Leyst lív hjá børnum

Smábørn, sum hava leyst lív, skulu ansast væl, tí tey tola verri vætutrot enn vaksin. 

Leyst lív kann vera orsakað av virusi, men kann eisini koma av ovurviðkvæmi fyri mati. Smábørn, sum taka penisillin, kunnu fáa leyst lív av tí.

Farið til lækna: 

  • Um barnið hevur ringa búkilsku
  • Um barnið er troytt og fjarhugað
  • Um barnið ikki heldur vætu í sær, spýr illa og hevur leyst lív
  • Um barnið spýr blóð ella hevur leyst lív við blóði í
  • Um barnið pissar óvanliga lítið
  • Um barnið er yngri enn 2 ár
  • Um barnið ikki vil taka bróst ella fløsku
  • Um barnið hevur havt leyst lív í meiri enn 2- 3 samdøgur.

Hvat kann eg sjálv/ur gera? 

  • Sera umráðandi er at bøta um vætutrotið. Gev barninum ivaleysa nógv at drekka. Tað er ikki so týðandi, hvat tað fær at drekka, men sukur- og saltríkir drykkir kunnu viðmælast, tí tá fær kroppurin tey mistu søltini aftur
  • Hygg eftir landinum, um nøgdin er, sum hon eigur at vera. Er tað ljósagult á liti, fær tað nóg mikið at drekka
  • Ansa eftir, at barn títt ikki fær vanligan mjólkarúrdrátt. Hann órógvar magan. A38, cultura og acidophilus jogurt eru harafturímóti góð fyri leyst lív, tí tey stimbra tann góða og náttúrliga bakteriugróðurin í tarminum og fara væl við maganum
  • Fylg við, hvussu barnið er fyri yvirhøvur

Leyst lív smittar sera illa. Ansa tí eftir, at barnið vaskar sær væl um hendurnar, tá ið tað hevur verið á vesinum og brúka kanska handspritt.

Kann barnið fáa bindandi heilivág?
Leyst lív heldur vanliga uppat av sær sjálvum eftir nøkrum fáum døgum. Bíða tí eitt sindur og fylg við, hvussu barnið er fyri yvirhøvur.

Evni eru, sum kunnu bøta um leyst lív, men tey eru ikki til børn.

Nær gerst leyst lív hættisligt?
Týðningarmest er at hava eyguni eftir, um barnið fær vætutrot. Teknini um álvarsligt vætutrot eru turrar slímhinnur, landið er myrkt og í smáum nøgdum, linki og máttloysi.

Tá ið barnið hevur fingið matarlystin aftur, er gott at fáa kókaðan mat, t.d. epli, gularøtur, rís, fisk ella kjøt.

Snerkt breyð og keks eru eisini góð fyri magan.

Fruktir við pektini í - t.d. súrepli, banan og papaya - verja slímhinnurnar í maganum.

Tað er best ikki at drekka mjólk, fyrr enn opningurin aftur er vorðin vanligur.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00