinanvegin, um tú flytur beinini, men kemur skjótt aftur, tá ið tú hvílir aftur. Hetta kann elva til ringan náttarsvøvn, ring evni at savna seg og kanska ringan hýr um dagin. Drúgvar flogferðir kunnu verða ein trupulleiki.

Í fyrstani merkja fólk hesi serligu eyðkenni oftast á nátt og á kvøldi, men nøkur merkja tey eisini á degi.

Hildið verður, at o.u. 5-10% av øllum hava henda ampa, fleiri eldri enn ung.  O.u. helvtin hevur ikki tørv á viðgerð. Vanliga eru tað miðaldrandi fólk, ið hava henda ampa, og títtleikin økist, sum árini ganga.

Hví fáa fólk hvíldarleysar leggir?
Ikki er heilt rætt at kalla hetta eina sjúku, og orsøkin til henda ampa er ókend.

Hildið verður, at hetta er arvaligt, tí í eini ætt eru fleiri tilburðir enn í aðrari.

  • Nøkur fáa ampan av nervabruna ella eini aðrari nervasjúku
  • Summi fáa ampan av jarntroti, minkaðum nýravirkni ella av at vera við barn
  • Eisini kann heilivágur elva til ampan – eitt nú antipsykotika, SSRI (ein bólkur av antidepressiva), antihistaminer, thiaziddiuretika (ein bólkur av vatndrívandi), metoclopramid (fyri vaml), lithium (nýtt til maniir) og calciumantagonistar (heilivágur fyri hjarta- og blóðrensluólag)

Hvussu verður eyðkenni staðfest?
Tað eru eyðkennini, sum fyrst og fremst eru vegleiðandi. Blóðroynd verður bara tikin, um illgruni er um jarntrot ella tílíkt, ið hugsast kann verða atvold til ampan. Svøvnkanning kann verða gjørd: Heilavirksemið undir svøvni verður kannað við einum elektroencephalografi (EEG).

Hvat kanst tú gera?Tað hjálpir at røra seg

  • Massasja linnir. Nøkur merkja ampan, um tey strekkja beinvøddarnar, áðrenn tey leggja seg.
  • Varmaposar ella ísposar kunnu eisini roynast
  • Nøkur merkja bata, um tey ikki drekka kaffi, rúsdrekka ella roykja um kvøldið fyri songartíð

Hvør er viðgerðin
Endamálið við viðgerðini er at lætta um. Tað finst ongin viðgerð, sum lekir hvíldarleysar leggir. Viðgerð/venjing skal minka ampa og bøta lívsgóðsku hjá teim, sum hava hetta.

Tað er týdningarmikið at staðfesta, um aðrar orsøkir, t.d. jarntrot, eru. Um so er, so ræður um at viðgera fyri hetta. Hugsað eigur at vera, um ráðiligt er at steðga at taka møguligan heilivág, sum kann elva henda ampa.

Heilivágur er, sum hjálpir fyri hvíldarleysum leggjum: Dopaminagonistar (Parkinson heilivágur), epilepsiheilivágur, pínustillandi morfinheilivágur og benzodiazepinir (stillandi heilivágur).

At vera við barn
Hvíldarleysir leggir eru ikki so sjáldsamir, tá ið kvinna er við barn. Nýliga er ávíst, at kvinnur, sum eru við barn, og sum hava ov lítið jarn í blóðrenslinum, hava lyndi til at fáa henda bága í teim seinastu 3 mánaðunum, tær ganga við barni. Sama er ávíst um folat (ein B-vitamin) innihaldið er ov lítið. Tí verður folat ískoyti viðmælt og møguligt jarn og B12 ískoyti. Vanlig heilivágsviðgerð verður ikki viðmælt, tí at hugsað verður um fostrið. Næstan altíð er so, at hesin ampi linkar eftir føðing.

Hvørji eru útlitini fyri hvíldarleysar leggir?
Gongdin er ógvuliga ymisk. Hvíldarleysir leggir hevur tú alt lívið. Fyri nøkur versnar støðan, sum árini ganga, og sum frálíður verður ringt svøvnlag størsti trupulleikin. Eisini kann verða trupult at sovna. Gerandisdagurin tykist eisini at verða órógvaður av ringa svøvnlagnum. Fyri mong er hetta ein trupulleiki.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00