Húðrøkt

Tá tú skal keypa okkurt til húðina hjá barninum, eigur tú at hugsa um, at børn hava viðkvæmari húð enn vaksin.

Húð teirra er turr og følin, og kemst hetta av, at húðin hjá børnum er ikki ment sum hjá vaksnum. Hetta verður ikki fyrr enn barnið er 5-6 ár.

Tað er av týdningi at brúka sápu, ið holdið tolir væl (pH virði 5 - 7). Hetta er eitt mát fyri, hvussu súrt eitt evni er.
Er húðin serliga følin, ber eisini til at brúka baðolju.

Brúkið ikki sápu saman við baðolju, tí sápan oyðileggur virknaðin av oljuni.
Tá húðin er rein, kann húðarkrem ella lotión smyrjast á.

Barnahold (vetur)
Á vetri er luftin turrari, og tað ávirkar eisini holdið. Tá luftin er turr, gerst húðin eisini turrari og støkkur skjótari enn annars.
Vanliga virkar holdið sum ein verja, ið ger, at vætan ikki fer úr kroppinum og verjir fyri at sjúkuelvandi bakteriur koma inn í kroppin. Tann turra húðin, ið er farin at støkka, verjir ikki eins væl. Tí er tað av týdningi at hjúkla um tað turra holdið fyri at fyribyrgja, at vernd okkara fyri vætumissi og bakteriuálopi verður skadd.

Eini góð ráð eru at smyrja holdið við feitum smyrsli hvønn dag. Ymiskar vørur eru til taks, m.a. A-derma Exomega, Danatekt ella Decubal.

Ceridal lipogel er ein vatnfrí gel, ið heldur vætujavnvágini við at leggja seg sum eina tunna skón á húðina. Hendan gelin er vælegnað, tá ið frost er.

Krem, ið innihalda vatn, eiga at vera smurd á í minsta lagi ½ tíma, áðrenn barnið fer út.

Barnahold (summar)
Um summarið nýtist húðini ikki so nógv feitt. Um barnið ikki hevur turt hold, er ikki neyðugt at nýta krem ella lotión.
Um tørvur er, kann smyrjast við Apotekets Babylotion, A-derma Exomega lotión ella Danatekt lotión.


Sóltilbúningar
Smábørn, ið ikki duga at flyta seg, skulu haldast burtur úr beinleiðis sól, og nýtast tí ikki at brúka sólkrem. Hetta kemst av, at húðin hjá børnum er ikki fullstyrknað. Best er um barnið er í einum tunnum buksum, einari tunnari troyggju við longum ermum og einum sólhatti. Um neyðugt, ber til at smyrja eitt tunt lag av sólkremi á kjálkarnar, nøsina og handarbakið. Sólkrem til smábørn skal hava høgan sólfaktor, hetta er tengt at, hvussu húðin er.

Um barnið verður eitt sindur sólbrent, ber til at brúka Apotekets after-sun lotion, Aloe Vera gel ella Zink-liniment, sum kølir. Um børn yvir 2 ár verða illa sólbrend, ber til at smyrja eitt tunt lag av Hydrokortison kremi á.

Er barnið illa sólbrent ella barnið er undir 2 ár – farið til lækna!
Um barnið hevur sóleksem, ber eisini til at nýta Hydrokortison krem. Hetta skal ikki nýtast í longri tíð, og sum áður nevnt, ei heldur til børn undir 2 ár uttan samráð við læknan.

 

Húðrøktarrøð

Apotekets
Apotekið hevur í samstarvi við Astma-Allergi forbundet í Danmark, framleitt hesar vørur til barnarøkt:

  • Baby Shampoo og Bad
  • Baby Jojoba Olie
  • Baby Lotion
  • Baby Salve
  • Baby Zinksalve
  • Baby Sæbe

Apotekets Baby Lotion
Mild lotión, sum verjir viðkvomu barnahúðina, og heldur hana bleyta og lina. Lotión kann smyrjast um allan kroppin, er drúgv í brúki og fer skjótt inn í húðina.

Pumpa eina hóskandi mongd av lotión í hondina og læt lotiónina fáa kroppshita við at halda henni í hondini eina løtu. Ofta er munurin á kropshita og hita í rúmi eini 10-15 hitastig. Lotión, sum hevur rúmhita, kenst køld á barnahúðini, tí er umráðandi, at lotiónin hevur sama hita sum húðin.

