Viðgerð av óviljaðum vatnláti hjá børnum (Enuresis nocturna)

Hvat er óviljað vatnlát hjá børnum (enuresis nocturna)?

Enuresis nocturna hjá børnum er óviljað vatnlát um náttina, tá barnið vanliga hevur hildið uppat at pissa í song. Tað vil siga um 5 ára aldur. Áðrenn barnið hevur nátt hendan aldur, er vantandi stýring á vatnláti vanlig. Viðgerð fyri hetta byrjar oftast um 6 ára aldur.

Snýr tað seg um óviljað vatnlát um dagin, verður viðmælt at kanna barnið fyri  sjúkur.  

Í fyrstuni er enuresis nocturna ein praktiskur trupulleiki, fyrst og fremst fyri foreldrini, men tá ið barnið nær skúlaaldur, gerst tað í størri mun ein sosialur trupulleiki.

 

Ættarbreðgi?

Enuresis nocturna kann vera arviligt. Børn eru í 5-7 ferðir størri vanda fyri at fáa enuresis nocturna, um foreldrini sjálvi hava havt trupulleikan, men tað kann raka øll. 

 

Hvussu er gongdin?

Við tíðini heldur hetta uppat hjá flestøllum. Òviljað vatnlát um 4-5 ára aldur sæst hjá umleið 8%. Hjá 1 út av 100 heldur hetta áfram til tey gerast vaksin. Eitt sindur fleiri drongir enn gentur hava óviljað vatnlát um náttina.

 

Hvat er orsøkin til óviljað vatnlát?

Tað er ymiskt, ið kann vera orsøkin til, at ein hevur óviljað vatnlát um náttina:

  • Nógv framleiðsla av urini um náttina. Urinframleiðslan verður millum annað stýrd av einum hormoni, ið kallast tað “antidiuretiska" hormonið. Verður nógv av hesum hormoni úrskilt, verður minni urin framleitt. Børn, sum hava óviljað vatnlát um náttina, úrskilja ofta ov lítið av hesum hormoni um náttina, tí hava tey tá óvanliga nógva urinframleiðslu. Tá ov nógv urin verður framleitt í mun til tað, bløðran rúmar, vaknar ein og fer á wc (nykturi), ella vaknar ein ikki og pissar í song (óviljað vatnlát).
  • Umleið 1/3 við óviljaðum vatnláti hevur niðursetta rúmd í bløðruni, tað vil siga, at bløðran er minni enn vanlig. Um bløðran rúmar minni, enn hon eigur í mun til aldurin á barninum, kann hetta hava óviljað vatnlát um náttina við sær, hóast urinframleiðslan er vanlig. Nøkur hava ov lítla bløðru í mun til aldurin, uttan at talan er um sjúku, meðan hjá øðrum kann sjúka vera orsøkin. Er talan um sjúku, vil ein ofta eisini hava trupulleikar um dagin.
  • Summi sova bara so tungt og merkja ikki trongdina at kasta sær av vatninum og pissa tí í song.

 

Kanningar

Sum heild er ikki neyðugt at gera tær stóru kanningarnar fyri at staðfesta, at talan er um óviljað vatnlát. Fyri at útihýsa sjúkur, eigur urinið at vera kannað fyri ígerð og sukur. 

Ofta verður ein biðin um at skráseta í eitt skema, hvussu nógv verður drukkið gjøgnum dagin, fyri at kanna um ein drekkur ov nógv á kvøldi.

Um barnið hevur trupulleikar um dagin, er tað týdningarmikið, at tað verður kannað av lækna, tí óviljað vatnlát um dagin kann vera tekin um sjúku.

 

Hvørji eyðkenni skal ein serliga ansa eftir?

Um barnið, aftaná at hava verið turt eitt tíðarskeið, aftur fær trupulleikar við vatninum, so eigur urinið at verða kannað fyri ígerð og sukur.

 

Kann enuresis nocturna viðgerast?

Ein skal gera sær greitt, at enuresis nocturna er vanligt. Árliga verða 15%  turr av sínum eintingum, tað vil siga uttan viðgerð.

Ein kann royna at skunda undir hetta við viðgerð.

Gransking vísir, at um ein ynskir at hjálpa barninum, er best at byrja so tíðliga sum gjørligt, um 6 ára aldur, tá børn í hesum aldri ofta sjálvi ynskja at gevast og eru búgvin til tess. Fyrr ein byrjar at viðgera, gagnligari er tað fyri sjálvsvirðið hjá barninum.

Teir mest nýttu viðgerðarhættirnir í dag eru antin viðgerð við heilivági ella við einum ringitóli:

  • Ringitól/ávaringartól er fyrsta val av viðgerð til børn, sum hava minni bløðrurúmd 
  • Viðgerð við heilivági verður nýtt,  tá framleiðslan av urini um náttina er stór

Tað týdningarmesta fyri at viðgerðin skal eydnast er, at barnið sjálvt dámar at vera ein virkin partur av viðgerðini.

Barnið eigur sjálvt at taka ábyrgd av viðgerðini og hjálpa til at skráseta, hvussu nógv verður drukkið og vatnlátið. Endamálið er at vita, um trupulleikin er bløðrurúmd ella økt framleiðsla av urini um náttina.

