Oyrnastingir

Oyrnastingir hjá børnum kunnu stava frá oyrnabruna, miðoyrnabruna, hálsbruna ella krími. Pínan kann eisini standast av, at oyrað hovnar, ella eitt hvørt er í oyrnagongini ella av aðrari orsøk, eitt nú ígerð í tannrót.

Oyrnastingir kunnu eisini setast í samband við trýstbroytingar í miðoyranum, t. d. á einari flogferð, tá ið flogfarið fer á flog ella setur seg.

Hvat kann gerast?
Góð ráð viðvíkjandi børnum við ringari oyrnapínu, um barnið annars er væl fyri – serliga um barnið hevur upplivað líknandi fyrr:

  • Barnið kann fáa pínudoyvandi ella fepurlækkandi heilivág (Paracetamol). Er barnið yngri enn 2 ár, skal ein ráðføra seg við lækna
  • Legg pútur undir barnsins yvirkropp fyri at fáa høvdið hægri
  • Lat barnið fáa ivaleysa nógv at drekka
  • Brúka nasadropar/saltvatn, um nøsin er tipt

Bráðkomin miðoyrnabruni hjá børnum, ið annars eru frísk, eigur vanliga ikki at verða viðgjørdur við antibiotika.

Nær er rættast at fara til lækna? 

  • Um vágur rennur úr oyranum, um barnið hevur nógvan hita ella hoyrir verri
  • Um barnið hevur ringa oyrnapínu, serliga um hon varar longur enn eitt samdøgur, eigur læknin at kanna oyrað
  • Hóast viðgerð fyri bráðkomnan miðoyrnabruna ofta er óneyðug, er umráðandi at fylgja væl við og hava eftirlit við barninum. Summi børn fáa varandi miðoyrnabruna við vági í miðoyranum. Tað skerjir hoyrnina og kann í longdini darva málmenningina

Les eisini um Miðoyrnabruna

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00