Spýggja

At spýggja er, sum leyst lív, ein máti at sleppa av við evni, sum kroppinum ikki tørvar.

Ofta kemst spýggjan av eini magaígerð elvt av virus. Hendan magaígerð er ikki drúgv. Hóast barnið kann vera rættuliga illa fyri, er tað at spýggja sjáldan vandamikið.

Hjá smærri børnum kann ringur hosti gera, at tey spýggja. Hjá størri børnum kann spýggjan koma av strongd, trupulleikum í skúla ella heima ella øðrum, sum hevur skelkað tey.

Børn spýggja aloftast, tá ið tey hava ovetið seg. Um spýggjan kemur av sjúku, so eru fepur og leyst lív ofta eftirfylgjan.

Ferðaverkur kann eisini vera ein orsøk.

Far til lækna:

  • Beinanvegin, um tú heldur, at barnið er eitrað, t.d. um barnið spýr illa
  • Beinanvegin, um barnið áhaldandi hevur ilt í búkinum
  • Beinanvegin, um barnið hevur leyst lív, nógvan fepur og eisini spýr
  • Um barnið ikki pissar sum vanligt
  • Um barnið spýr í meira enn 1 samdøgur

Hvat kann eg gera?
Størsti ampi av spýggju og leysum lívi er dehydrering – vætutrot. Vætutrot stendst av, at meira væta fer úr kroppinum enn inn í kroppin. Børn kunnu skjótari tróta vætu enn vaksin, serliga um tey eisini hava fepur.

Hetta kann bøtast við, at barnið drekkur nógv vatn, saft, sodavatn ella annað. Gagnligt er, at í tí, sum drukkið verður, eru bæði salt og kaloriur, serliga um matarlysturin er ringur, tí at so fær barnið bæði orku, og tað verður ikki dehydrerað.

Tá ið barnið aftur fer at drekka, er týdningarmikið at byrja í smáum, so at barnið ikki spýr alt uppaftur.

Gev ikki barninum mjólk í byrjanini, uttan so at barnið fær bróst. Um barnið fer at spýggja av bróstamjólk, skalt tú seta teg í samband við lækna. Men gev gætur, at klíggja og spýggja er ikki tað sama. At nýføðingar klíggja er vanligt.

Foreldur skulu altíð vaska sær um hendurnar eftir at hava røkt barnið, so at tálmað verður, at tey verða smittað ella so at tey ikki bera smittuna víðari. Barnsins hendur skulu eisini vaskast.

Foreldur kunnu eisini nýta sóttreinsandi evni til hendurnar, so sum Alcogel®.

Finst nakað í handkeypi?
Í handkeypi á apotekinum fæst ávikavist pulvur (Revolyt®) og brúsitablettir (Resorb® – børn ≥ 3 ár) at loysa upp í vatni. Í hesum evnum eru sukur og salt, og tað skal loysast upp í kókaðum, kólnaðum vatni. Eigur ikki at blandast við saft, mjólk ella juice.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00