Apotekets Jojoba Olie
Mild og røkjandi olja, ið er vunnin burtur úr nøtum frá jojoba plantuni. Brúkast í baðivatni, til skón (arp) í hárbotni, beinleiðis á turra húð ella til pinkubarna massasju.

Apotekets Baby Olie er ein rein olja, t.v.s at einki vatn er í oljuni. Tí vil oljan liggja sum smáar perlur á baðivatninum. Oljan ávirkar húðina soleiðis, at hon heldur seg bleyta og lina.
Um tað kemur skón í hárbotnin hjá børnum, verður oljan smurd í hárbotnin og varliga masserað, til hárbotnurin kennist feittutur. Lat oljuna vera í hárbotninum eina nátt og kemba varliga við einum tættkambi.

Vaska síðani við Apotekets Baby Shampoo og Bad.

Apotekets Baby Salve
Apotekets Baby Salve verður brúkt fyribyrgjandi til viðkvæma húð, serstakliga á rumpuni hjá pinku- og blæubørnum.
Nú á døgum nýta næstan øll foreldur einnýtisblæur. Hesar eru hentar at brúka og gera, at húðin fyri tað mesta heldur seg turra.

Hóast hetta er tað umráðandi at verja húðina hjá barninum, tí sjálvt um blæurnar ofta verða skiftar, kunnu land og skarn gera húðina viðkvæma og elva til, at barnið fær reyða rumpu. Umframt verjir salvan fyri, at húðin tornar.

Smyrjið eitt tunt lag av Apotekets Salve á rumpuna hjá barninum, hvørja ferð blæan verður skift. Salvan virkar bloytandi og leggur seg sum eina verjandi skón á húðina.
Salvan kann eisini nýtast til turrar plettir og turrar varrar.

Apotekets Baby Salve er grundað á vaselin uttan anga og haldevni. Salvan er framleidd á ein so mildan og einfaldan hátt sum tilber.

Apotekets Baby Zinksalve
Apotekets Baby Zinksalve verður nýtt til reyðar rumpur og onnur viðkvom øki.
At húðin er reyð og viðkvom á barnarumpuni kemst ofta av, at landið, ið hevur eitt høgt sýruinnihald, og skarnið hava skatt húðina. Sjálvt um blæan ofta verður skift, kann skaðin henda, so barnið fær reyða rumpu.

Smyr Apotekets Baby Zinksalve á tey viðkvomu støðini. Zinksalvan inniheldur tað virkna evnið zinkoxid, sum virkar uppturkandi. Hetta linnir viðkvæma húð og reyða rumpu.
Apotekets Baby Zinksalve inniheldur 25% zinkoxid og er uttan anga og litevnir.
Salvan er framleidd á ein so mildan og einfaldan hátt sum tilber.

Apotekets Baby Shampoo og Bad
Apotekets Baby Shampoo og Bad er bæði til húð og hár. Shampo og baðsápan eru framleidd serstakliga til pinkubørn og børn. Vaksin, sum vaska sær dagliga kunnu eisini hava stórt gagn av hesum. Ein verður reinur, uttan at tað kennist uppturkandi á hár og hárbotn og svíður ikki í eygunum. Hárið er lætt at greiða, og húðin kennist bleyt.

Til hárvask: Ger hárið vátt, javna sápu út í hondina, massera síðani hár og hárbotn varliga og skola væl eftir við flógvum vatni.

Til vask og bað: Nýtast sum flótandi sápa í vaskifati, í brúsubaði ella í baðikari.

Apotekets Shampoo og Bad er framleitt á ein so mildan og einfaldan máta sum til ber - uttan anga, litevnir og við einum pH, sum er húðvinarligt.

Apotekets Baby Sæbe
Apotekets Baby Sæbe er ein handsápa, sum skolar bakteriur burtur av húðini. Sápan er samansett soleiðis, at hon ikki avfeittar og reinsar húðina, og tí varðveitir húðin sína nátúrligu vætu.
Sápan er serstakliga framleidd til barnahúð, men kann eisini nýtast til aðra viðkvæma húð.

Aðrar vørur til børn
Á apotekinum finnur tú nógvar góðar vørur til minni og størri børn:

  • Apotekets Engangs vaskeklude, ið eru serstakliga bleytir og tí vælegnaðir til barnarøkt
  • Apotekets Sikkerhedsvatpinde eru eisini serliga gjørdir til barnarøkt. Skapið á vattpinnunum tryggjar, at innoyrað barnsins ikki fær skaða

 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00