Hvat er BMI?

BMI stendur fyri Body Mass Index og er eitt mát fyri, hvussu nógv fiti er í kroppinum, mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er bara galdandi fyri vaksin, bæði kvinnur og menn. BMI-talið verður roknað á henda hátt:

BMI = Vekt (kg) / (hædd (m) x hædd (m))

Dømi: tú ert 175 cm høg/ur og vigar 60 kilo:
BMI = 60 / (1,75x1,75) = 19,6, sum vit runda upp til 20.

BMI 

18,5

=

 vigar í minna lagi

BMI

 

18,5-25  

=

 vektin er í lagi

BMI

 

25-30

=

 vigar í meira lagi

BMI

30

=

 feit/ur

 

Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki,  at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25. 

Nýggjari kanningar benda kortini á, at hesi tøl kundu verið sett hægri, tí fólk við einum BMI í ovara endanum av markinum “vektin er í lagi” liva longur, men enn hava heilsumyndugleikarnir ikki alment broytt teirra viðmælingar.

Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu.

 

Avleiðingar av fiti
Vigar ein ov nógv, økist váðin fyri sjúku, t.d. sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Um títt BMI er oman fyri 30, er tað serliga týdningarmikið, at tú gert nakað við støðuna.

Eisini fáa fleiri, sum viga ov nógv, trupulleikar við ryggi og knøum. Somuleiðis fáa mong kensluna av tvørrandi sjálvsáliti.

 

Orsøk til ovurfiti
Likam okkara hevur feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri, at likamið kann virka, sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur.

Feittgoymslurnar gerast ov stórar, um ein tekur meira orku inn, enn ein brennur. Við øðrum orðum: Feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið.

Ovurfiti kann arvast; men lívshátturin er kortini sera avgerandi fyri, um ein gerst feit/ur.

 

Hvat kann gerast?
Fiti kann ein sjálvur bæði fyribyrgja og viðgera. Tað ræður um, at orkan, sum fæst gjøgnum mat og drekka, ikki er størri enn tann orkan, sum verður nýtt til rørslu.

Minni orka gjøgnum mat og drekka og meira orka til rørslu ger, at ein lætnar.

Hetta ljóðar einfalt, men fyri fleiri er kortini sera torført at klænka seg. Neyðugt er at broyta lívshátt, um ein er ov feit/ur og vil fáa røttu vektina.

 

Nøkur góð ráð:

  • Avmarka feittið í matinum. Her er serliga talan um ost, smør, margarin, feitan kjøtviðskera og feitar kjøtrættir. Einum nýtist ikki heilt at lata vera við at eta henda mat, men bara at eta minni av honum.
  • Ístaðin kann ein eta frukt, grønmeti og kornúrdrátt.
  • Brenn eitt sindur av orku hvønn dag. Gakk t.d. til og frá arbeiðinum/skúlanum og gakk túrar í frítíðini.
  • Et minni av sukri og góðgæti, og drekk ikki nógv sodavatn og rúsdrekka. Tey geva nógva orku, men metta ikki.
  • Ikki svølta teg sjálva/n. Í longdini er tað ikki nøkur gongd leið.
  • Neyðugt er at ganga, renna ella at røra seg í minsta lagi ½ tíma um dagin

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00