Skiftisárini og hormon

Tá ið kvinna fær mánasjúku í tannáringaárunum eru mong egg í eggjarótunum. Í skiftisárunum, sum fyri flestu kvinnur kemur um 50 ára aldurin, fækkast eggini, og hormonið progesteron verður ikki gjørt regluliga. Eggloysnin heldur uppat, og onki progesteron verður gjørt meira. Fyri kvinnur merkir hetta, at mánasjúkan kann verða óreglulig av tí, at tað framhaldandi er ávirkan av østrogeni, inntil mánasjúkan heldur heilt uppat. Í onkrum førum kann hormongerðin koma aftur í styttri tíð, og tá kunnu kvinnur fáa bløðingar aftur.

Samstundis, sum østrogengerðin minkar, kunnu ávísir ampar í skiftisárunum fara at vísa seg. Vanligvís vara skiftisárini í 1-2 ár, men tey kunnu eisini vara frá fáum mánaðum og upp til 10 ár. Ymiskt er, hvussu kvinnur merkja hetta.

 

Ampar í skiftisárunum kunnu vera:

  • Hitabylgjur
  • Skiftandi sinnalag
  • Ringt svøvnlag
  • Høvuðpína
  • Møði
  • Óvæntaður hárvøkstur

Hesar hormonbroytingar kunnu gera, at slímhinnurnar (rovurnar) verða tynri, og tað kann elva ampar í t.d.: 

  • Móðurskeiðini, sum verður turrari, og sviði kenst
  • Landræsini og bløðruni, sum kann viðføra óviljað vatnlát 

Annað, ið hendir í skiftisárunum, er, at beinagrindin avkálkast skjótari, og tað kann elva til beinbroyskni.

 

Avkálking
Beinagrindin avkálkast, og hendir tað oftast hjá kvinnum millum 60 og 70 ár. Kvinnur eru tí í størri vanda fyri at bróta handlið og mjadnar, um tær detta.
Kvinnur hava størri møguleika at fáa beinbroyskni, um sjúkan er í familjuni, ella um kvinnan kemur í skiftisárini, áðrenn hon er 45 ár. Hetta er eisini galdandi, um kvinnan er rak ella hevur sjúku í evnisskiftinum.

 

Hitabylgjur og skiftandi sinnalag
Umleið 80% av øllum kvinnum hava hita- og sveittabylgjur í skiftisárunum. Nakrar kvinnur hava óró í kroppinum, hjartabankan og andvekur, umframt at tær kenna seg sálarliga illa fyri – verða keddar og illar um onki.

 

Trupulleikar í skiftisárunum
Broytta hormongerðin er orsøkin til óregluligar bløðingar hjá teim flestu. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir til bløðingarnar, t.d. vøddaknútar ella polyppir á lívmóðurslímhinnuni. Um kvinna bløðir óvanliga illa, er tað av týdningi at fáa hetta kannað hjá lækna fyri at finna fram til, hvat gerast kann fyri at bøta um støðuna.

Bløðrubruni og turrar slímhinnur í móðurskeiðini
Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í onki, kunnu slímhinnurnar gerast tunnar og viðkvæmar. Hetta merkist sum skriði, sviði og broytt útflot og í onkrum førum turr slímhinna og pína við samlegu. Eisini fáa fleiri kvinnur tíðum bløðrubruna og hava ilt við at halda sær (inkontinensur). Hormon (østrogen) til lokala nýtslu kunnu vanliga loysa hesar trupulleikar.

 

Hvat kann gerast?
Tosa við lækna um, hvørjar viðgerðarmøguleikar tú hevur. Um talan verður um hormonviðgerð, eru fleiri møguleikar t.d. tablettir, plástur, vagitoriur og krem.

 

Hormon
Hormon lætta um skiftisárini. Skiftisárini koma, tá ið tey koma, hormon kunnu onki gera við tað. Tilbúningar verða nýttir, sum antin innihalda annað konufólka-kynshormonið (østrogen) ella bæði tvey, altso bæði østrogen og gestagen.

Gestagen líkist tí hormoni, sum gjørt verður í eggrótini eftir eggloysn (progesteron).

Kommunulæknin ella serlækni í kvinnusjúkum vita, hvør viðgerð hóskar best til ta einstøku kvinnuna.

 

Hvørjir viðgerðarhættir eru?

