Trekur magi

Trekur magi er, tá ið opningurin er harður og turrur, og 3 ella fleiri dagar ganga ímillum hvønn opning. Hjá teimum flestu er hetta vandaleyst og kann koma av, at tú hevur fingið ov lítla vætu, etið ov lítið av trevjuríkum mati, ella at tú hevur rørt teg ov lítið. Hevur tú ikki havt harðan maga fyrr, og tað heldur á í meira enn ein mánað, eigur tú at fáa tað kannað hjá lækna, tí tað kann tá vera tekin um álvarsama sjúku.

Av tí, at trekur magi kann gera okkum illa til passar, og vit fáa ringan matarlyst og ymiskar magabágar, er ein vælvirkandi magi týðningarmikil fyri okkara vælveru.

Vanligasta orsøk til trekan maga:

  • Ov lítil væta í ella aftur við matinum 
  • Ov lítið av trevjuríkum mati í kostinum
  • Ov lítil rørsla
  • Ferðing
  • Drúgv seingjarlega
  • Viðgerð við heilivági, ið elvir til harðan maga (heilivágur fyri trota, morfinheilivágur og psykofarmaka v.m.)
  • Kostbroytingar
  • At vera við barn
  • Strongd
  • Ávísar sjúkur, eitt nú sclerosa, myksødem o.a.


Tekin
Sjúkutekin kunnu vera:

  • Búkurin kennist tambaður
  • Pína av luft í tarmunum
  • Tyngdarkensla av nógvum skarni í tarmunum
  • Pína ella bløðing í sambandi við opning
  • Kenslan av at tarmarnir ikki eru tømdir

Tú eigur at leita til lækna, um tú hevur nøkur av hesum sjúkuteknum: Svimbul, møði, bleikt dæmi, um tú lætnar ella bløðir frá tarmunum (antin sum blóð ella sum myrkur opningur). Hesi sjúkutekin kunnu benda á álvarsamar sjúkur.

 

Hvat kann eg gera?
I flestu førum eru ráðini einføld, eitt nú at drekka nógv (helst vatn, umleið 2 ltr. um dagin), meiri likamlig íðkan ella at eta trevjuríkan kost, sum saman ella hvørt sær øll kunnu bøta um støðuna, áðrenn tørvur er á at tosa við lækna. 

Um tú hevur trekan maga í meiri enn 1 mánað, hóast tú hevur gjørt eftir ráðunum omanfyri, eigur tú fara til lækna.

 

Fylgjur av trekum maga
Um trupulleikin við hørðum maga heldur fram, kunnu aðrir trupulleikar stinga seg upp, eitt nú taggur (hemoridir) og sár í baktarminum.

 

Viðgerð
Um rívilig væta, trevjaríkur kostur og rørsla ikki hava givið úrslit - og krabbamein er útilokað - ber til at royna ymisk evni í handkeypi.

  • Vanliga verður fyrst roynt okkurt evni við trevjum, t.d. Husk® ella Vi-Siblin® 
  • Ella evni, sum halda vatninum aftur í tarmunum, t.d. Magnesia® og Laktulosa®
  • Um hetta heldur ikki hjálpir, kann vera neyðugt at brúka heilivág, sum virkar á tarmrørslurnar, t.d. Dulcolax® ella Laxoberal®
  • Um skarnið situr niður ímóti baktarminum, kann tað vera fyrimunur at brúka klysma-heilivág at føra inn í baktarmin, eitt nú Microlax® ella Glyoktyl®
  • Spyr á apotekinum, hvørjir fyrimunir og vansar eru við teimum ymsu viðgerðunum, so viðgerðin verður lagað eftir tínum tørvi.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00