Miðoyrnabruni

Miðoyrað er ein luftfylt hola millum trummuhinnu, eisini nevnd ljóðhinna, og innoyrað. Holan er klødd við slímhinnu. Gjøgnum eina mjáa rás, nevnd tuba ella gómapípan (øretrompet), er samband millum miðoyrað og aftasta partin í nøsini.

Miðoyrnabruni er ein sera vanlig sjúka, sum smábørn ofta fáa. Fleiri ymisk miðoyrnabruna eyðkenni eru:

 

  • Linur miðoyrnabruni - Um fólk hava krím, so er sera ofta, at tey fáa linan miðoyrnabruna (“reyðar trummuhinnur”). Atvoldin er, at ein virus ger, at slímhinnurnar í nøsini og gómapípuni hovna, og tí sleppur luft ikki úr nøsini og upp ígjøgnum gómapípuna sum vanligt. Av hesum verður undirtrýst í miðoyranum, og tað merkist sum ein bági, eisini er tað sum um tað lukkar av, og hoyrnin verður verri. Vanliga hvørvur alt hetta, tá ið krímið hæsar av, men kann eisini verða til ringan oyrnabruna.
  • Ringur miðoyrnabruni - Ringur miðoyrnabruni kemur av bakteriubruna í slímhinnuni (rovuni) í miðoyranum. Tað eru oftast smábørn, ið fáa sjúkuna. Av sjúkuni stendst pína og sum oftast fepur og møguliga vágur í oyralustin, sum er millum trummuhinnuna og oyralepan. 
  • Um gómapípan verður tipt í longri tíð, so verður miðoyrað fylt við floti. Hetta kemur oftast av tí, at fólk hava havt krím ferð eftir ferð ella av polyppum í nasarúminum ella av ringum miðoyrnabruna. Hetta flotið verður gjørt av slímhinnuni í miðoyranum, tí at slímhinnan ikki virkar, sum hon skal. Bakteriurnar øsa slímhinnuna. Hetta flotið kann ikki renna burtur, tí at gómapípan er tipt. Tað merkist, sum tað er lukkað av, og hoyrnin verður verri.

Títtleiki
Næstan øll hava eina ferð ella fleiri ferðir havt linan miðoyrnabruna, tá ið tey høvdu krím. Ringan miðoyrnabruna hava o.u. 70% av øllum børnum havt í minsta lagi eina ferð, áðrenn tey fylla 2 ár. 25% av øllum tveyáragomlum børnum hava havt ringan miðoyrnabruna í minsta lagi tríggjar ferðir.

Um veturin kann flot vera í miðoyranum hjá 15-20% av øllum smábørnum, um summarið hjá 4-5%. Flotið hvørvur ofta av sjálvum sær, innan einir tveir mánaðir eru gingnir, men hjá nøkrum børnum hvørvur flotið ikki.


Orsøkir
Alt, sum ger, at vandi er fyri ígerð í andingarleiðini yvirhøvur, ger eisini, at vandin fyri miðoyrnabruna verður størri t.d.:

  • Tá børn vera ansað á dagstovni, verður vandin fyri bruna størri
  • Royking í heiminum
  • Polyppir í nasarúminum gera, at gómapípan ikki virkar, sum hon skal, og sostatt verður vandin fyri miðoyrnabruna størri

Fleiri foreldur eru stúrin, tí at hildið verður, at ovurviðkvæmi fyri mjólk kann elva til miðoyrnabruna hjá barninum, men enn er ikki prógvað, at so er.

Sjúkueyðkenni
Linur miðoyrnabruni:

  • Hoyrnin er eitt sindur verri
  • Trýst merkist í oyranum
  • Ein feril av pínu

Ringur miðoyrnabruni:

  •  Pína í oyranum
  • Hoyrnin er versnað
  • Ofta fepur

Smábørn duga ofta illa at gera vart við, hvar tey hava ilt, men hava eyðkenni sum:

  • Fepur
  • Grátur
  • Óró
  • Ringt svøvnlag
  • Búkilska
  • Spýggja ella leyst lív
  • Er hol komið á trummuhinnuna, rennur vágur við møguliga eitt sindur av blóði úr oyranum

Flot í miðoyranum er eyðsýnt av:

  •  Hoyrnin støðug ring
  • Tað er, sum alt er lukkað av

Farið til lækna, um barnið hevur oyrnastingir og fepur.

