
Barnasár (impetigo)
Barnasár er ein vanlig ígerðarsjúka í holdinum, ið stendst av bakterium.
Sjúkueyðkennið sæst sum smáar bløðrur og sár á holdinum - ofta við gulligari skrúvu.
Barnasár eru vanlig millum smábørn og skúlabørn, herav kemst navnið barnasár.
Orsøk
Barnasár stava vanliga frá einum ávísum slagi av stafylokok-bakterium (staphylococcus aureus), men kann eisini stava frá ávísum streptokok-bakterium.
Bæði streptokokkar og stafylokokkar eru í umhvørvi okkara (luftini, vatninum og jørðini), og mong hava vanliga hesar bakteriur í nøs og holdi uttan at gerast sjúk.
Barnasár smitta soleiðis:
Barnasár smitta illa. Børnini fáa bakteriur á hendurnar, tá nomið verður við sárið, tí smitta børnini lættliga hvørt annað. Smittast kann eisini við at nema við leikur, krúss, handkløð og handtøk, har bakteriurnar eru á.
Millum ein og tríggir dagar ganga, frá tí ein er smittaður, til sjúkueyðkennini koma til sjóndar.
Eyðkend sjúkutekin:
Barnasár kemur fram við, at bløðrur brádliga eru at síggja á holdi barnsins, sum bresta, og ein kleiggjut gullig væta lekur úr. Síðani legst ein gul-brún skrúva á bløðrurnar.
Vanligast eru sárini við oyrnalippur, í andlitinum kring varrar og nøs, á hálsinum, fingrum og hondum.
Tað skriðar eitt sindur so at siga alla tíðina.
Eftir fáum døgum kunnu sárini breiða seg kring um á barnakroppinum, serliga um barnið skriðar sær. Sárini ávirka so at siga ongantíð almenna heilsustand barnsins og hava heldur ikki fepur við sær.
Vandin fyri sárum er størri, um tað hevur barnaeksem ella onnur sár.
Hvussu tekur læknin sjúkuavgerð?
Tað eru sereyðkennini av sárunum, ið síggjast, ið staðfesta barnasár.
Viðgerð
Bakteriurnar í barnasári eru undir skrúvuni, og tí er týdningarmikið at taka burtur tær tjúkku skrúvurnar. Til ber at bloyta skrúvurnar við vátum klúti ella í baði og varliga síðan loysa skrúvuna, eitt nú við pinsett.
Viðgerast kann við dagliga at vaska við klorhexidinsápu 4% (eitt nú Hibiscrubb®) og síðani at luftturka og smyrja klorhexidinkrem 1% á, sum bæði fáast í handkeypi á apotekinum. Summir læknar útskriva Fusidinkrem 2% (Fucidin®) at smyrja á 3 ferðir um dagin ístaðin. Hetta er eitt antibiotika krem, men bert eftir forskrift.
Hevur barnasárið spreitt seg runt kroppin, ella eru sárini komin í barnaeksemið, útskrivar læknin eina tablett ella miksturantibiotikaviðgerð. Men henda viðgerð verður gjørd saman við klorhexidin sápu vaskinum.
Við at koyra plástur á sárið ella binda um, kann ein tálma bakteriunum at breiða seg.
Viðgerðin varar ofta í umleið 1-2 vikur.
Um barnasár er staðfest hjá barni við eksemi, er sjálvandi eisini umráðandi at viðgera eksemið.
Góð ráð
- Venjið barnið til at vaska sær ofta um hendurnar
- Ein kann nýta handdesinfektión (eitt nú Alcogel®), sum fæst á apotekinum
- Latið barnið altíð hava sín egna klút og egna handklæði, nýtið møguliga einnýtisklútar
- Vaskið tykkum altíð um hendurnar eftir at hava nomið við barnasár
- Sigið barninum, hví tað skal vera umhyggið við reinføri og síni barnasár
- Latið ikki barnið klóra sær í sárinum, pilka nøs ella súgva fingur
- KLIPPIÐ NEGLIRNAR STUTTAR!
Nær skulu tey fara á ansingarstovn ella í skúla?
Børn mugu í fyrsta lagi fara á ansingarstovn, tá ið sárini eru turr, og skrúvurnar eru dotnar av, tískil er smittuvandin burtur. Reinførið hjá børnum er sum heild ikki so gott, og tey klóra og skriða sær javnan. Sostatt verður smittuvandin størri. Í skúla kunnu børn fara, hóast tey hava barnasár. Barnið skal tó hava í huga, at tað ikki má klóra sær í sári, og ikki at gloyma at vaska sær um hendurnar ofta og at brúka sín egna kamb, vaskiklút og sítt egna handklæði.