Tað er ofta gagnligt at avmarkað, hvussu nógv verður drukkið áðrenn songartíð. Nøkur foreldur halda, tað hjálpir at vekja barnið og fylgja tí á wc, beint áðrenn tey sjálvi fara í song, møguliga eisini aftur um náttina. At vekja barnið hevur ikki við sær, at barnið gerst varðandi turt. Foreldrini skulu vera tolin, vísa at tey skilja barnið og ikki gera støðuna til ein stóran trupulleika.

Fyri at eggja barninum eyka kann ein gera skema við puntum og geva barninum til dømis eina gull stjørnu fyri eina turra nátt og okkurt eyka fyri 5 á rað o.s.fr. Hetta kann vera nóg mikið til, at barnið gerst turt, tí barnið lærir betur at kenna á sær, at tað vil pissa. Týdningarmikið er at varðveita tað sum nakað jaligt og vísa tolsemið, hóast barnið aftur byrjar at pissa um náttina.

Ein kann nýta undirløg at verja madrassuna, hesi eru at fáa í ymsum handlum og kunnu nýtast fleiri ferðir. Ein kann eisini keypa einnýtissundirløg á apotekinum.

 

Viðgerð við heilivági

Desmopressin (eitt nú Minirin® og Desmomelt®) virkar sum tað natúrliga antidiuretiska horminið í kroppinum. Hetta kann nýtast, um skráseting av, hvussu nógv verður drukkið og vatnlátið, týða uppá eina stóra framleiðslu av urini um náttina. Tað kann antin gevast, sum ein smeltitablett at leggja undir tunguna (her verður vatn ikki drukkið samstundis) ella ein vanlig tablett til songartíð. Desmopressin nasapístr og -dropar skulu ikki nýtast til enuresis nocturna av vanda fyri krampum vegna ov lágt natrium.

Viðvíkjandi viðgerð:

  • Vætan, sum barnið fær, skal avmarkast til minst møguligt 1 tíma áðrenn og 8 tímar aftaná, heilivágurin er tikin.
  • Heilivágurin virkar í umleið 6 -14 tímar.
  • Tað verður viðmælt at hava steðg í viðgerðini 3. hvønn mánaða, tí  trupulleikin kann vera hildin uppat.
  • Við manglandi virknaði kann ein royna at taka heilivágin 1-2 tímar áðrenn songartíð.
  • Verður etið samstundis, kann tað minka tann antidiuretiska virknaðin.
  • Viðgerðin er sum oftast uttan hjáárin, tó kunnu nøkur børn fáa høvuðpínu. Tað týdningarmesta er, at barnið ikki drekkur nógv aftaná, at heilivágurin er tikin.

  

Viðgerð við ringitóli

Ávaringartól/ringitól er tann besta viðgerðin, um barnið hevur minni bløðrurúmd. Ringitólið hevur ein mátara, sum aktiverar eina ávaring, tá hann kemur í samband við urin. Mátarin er antin á eini tunnari máttu, ella verður heftir á undirbuksurnar. Tað er meiningin, at barnið vaknar (ofta hjálpt av foreldrunum) og verður hjálpt út á wc at pissa liðugt. Barnið skal læra at knýta ljóðið frá tólinum saman við tað at pissa.

Viðgerðin tekur eini 8-12 vikur. Málið er, at barnið skal liggja turt 2 vikur á rað. Hetta krevur nógva orku bæði frá barni og foreldrum, og tískil er neyðugt, at øll stuðla viðgerðini. Byrjar barnið aftur at pissa í song, verður viðmælt at byrja beinanvegin aftur við viðgerðini. Gott er at skráseta, meðan tólið verður nýtt og minst 4 vikur aftaná, viðgerðin er steðga.

Tá ein nýtir ringitól, verður frárátt at nýta blæu um náttina.

Apotekið kann bíleggja hesi ringitól, sí meira kunning um tólini her:

Ringitól

Onkuntíð verður viðgerð við heilivági nýtt saman við ringitóli.

 

Góð ráð til foreldrini:

 

  • Barnið kann ikki lastast fyri at pissa í song, skelda ongantíð barnið fyri at pissa í song. Barnið er óivað sjálvt forharmað um hetta, tí ger tað bara støðuna verri. Foreldur skulu tískil vísa tolsemi.
  • Barnið skal sjálvt kenna seg sannført, fyri at viðgerðin skal eydnast. Barnið skal skilja støðuna og vera við í viðgerðini. Fortel barninum, hví tað skal hava viðgerðina
  • Um læknin viðmælir tað, skal hvussu nógv verður drukkið og vatnlátið skrásetast. Lat barnið vera við í skrásetingini.
  • Ger møguliga eitt skema at seta klisturmerkir á, alt eftir hvussu náttin hevur verið. Barnið kann fáa eykað klisturmerkir, tá tað hevur 5 nætur á rað uttan vatnlát.
  • Avmarkað hvussu nógv barnið drekkur áðrenn songartíð.
  • Minst til, at eru foreldrini ótrygg við viðgerðinga, smittar hetta á barnið.

 

Fá góð ráð frá øðrum á: 

patientnetvaerk.sundhed.dk

Leinkir annars: 

barnadeildin.fo

pro.medicin.dk

borneinkontinens.dk

sundhed.dk

min.medicin.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00