Trekur magi hjá børnum (obstipation)

Hvat er trekur magi?
Trekur magi er, tá ið skarnið broytist og gerst hart og turt, samstundis sum longri er ímillum opningarnar, alt eftir hvat er vanligt hjá barninum. Tað er ymiskt frá einum barni til annað, og eftir hvat barnið fær at eta.

Hjá bróstabørnum kann opningurin sveiggja nógv - millum eina ferð um vikuna til fleiri ferðir um dagin. Fær barnið eftirgjørda mjólk ella líknandi, kann tað hava opning 1-2 ferðir um samdøgrið. Ganga ein til tveir dagar millum opningin hjá fløskubarni, og opningurin er so harður, at tað hevur ilt við at sleppa av við skarnið, hevur barnið trekan maga.

Hvør er orsøkin til trekan maga?
Trekur magi kann koma bráðliga í stytri tíð ella bera brá av varandi bága. Bráðkomin trekur magi kann við hvørt gerast varandi, um ein fær ikki bilbugt við honum og soleiðis brotið óndu ringrásina.

Bráðkomin trekur magi – kann eitt nú koma av: 

  • Fepri (um barnið ikki drekkur nóg mikið)
  • At drekka ov lítið
  • Kostinum: Av trevjulítlum kosti, av at drekka ov mikið av mjólk, kostbroytingum í sambandi við ferðing
  • Ov lítlari rørslu
  • Varandi trekum maga
  • Hirschsprungs sjúku - Viðføtt tarmbrek, ið sum oftast gevur ringan trekan maga. Sjúkan ger vanliga vart við seg longu fyrsta árið
  • Trongdin at fara á vesi verður skúgvað til viks. Tað kann koma av spæli, so at barnið gloymir at fara á vesi ella av vánaligum vesiviðurskiftum. Royna vit at fáa barnið at leggja blæuna av ov tíðliga, kann sálarliga trýstið gerast ov stórt og soleiðis enda við trekum maga
  • Analfissurur (smáar rivur við baktarmsopið). Orsøkin kann vera, at nógv skarn hópar seg saman í baktarminum og tornar, og síðan koma analfissurur og taggur (hemoridir) við ringari pínu í sambandi við opningin. Tað kúgar trongdina at fara á vesi, og ger tann treka magan enn verri. Barnið fær “náttpottaræðslu”. Henda støðan kann við hvørt minna um leyst lív, tí at skarnið eftir drúgvan steðg verður blandað saman við slími í baktarminum og rennur fram við tí harða skarninum
  • Treingingar í maga og tarmi kunnu gera, at lítið rennur ígjøgnum har.

Hvørji eru eyðkennini um trekan maga?
Vanligt er, at búkurin spílast út, og barnið gremur seg um búkilsku. Barnið kann missa matarlystin og fáa vaml.

Hvussu verður kannað og gjørt av, um talan er um trekan maga?
Umráðandi er at fáa lýst eyðkennini og at vita, hvussu leingi tey hava varað. Læknin kannar m. a. við at trýsta á búkin og við at lurta. Av og á kennist búkurin óslættur av hørðum skarnsklumpum. Ofta noyðist læknin at fremja eina sonevnda rektala eksploratión (hann kannar baktarmsopið við einum fingri). Læknin leitar eisini eftir teknum um aðra sjúku, ið kann avdúka tann treka magan.

Hvussu verður trekur magi viðgjørdur? 

  • Gev barninum ríkiligt av vætu
  • Man kann royna at geva barnunum fikusaft ella sviskir/sviskugreyt
  • Lakulosa kann koyrast í mjólkina til pinkubørn, ið fáa eftirgjørda mjólk. Morlað frukt og maltúrdráttur kunnu eisini bøta um opningin
  • Størri børn kunnu so líðandi fáa trevjaríkari mat, eitt nú við at eta grovari breyð, breyðsuppu og við at fáa meira grønmeti og frukt
  • Mjólkin verður býtt um við blak
  • Regluligar vitjanir á vesið við opningi 1-2 dagliga (fyri at fáa vanligan og javnan opning aftur)
  • Lær barnið at eta regluliga og ikki at eta nakað søtt ella køkur millum máltíðirnar
  • Umráðandi er at finna fram til, hví barnið hevur trekan maga; kann talan vera um sálarliga orsøk

Opningsheilivágur
Ráðførið tykkum altíð við lækna um viðgerð, um barn tykkara fær hart lív. Viðgerðin kann vara eins leingi, sum barnið hevur havt bágan. Vanliga verður byrjað við bloytandi evnum. Er úrslitið ikki nóg gott, verða givin tarmrørslufremjandi evni. Situr skarnið niðarlaga í tarminum, tað merkir, at skarnið er upprúgvað í baktarminum, kunnu loysingarevni førast inn í baktarmin.

1. Heilivágur við bloytandi virknaði:
Heilivágurin virkar á tann hátt, at hann bindur vatnið í skarnið, so at opningurin blotnar, t. d. Laktulosu® miksturur (tjúkk, sukurgrundað sevja) ella Movicol Junior® pulvur, ið verður loyst í vatni. Nøgdin í einum brævi av Movicol Junior javnsvarar við helvtina av einum brævi av Movicol. Movicol Junior smakkar eitt vet betur enn Movicol.

Hesi loysingarevnini eru ikki vanaelvandi fyri tarmin og kann nýtast eina tíð. Tað kann nevniliga ofta vera neyðugt at geva loysingarevni eina tíð, tí váði er fyri at fáa hart lív aftur, um viðgerðin við loysingarevni endar ov tíðliga.

Hesi fáast í handkeypi á apotekinum.

2. Rørslufremjandi evni:
Evni, ið stimbra tømingarrørslurnar – eitt nú Laxoberaldropar (natriumpicosulfat). Verður ofta tikið saman við Laktulosu ella Movicol, tí umráðandi er, at skarnið verður bloytt. Verður bara latið børnum eftir læknaboðum!

3. Evni til baktarmin:
Baktarmsløgur at føra inn í baktarmin. Bloytir upprúgvað og uppturkað skarn í baktaminum og elvir til opningstrongd – eitt nú Microlax® (natriumcitrat+natriumlaurylsulfoacetat). Verður bara latið børnum í samráð við lækna. Verður baktarmsløgur latin børnum yngri enn 3 ár, má bara helvtin av tupuoddinum førast inn í baktarmin.

Bæði rørslufremjandi evni og evni til baktarmin fáast í handkeypi á apotekinum, men ein skal altíð ráðføra seg við lækna, áðrenn hesi evni verða latin børnum.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00