Koppsetingar til børn

Í Føroyum verður mælt til, at øll børn verða koppsett ímóti ávísum sjúkum. Tær tilmæltu koppsetingarnar eru ókeypis og verða gjørdar hjá kommunulæknunum. Hetta er fyri at verja børnini fyri smittusjúkum, sum kunnu viðføra álvarsamar eftirsjúkur.

Tær koppsetingar, ið verða latnar ókeypis í Føroyum, eru lýstar í kunngerð nr. 126 frá 2. des. 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum.

Persónar yngri enn 18 ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa, polio, meslingum, fárasjúku og reydlingum. Børn yngri enn 6 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hæmophilus influenzae, typa b, og børn yngri enn 2 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti pneumokoksjúku.

Kvinnur, sum eru føddar 1. jan. 1985 ella seinni, kunnu, tá tær hava fylt 12 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin skal verða framd, innan kvinnan fyllir 28 ár.

Danska barnakoppsetingarskráin verður fylgd. Nógvar av koppsetingunum eru samansettar og verja tískil fyri tveimum ella fleiri sjúkum samstundis.

Barnakoppsetingarskráin 2016:

Tá barnið er 3 mánaðir :

DiTeKiPolHib I og PCVI

Tá barnið er 5 mánaðir:

DiTeKiPolHib II og PCVII

Tá barnið er 12 mánaðir:

DiTeKiPolHib III og PCVIII

Tá barnið er 15 mánaðir :

MFR I

Tá barnið er 4 ár:

MFR II

Tá barnið er 5 ár: 

DiTeKiPol endurkoppseting 

Tá barnið er 12 ár:

MFR II til børn, sum eru eldri enn 4 ár 1.apríl 2008. Steðgar 2016. Til gentur HPV I og II.

Harafturat kunnu kvinnur, sum hava fylt 18 ár, verða koppsettar ókeypis fyri reydlingar. Koppsetingin kann verða bjóðað sum ein MFR-koppseting.

Di: Difteri
Te: Tetanus = Stívkrampi
Ki: Kikhosti
Pol: Polio = barnalamningur
Hib: Haemophilus influenza
PCV: Pneumokok vaksina
M: Meslingar
F: Fárasjúka
R: Reydlingar
HPV: Human papillomavirus vaksina = lívmóðurhálskrabbameinsvaksina

Tá ið eitt barn er farið gjøgnum koppsetingarskránna, er tað vart móti difteri og stívkrampa í øllum førum í 10 ár, móti kikhosta í eini 10 ár, fyri álvarsomum pneumokoksjúkum, sum stava frá teimum sløgunum í PCV koppsetingini, til 4 ára aldurin, móti meningitis og barkaloksbruna, sum stavar frá Hib-bakteriuni, og ímóti polio, meslingum, fárasjúku og reydlingum alt lívið. Eftir tær báðar HPV-koppsetingarnar er ein at rokna sum vardur í minst 5 ár. (www.ssi.dk)

Lokaldoyvandi móti priki
Á apotekinum kann plástur og krem við lokaldoyvandi evni (lidokain+prilokain) keypast. Emla ella Tapin, sum hesin lokal-doyvandi heilivágurin eitur, doyvir húðina og skal setast á í minsta lagi 1 tíma, áðrenn prikað verður.

Meira fæst at vita um barnakoppsetingarnar á:

http://www.ssi.dk/Vaccination/Boernevaccination/

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00