Ilt fyri tonnum

Tá ið barnið er nakrar mánaðir gamalt, byrjar tað vanliga at fáa tenn. Summi eru serliga ring og fáa nógva pínu.

Rovan á tannhaldinum roðnar og hovnar, har tonnin kemur fram. Eftir 1-2 døgum sæst eitt lítið petti av tonnini, og síðan kemur hon skjótt undan. Barnið er nervað einar tveir dagar fyri og einar tveir dagar eftir, at tonnin kemur undan. Tann reyða, hovna rovan órógvar barnið. Barnið gníggjar tannhaldið við fingrunum og bítur í síni leiku. Hesa tíðina slevar barnið meira enn vanligt. Mestsum øll børn gerast ørg, sleva og bíta, tá ið tey fáa tenn.

Einstøk børn verða órógvað av leysum lívi, hava ilt við at sova ella fáa ringan matarlyst. Hitin kann fara upp á 38,5 hitastig – men ikki upp um 38,5. Hitaøkingin varar bara 1-2 dagar. Sostatt er samband milum tað at fáa tenn og eina lítla hitaøking. Er hitin oman fyri 38,5 hitastig, ella barnið hevur hægri fepur í meira enn 2 dagar, er talan ikki um, at barnið fær tenn – tá hevur barnið fingið eina ígerð.

Góð ráð
Eingin framúr virkin háttur er at taka pínuna, tá ið barn títt fær tenn, men niðanfyri eru góð ráð fyri, hvussu tú kanst doyva pínuna og sissa barnið, tá ið tað tenninar koma undan.

  • Bítiringur/tannringur – sum barnið kann bíta í og gnaga. Ringarnir kunnu eisini kølast, so teir doyva pínuna
  • Ein táta kann sissa barnið og lætta um hesa tíðina. Tátan kann eisini kølast  í kuldaskápinum
  • Mýk og gníggja tannhaldið varisliga við einum fingri
  • Gev barninum kalt at drekka
  • Gev barninum kaldan blendaðan mat at eta
  • Busta spakuliga við einari bleytari barnatannbust
  • Gev barninum eina kalda agurkuflís. Ansa eftir, at barnið ikki fær tað í hálsin
  • Gev barninum eina kalda, ókókaða flusta gularót at bíta í. Ansa eftir, at barnið bítur ikki bitar av og fær teir í hálsin.

Er pínan ring, eigur tú at fara til lækna, ið kanska kann bjóða eitt hvørt doyvandi.

Hugsa um, at barnið kann vera sjúkt.

Fæst heilivágur í handkeypi
Ivast tygum ikki í, at órógvið hjá barninum stavar frá tonnunum, og barnið er rættiliga óróligt, kunnu tygum brúka Paracetamolmikstur ella stikkpillara, men bara eftir leiðbeining frá lækna.

Hesin heilivágur lækkar fepurin, og tí skulu tygum taka fepurin, áðrenn barnið fær heilivágin.

Eisini ber til at royna við at smyrja ávísar dropar ella gel á tanngarðin. Tey fáast í handkeypi á apotekinum. Spyr á apotekinum.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00