
At geva bróst og heilivágur
Tekur tú heilivág, meðan tú gevur bróst, er váði fyri, at barnið fær nakað av heilivágnum saman við móðurmjólkini. Tað merkir, at barnið kann fáa heilivágsevni í so stórari nøgd, at tað fær hjáárin, ella skaðar tað á annan hátt. Vanligvís fær barnið bara smærri nøgdir av heilivági saman við móðurmjólkini, men eisini smærri nøgdir kunnu hava óhepnar fylgjur fyri barnið. Livur og nýru hjá smábørnum eru so ung, at tey evna illa at bróta niður og skilja út leivdir av heilivági.
Barnið kann eisini fáa ovurviðkvæmi fyri heilivágnum.
Tað vísir seg tó ofta, at tað ikki er neyðugt at steðga at geva bróst, um kvinnan fær heilivág. Tí hóast heilivágurin er í mjólkini, er tað oftast í so lítlari mongd, at tað ikki hevur týdning fyri barnið. Men neyðugt er at tosa við læknan, tekur tú heilivág!
Kann eg taka heilivág, meðan eg gevi bróst?
Í mongum førum vita vit ikki, um barnið fær tað virkandi heilivágsevnið saman við móðurmjólkini. Hyggjuráðini eru tí at lata vera við at taka heilivág, meðan tú gevur bróst, um tað letur seg gera. Eingin vandi er at taka allar vanligar vitaminir og mineral í tilráddum skamtum.
Hóast vit ikki gjølla vita, hvussu nógvan heilivág barnið fær við móðurmjólkini, ber kortini ofta til at ætla um, um ein, ið gevur bróst, kann taka heilivágin. Mangar bróstakonur hava t. d. tikið nøkur sløg av heilivági í rúma tíð, uttan at børn teirra tykjast at hava fingið sjónligan skaða av hesum. Í øðrum førum sigur almenn vitan um heilivágin, at bróstakonur skulu ikki taka hann. Í summum førum hava vit royndir frá djórakanningum, men tær eru torførar at flyta yvir á menniskju.
Konsentratiónin í móðurmjólkini er størst nakrar tímar eftir, at barnið hevur sogið, og man kann minka um innihaldið í móðurmjólkini við at taka heilivágin beint eftir, at barnið hevur sogið. Men aftur her skal minnast á, at okkurt viðmælur man ikki at taka, tá man gevur bróst.
Hvat stendur um bróstageving á tilbúninginum?
Á min.medicin.dk kanst tú lesa undir øllum tilbúningum, um tú kanst taka hann, meðan tú gevur bróst.
Har stendur ein av hesum fimm tekstunum niðanfyri:
- Kann takast um neyðugt
- Eigur ikki at verða tikin orsakað av vantandi kunnleika
- Skal bara takast undir ávísum fortreytum
- Má ikki takast
- Ikki viðkomandi
Tú eigur at geva gætur, at annað kann standa á kunningarlepanum, ið fylgir við tínum heilivági. Orsøkin er, at tekstirnir á www.medicin.dk eru skrivaðir av serlækna, ið hevur kannað fleiri keldur m.a.:
- Ta skjalfesting, sum heilivágurin er góðkendur sambært (vørusamandrátturin)
- Læknaligar royndir, tað merkir, tað sum er fráboðað gjøgnum tíðirnar
- Umfatandi gjøgnumgongd av teimum bókmentum, ið eru at finna um heilivágin
Kunningarleparnir byggja einans á vørusamandráttin.
Nær skal eg tosa við mín lækna?
Í summum førum kann tað vera neyðugt at taka heilivág, hóast man er við barn, og tá man gevur bróst, tvs. at tað skaðar teg og tískil barn títt meira at steðga við at taka heilivágin.
Tað er neyðugt at tosa við lækna tín, umhugsar tú at gerast við barn og er í fastari medisinskari viðgerð.
Um tú tekur heilivág, meðan tú gongur við barni, skalt tú kanna, um tú kanst halda fram at taka tín heilivág, meðan tú gevur bróst. Spyr læknan.
Um tú gevur bróst, og tær tørvar heilivág, mást tú minnast til at boða læknanum frá, at tú gevur bróst.
Keypir tú heilivág í handkeypi, mást tú minnast til at boða frá á apotekinum, at tú gevur bróst.
Til at viðgera pínu, bróstsviða, trekan maga og annan trega finst handkeypsheilivágur, sum er egnaður og handkeypsheilivágur, sum er minni egnaður.
Heilivágurin kann bert førast víðari til barnið við mjólkini, um hann er í blóðinum hjá mammuni. Onkur heilivágur er ætlaður at virka lokalt t.d. á húðini, í móðurskeiðini, í eygunum, í oyrunum ella lungunum og hesin heilivágur verður ofta bert upptikin í smærri mongdum í blóðinum, tí vil tað vanliga ikki verða vandi at nýta tílíkan heilivág. Spyr tó altíð læknan.
Tekur tú heilivág, er sjálvandi neyðugt at vera varug við, um títt barn verður ávirkað. Hjáárin kunnu vísa seg við eitt nú trøsku, svøvnlagið broytist, búkilsku, ringum hýri, dølskni og ikki at orka so væl at súgva.
Sí annars: