Nasablóð

Allarflestu børn uppliva at bløða nasablóð eina ella fleiri ferðir. Í flestu førum kemur nasablóð av, at barnið pilkar nøs, ella tí barnið hevur fingið eitt slag á nøsina. Um barnið er sligið á nøsina, og hon sær skeiv út, kann hon vera brotin.

Børn og ung bløða vanliga frá nøkrum blóðæðrum í skilavegginum beint innan fyri nasagluggarnar. Æðrarnar liggja beint undir rovuni og fara lættliga upp at bløða – eisini um pilkað verður varisliga. Nasablóð kann síggja ógvusligt út, serliga um barnið vaknar um náttina við blóði um alt andlitið. Barnið missir kortini lítið blóð, tá ið tað bløðir nasablóð.

Nasablóð er lætt at viðgera, men hevur barnið bløtt nasablóð eina ferð, skal lítið til, áðrenn sárið aftur stingur upp at bløða. Bløðir barnið støðugt nasablóð, kann gerast neyðugt at etsa sárið. Í tí førinum smyr læknin etsandi evni á bløðandi staðið. Tað letur seg ikki gera, meðan barnið bløðir nasablóð – nasablóðið má fyrst halda uppat.

Hvat er at gera? 

  • Vanliga kunnu foreldur steðga nasablóði við at seta ein vattpropp inn í tann nasagluggan, sum bløðir, og samstundis halda við tveimum fingrum um fremsta partin av nøsini. Haldast skal í 5-10 minuttir
  • Er tað ikki nóg mikið, verður eitt litið, fast rull av 1 cm breiðum gasubindi sett upp í nasagluggan, sum bløðir, so at bindið situr fast
  • Barnið skal sita eitt sindur boygt framyvir og ikki fáa fløtt ella heitt at drekka.
  • Gev barninum eitt hvørt kalt at koyra í munnin, gjarna knústan ís ella ein íspinn. Ísur í munninum fær blóðæðrarnar at trekkja seg saman, og á tann hátt steðgar nasablóðið
  • Børn kunnu gerast óttafull, tá ið tey bløða nasablóð. Sissa barnið
  • Gev barninum eitt ílat til at spýta í ella til at lata blóðið renna í

Tá ið nasablóðið er steðgað, skal barnið vera í friði teir næstu tveir til tríggjar tímarnar. Tað má ikki snýsa sær ella pilka nøs. Fer barnið at baksast ella at gráta, fer tað kanska aftur at bløða nasablóð, og so er neyðugt at fara undir fyrstuhjálpina umaftur.

Bløðir barn ofta nasablóð ógrundað, er helst ráðiligt at fara til lækna.

Far til lækna ella á skaðastovu um: 

  • Barnið bløðir nasablóð í meira enn ½ tíma
  • Nøsin er skeiv
  • Eitt hvørt er, ið bendir á heilaskjálvta. Ansa eftir, um barnið er farið at bløða nasablóð eftir hart slag í høvdið

Halt um nøsina og gev barninum kalt í munnin, til tit koma til lækna ella á skaðastovuna

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00