Vanlig viðgerð ella staðbundin viðgerð (lokal viðgerð)
Tað eru fleiri ymiskir hættir at taka hormon. Í “vanligari viðgerð” verður allur kroppurin ávirkaður, men í “lokalari viðgerð” verða bara serstøk støð ávirkað. Verður østrogen tikið sum plástur ella gel, verður allur kroppurin ávirkaður, men skamturin er ikki so stórur. Tað er tí, at østrogenið fer ígjøgnum húðina og verður ikki niðurbrotið av at fara ígjøgnum livrina, sum tað verður, tá ið østrogen verður tikið sum tablett. Lokal viðgerð í móðurskeiðini verður bert brúkt, tá ið trupulleikin ella ampin er lokalur, tvs. er í móðurskeiðini ella bløðruni. Til vanliga viðgerð eru tablettir, depotplástur og gel. Til lokala viðgerð í móðurskeiðini eru vagitoriur, vaginaltablettir, vaginalkrem og ein lítil ringur, sum kann setast upp. Østrogen kann gevast einsamalt til lokalviðgerð í móðurskeiðini.

Stakviðgerð ella kombinatiónsviðgerð
Heilt stutt kann sigast, at kvinnur, sum hava tikið lívmóðurina, hava tørv á tí eina hormoninum – østrogen, meðan kvinnur, sum ikki hava tikið lívmóðurina, skulu hava bæði østrogen og gestagen. Hetta kemur av tí, at vandi er fyri krabbameini í lívmóðurini, um bert østrogen verður givið í longri tíð, og tað er gestagenið, ið verjir lívmóðurslímhinnuna og hervið eisini fyri krabbameini.

Bløðingarfrí viðgerð    
Spurningurin um viðgerð, sum gevur mánasjúku ella ikki, er treytaður av, hvussu mong ár eru til mánasjúkan gevur uppat. Eru o.u. eitt ella tvey ár liðin, síðani mánasjúkan gav uppat, so verður givin bløðingarfrí viðgerð, annars má man í eina tíð sláa seg til tols við, at man hevur mánasjúku í ávísa tíð hvønn ella annanhvønn mánað.

Viðgerð – hvussu long tíð?
Vanliga verður viðmælt, at skamtanirnar eru so smáar sum møguligt, og heilsumyndugleikarnir mæla til, at viðgerðin er ikki drúgvari enn o.u. fýra ár.

 

Hormon og royking
Kvinnur, sum roykja, hava ein ávísan trupulleika – týdningarmikið er at siga læknanum frá, um tú roykir.

Tað, ið hendir, er, at evnabroytingin í livrini av tí hormoninum, ið verður tikið sum tablett, økist, um roykt verður. Evnabroytingin er til eitt óvirkið evni. Roykjarum gagnar tí at nýta østrogen, sum verður upptikið gjøgnum húðina (og sostatt ikki fer gjøgnum livrina), t.d. plástur ella gel.

 

Fyrimunir við hormonviðgerð 

  • Tálmar hitabylgjum og eisini, at illa verður sveittað
  • Slímhinnurnar í móðurskeið og landræsi verða, sum tær “eiga at verða”
  • Betri tamarhald á óviljaðum vatnláti
  • Tálmar, at beinagrindin verður avkálkað
  • Verjir fyri krabbameini í langanum (tjúkktarminum)
  • Betrar lívsgóðskuna

Velur man at fara í hormonviðgerð, verður viðmælt javnan at fara til lækna, fyri at halda eiga við, um nøkur óheppin hjáárin eru til staðar.

 

Vansar av hormonviðgerð
Teir flestu vansar koma í teim fyrstu 3 mánaðunum eftir, at farið verður í viðgerð. Fyrst og fremst er soleiðis, at bløðingarnar verða óregluligar, tí at kroppurin skal venja seg við “ávirkanina uttanífrá”. Aðrar orsøkir til bløðingarnar eiga sjálvsagt at útilokast t.d. polyppir, bruni, sár á lívmoðurhálsinum og eisini krabbamein í undirlívinum.

Í fyrstani klaga summar kvinnur um høvuðpínu, og at tær hava lyndi til at fitna, men alt hetta javnar seg skjótt. Eisini er vandin fyri blóðtøppi í beininum størri – men her er eitt dømi av 5000 kvinnum um árið. Nýggjastu royndir hava víst, at best er, at hormonviðgerðin skal steðga eftir 4-5 árum. Ber tað ikki til, so eigur skamtanin at minka so nógv sum møguligt og helst sum bløðingarfrí viðgerð ella møguliga reint østrogen saman við hormonspirali. Hormonspiralur inniheldur gestagen, og tað verjir slímhinnuna í lívmóðurini.

 

At nýta náttúruheilivág og kostískoyti
Av ymsum orsøkum vilja summar kvinnur ikki hava hormon. Tá kann náttúruheilivágur og kostískoyti roynast. Tað eru fleiri tilbúningar, men ávirkanin er ikki serliga væl prógvað.

Á apotekinum hava vit nakrar handkeypsvørur. Tó skal sigast, at í onkrari er blómusáð, tá ber so ikki til hjá teimum, ið eru ovurviðkvom fyri blómusáði, at nýta hesa vøru.

Er tú í iva um eitthvørt, so kom á apotekið og spyr teg fyri.

Sí meira á:

www.netdoktor.dk

www.min.medicin.dk

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00