Barnaormur

Flestu húski við børnum kenna til barnaorm. Barnaormur kemur fyri allastaðni í heimi og hjá øllum fólki á øllum aldri, tó er hann vanligastur hjá børnum og ungum.

Orsøk
Menniskjan er einasti vertur, tað menn vita um. Tann vaksna honin gerst á leið 1 cm long, men hannurin er minni. Ormveran verður klakt í blágørnunum (tyndtarmen) og mennist til vaksnan orm eftir einum mánaði og heldur síðan til í langanum (tyktarmen). Um náttina ferðast honin út gjøgnum baktarmsopið, verpur og leggur fleiri túsund egg rundan um opið. Síðan doyr hon. Eggini halda sær á lívi einar 2 vikur í t. d. seingjarklæðum, húsdusti ella undir naglunum. Smittað verður við skarninum.

Eyðkenni
Eyðkenni um barnaorm er skriði rundan um baktarmin, serliga um náttina meðan barnið liggur undir tí heitu dýnuni. Skriðin kemur av, at honormurin um náttina, sum sagt, ferðast út til baktarmin og leggur eggini í húðarfaldirnar har. Tá ið ormarnir síðan ætla sær aftur inn í garnarnar (tarmin), villast teir inn í móðurskeiðina hjá gentum. Tað gevur ikki nøkur eyðkenni, men tað kann vera trupult at sleppa av við ormin aftur. Ofta varnast foreldur, at børnini hava fingið orm, tí tey síggja evarska klænan, hvítan orm rundan um barnsins baktarm ella í skarninum.

Hvussu smittar barnaormur?
Barnaormur smittar frá einum fólki til annað. Tað órógvar, men er púra harmleyst. Eggini kunnu yvirliva í dusti og í øðrum líknandi í fleiri vikur. Tá ið barnið skriðar sær, fær tað egg á fingrarnar ella undir naglirnar og koyrir tey síðan í munnin. Á tann hátt smittar barnið seg sjálvt og heldur lív í ormafongdini. Smittan kemur serliga frá hondum, leikum, vesibrettum osfr. Børn í dagsstovni smitta lættliga hvørt annað. Fær ein í húsinum barnaorm, breiðir tað seg ofta til hini í húsinum.

Harumframt kunnu børn smitta seg sjálv, tí viðgerðin drepur ikki eggini, men bara tann vaksna ormin. Tí er umráðandi at taka viðgerðina uppaftur.

Tá ið tað kann tykjast so torført at sleppa av við barnaorm, er tað ikki, tí at heilivágurin, sum finst, er vánaligur, men tí at fólk beinanvegin verða smittað aftur. Tað hendir sjálvandi oftast, har ið reingerðin innanhýsis svíkur.

Barnagarðar/dagrøkt
Børn kunnu saktans fara á dagstovn, um tey eru í viðgerð fyri barnaorm, men starvsfólkini mugu verða kunnað, so sleppast kann undan, at hini børnini verða smittað.

Viðgerð
Barnaormur verður viðgjørdur við mebendazol (Vermox®) ella pyrvin (Vanqiun®). Alt húskið skal viðgerast samstundis.

Mebendazol: Mebendazol fæst ávikavíst sum tablettir og flótandi á apotekinum eftir forskrift. Heilivágurin skal gevast tríggjar ferðir við á leið 2 vika millumbili. Vanliga er ein viðgerð nóg mikið. Mebendazol virkar á tann hátt, at ormurin  upptekur ikki so lætt sukur, og tá doyggja bæði tann vaksni ormunin og ormveran. Eggini kunnu yvirliva. Tá ið ormarnir eru deyðir, hvørva teir við skarninum.

Tað kann vera skilagott at viðgera við veikum opningarevni samstundis fyri at skola ormarnar út – serliga um magin er trekur.

Pyrvin: Pyrvin fæst sum tablettir í handkeypi á apotekinum. Heilivágurin skal takast 2 ferðir við á leið 2 vika millumbili. Tað virkar helst á tann hátt, at tað tálmar upptøkuna av súrevni og sukri. Ormarnir doyggja eftir einum 2 døgum og hvørva við skarninum.

Vert er at hava í huga, at pyrvin er eitt sterkt reytt litevni, ið litar skarnið reytt og kann seta blettir á klæðini. Tablettin verður tikin beint eftir eina máltíð og skal svølgjast í einum fyri ikki at mislita tenninar.

Viðgerð heima

  • Baða hvønn morgun fyri at burturbeina egg og orm rundan um baktarmin
  • Skift seingjarklæði og undirklæði so ofta sum gjørligt, serliga 7-10 dagar eftir viðgerðina
  • Klipp naglirnar hjá børnum stuttar, so at eggini ikki seta seg har
  • Tað er umráðandi, at øll í húskinum - bæði børn og vaksin – vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey hava verið á vesi og fyri hvørja máltíð
  • Halt bústaðin reinan, serliga í sovikamarinum.
  • Et ikki í sovikamarinum.
  • Um fleiri í húskinum eru fongd, skulu tey viðgerast sama dag.

 

Hvussu verður tað staðfest?
Læknin kann trýsta límsíðuna á klárum klisturbandi móti baktarmsopinum, serliga á morgni áðrenn farið verður á vesi. Klisturbandið verður síðan kannað við sjóneyku, um egg kanska eru at finna.

Ofta verður hugt at baktarmsopinum ella skarninum saman við einari sjúkusøgu.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00