Heilivágur og barnakonur

Tað verður sum heild viðmælt, at barnakonur taka so lítið av heilivági sum gjørligt, her verður eisini hugsað um handkeyps- og náttúruheilivág.

Vandin at skaða fostrið er størstur teir fyrstu 3 mánaðirnar av barnsburðinum, har gøgnini hjá fostrinum verða skapt. Vandin er tó til staðar undir øllum barnsburðinum. Seint í barnsburðinum kunnu ávís sløg av heilivági ávirka barnið og viðføra hjáárin, eitt nú tá ið sovitablettir verða tiknar, kann barnið gerast dølskt. Morfinlíknandi heilivágur kann gera, at barnið venist við hann og vísir frávenjingareyðkenni eftir, at tað er føtt.

Tað er tó týdningarmikið, at ein møgulig sjúka er nøktandi viðgjørd, eitt nú  epilepsi, diabetes ella ov høgt blóðtrýst. Her er vantandi viðgerð ein størri vandi fyri bæði barnakonuna og barnið enn ein viðgerð við tí neyðuga heilivágnum.

Er ein í fastari heilivágsviðgerð, er neyðugt at ráðføra seg við læknan um viðgerðina, helst áðrenn ein gerst við barn. Nøkur sløg av heilivági skal ein halda seg frá, tá ið ein er við barn, men onnur eru alneyðug at halda fram við. Læknin kann meta um, hvør heilivágur ger minstan vanda á fostrið.

At vera við barn viðførir broytingar í kroppinum. Tað kann gera, at heilivágurin kanska verður niðurbrotin við einum øðrvísi skjótleika. Viðkvæmi fyri heilivágnum kann broytast undir barnsburðinum, og neyðugt kann tískil vera at broyta skamtanina. Barnakonur við ávísum sjúkum ganga oftari til kanningar, har hugt verður eftir, um skamtanin skal tillagast.

Spyr lækna ella á apotekinum, um tú sum barnakona heldur teg hava tørv á onkrum heilivági. Minst eisini til at lesa kunningarlepan (sí kunningarlepar), ið fylgir við heilivágnum.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00