Skrubb (scabies)

Skrubbmottugongdirnar kunna vera upp til umleið 10 mm langar. Her gerast eggini til larvur, og larvurnar fara úr gongdini og grava seg niður við síðuna av einum hársekki ella innast í einum húðarfaldi. Larvurnar gerast síðan fullbúnar. Hendan ringrás tekur á leið 2-3 vikur.

Gongdirnar eru oftast millum fingranar, um hondliðini, í húðini kring nalvan og á kynsgøgnunum.

Eyðkenni
Skrubb gevur ringan skriða. Skrubbmottan, skarnið og eggini stimbra immunverjuna, og hetta ber við sær ein ógvusligan skriða – hetta er ein ovurviðkvom reaktión. Umleið 3 vikur ganga frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Skriðin kann gerast so ringur, at ein klórar, til tað bløðir. Skriðin er ringastur, júst har skrubbmottan er, men tað breiðir seg so við og við til restina av kroppinum. Tey flestu fáa reyðar prikkar, ið skriða, og onkuntíð eisini smáar bløðrur – serliga á fingrar og hendur. 

Skrubb sæst vanliga ikki í andlitinum og hárbotninum hjá vaksnum, men hjá smærri børnum kann tað síggjast har.

Skrubbmottan trívist væl í hita, og tískil er skriðin ofta ringastur, tá ið ein liggur undir dýnuni um náttina.

Smittan
Skrubb smittar við tættum kropsligum sambandi - serliga í seingjarhitanum. Børn kunnu eisini verða smittað, tá ið tey spæla saman. Motturnar klára at yvirliva eina tíð í seingjarklæðum (2-4 dagar) uttan vert, men tað er ikki størsti smittuvandin.

Staðfesting av skrubb
Fyri at vera vísur í, at talan er um skrubb, skal læknin finna eina skrubbmottu úr gongdini í húðini við eini nál og hyggja at henni í sjóneyku. Tað kann vera tíðarkrevjandi og torført, og tískil kann ein sjúkrasøga og útbrotið vera nøktandi til eina staðfesting um skrubb.

Viðgerð
Hevur tú illgruna um skrubb, eigur tú at fara til lækna fyri at fáa eina sjúkugreining. 

Skrubb verður viðgjørt við permethrin (Nix), ið drepur skrubbmotturnar. Nix fæst í hondkeypi. Kremið verður gníggjað um allan kroppin, tó er ikki neyðugt at smyrja í hárbotnin og andlitið hjá vaksnum og børnum yvir 3 ár, har immunverjan er í lagi. Kremið skal vera á í 8-12 tímar, tí verður tilmælt at nýta tað á kvøldi áðrenn songartíð. Minnast skal til, at ein ikki má vaska hendur hetta tíðarskeiðið. Les kunningarlepan, ið fylgir við heilivágnum.

Tað er umráðandi, at húskið verður viðgjørt ísenn fyri at sleppa undan nýggjari smittu. Ikki er neyðugt at viðgera hini í skúlaflokkinum ella barnagarðinum uttan so, at sjúkueyðkenni eru staðfest. Men neyðugt er at boða frá, so tey eru tilvitað um at fara til lækna og kanna tað, um okkurt skuldi víst seg.

Vaskið seingjarklæði, klæði og handklæði við 60ºC. Luftið seingjarútbúnað og leggið hann til síðis eina tíð. Skrubbmotturnar kunnu liva í umleið 2-4 dagar í eitt nú seingjarklæðum. 

Úrslitið av viðgerðini er gott. Tey allarflestu verða frísk, um tey fylgja vegleiðingini. Verður ein ikki lektur, kann tað skyldast eini endursmittu. Ein skal tó hava í huga, at hóast viðgerðin er væleydnað, kann skriðin varða í 3-6 vikur eftir viðgerðina orsakað av tí ovurviðkvomu reaktiónini. Varar skriðin í meira enn 3 vikur, verður viðmælt at fáa tað kannað aftur fyri at tryggja sær, at ein ikki er smittaður av nýggjum. 

Onkuntíð viðmælir læknin at smyrja eitt glukokortikoid krem á húðina, eftir at viðgerðin er liðug, fyri at taka skriðan, um hann heldur á. 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00