Vitaminir og mineral til barnakonur

Vitaminir og mineral til barnakonur

 

Folinsýra
Ætlar tú at gerast við barn, viðmæla heilsumyndugleikarnir eitt dagligt folinsýruískoyti á 400 µg. Hetta skal takast frá tí, ein roynir at gerast við barn, og til og við 12. barnsburðarviku.

Folinsýra er ein vitamin, sum er í kostinum, men torført er at fáa nóg mikið úr kostinum í barnsburðartíðini. Tískil verður mælt til at taka eitt ískoyti í sambandi við barnsburðin fyri at fáa eina nøktandi mongd, so byrgjast kann fyri at fáa eitt barn við mønubrokki (neuralrørsbreki), tað merkir brek í heila og mønu.

Er hetta hent áður í familjuni, útskrivar læknin eina størri mongd av folinsýru við forskrift.

Eru nakrar vikur gingnar, áðrenn tú er varug við, at tú ert vorðin við barn, skal tað ikki ørkymla teg. Folinsýra minkar um vandan fyri, at barnið fær mønubrokk, men tað merkir ikki, at tú fært eitt barn við mønubrokki, um tú ikki hevur tikið folinsýru, tí tað er hóast alt sjáldsamt.

 

Jarn
Viðmælt verður at taka ískoyti av jarni, 40-50 mg dagliga. Hetta skal takast frá 10. barnsburðarviku og restina av barnsburðarskeiðinum. Hetta kemst av, at barnakonur hava øktan tørv á jarni, og tað hevur víst seg at vera torført hjá lutfalsliga mongum at fáa nøktandi mongdir úr kostinum. Vamlast ein illa, kann avtalast við lækna ella jarðarmóður at bíða við at taka jarnískoyti til í seinasta lagi 18. barnsburðarviku.

Týdningarmikið er at taka jarnískoyti ímillum máltíðirnar, tí tá er upptøkan best.

Jarn í eini multi vitamin/mineral tablett verður ikki íroknað, tí jarnið kappast við hini evnini um at vera upptikið og verður tískil ikki upptikið nóg væl.

 

D-vitamin
Eisini vísir tað seg at vera torført hjá barnakonum at fáa nøktandi mongd av d-vitaminum gjøgnum kostin. D-vitamin er týdningarmikið fyri at kunna gagnnýta kálk, sum hevur týdning fyri beinagrindina.

Tískil verður mælt til at taka 10 µg D-vitamin dagliga sum ískoyti.

 

Kálk
Kálk hevur, sum sagt týdning, fyri beinagrindina hjá barnakonuni og barninum. Kálk fæst lættast úr mjólk og mjólkarvørum. Fær barnakonan ikki mjólkarúrdráttir, verður eitt ískoyti av kálki viðmælt.

Mælt verður til, at barnakonur fáa ein ½ litur av mjólkarúrdráttum dagliga ella eitt dagligt ískoyti á 500 mg av kálki.

Tørvurin á øðrum vitaminum og mineralum er sjálvandi tengdur at, hvussu fjølbroyttan og góðan kost ein etur. 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00