Hvat kann eg sjálv/sjálvur gera? 

  • At geva bróst, styrkir órinskipanina teir fyrstu mánaðirnar hjá nýføddum børnum
  • Hóskandi ílatin, heit um føturnar um veturin. Ikki er neyðugt at stappa nakað í oyruni fyri at verja fyri kulda
  • Roykið ikki heima/inni
  • Koppseting fyri pneumokokkum, sum nú er partur av barnakoppseting, og sum í ávísan mun verjir fyri ringum miðoyrnabruna

Kanning
Lækni tín kann kanna trummuhinnuna við einum sonevndum otoskopi (oyrnakikara). Ikki er altíð so einfalt at meta um, hvussu ringur miðoyrnabrunin er, og tí verður eisini trýstið mált í miðoyranum. Hesar kanningar kunnu sýna, um flot er í miðoyranum ella um møguligt hol er á trummuhinnuni.

Um flot hevur verið í miðoyranum í longri tíð, kann læknin gera eitt ípot (podning) úr flotinum fyri at kanna, um tann valda antibiotikaviðgerðin er hóskandi ella nóg munagóð.

Er illgruni av, at skerda hoyrnin er støðug, so skal barnið kannast av oyrna-nasa-hálslækna. 

Gongd
Miðoyrnabruni hvørvur, so skjótt sum krímið hæsar av.

Er talan um ringan miðoyrnabruna, so minkar fepur, og linkar pína vanliga eftir einum tveimum døgum. Er hol á trummuhinnuni, so kann renna úr oyranum í 1-2 vikur, og síðani grør holið aftur. Um støðugt rennur úr oyranum, ella um meir rennur, ella um hetta er afturvendandi, so skal farast til oyrna-nasa-hálslækna.

Eftir ringan miðoyrnabruna er mangan flot aftan fyri trummuhinnuna (men ongar bakteriur) í fleiri vikur. Eftir 1-2 mánaðir er miðoyrað, sum tað plagdi at vera, og hoyrnin er sum vanligt, sjáldsamt er, at hesir bágar ikki hvørva.

Nøkur smábørn eru plágað av, at ringur miðoyrnabruni er støðugt afturvendandi, og tað krevur kanning og viðgerð.

Flot í miðoyranum hvørvur oftast av sjálvum sær, men kanningar eiga at fara fram, og trýstmátingar at verða gjørdar, tá ið ávís tíð er liðin.

Viðgerð
Í flestu førum er ikki neyðugt at viðgera við antibiotika, tí at kroppurin sjálvur basir sjúkuni. Vit vita, at o.u. 80% av øllum miðoyrnabrunum megnar kroppurin sjálvur at basa. Kanningar benda á, at børn, sum verða viðgjørd við antibiotika, eru í størri vanda at fáa ígerðina seinni. Tí miða viðgerðir ímóti at linka pínu og minka fepur.

Tá ið fyrstu sjúkueyðkennini eru eyðsýnd, kanst tú royna nasadropar og pínustillandi heilivág, t.d. paracetamol. Eisini hjálpir at hevja høvdið – nýt eyka kodda, ella sit við barninum í fanginum. Antibiotika verður viðmælt, um tað rennur úr oyranum í meiri enn 2 samdøgur, ella um sjúkan versnar, ella um ongin bati er í 2-3 dagar. Børn, sum ofta fáa miðoyrnabruna, mugu fylgjast væl av lækna.

Um sjúkueyðkennini eru drúgv og heldur ógvuslig, kann verða neyðugt at prika hol á trummuhinnuna, so at vágur kann renna út úr miðoyranum (punktering). Hetta er pínufult, og børn verða tí vanliga doyvd undir slíkari viðgerð. Henda viðgerð verður tí sjáldan roynd. 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00